Christian var kongur ímóti Eysturríki

Spádómurin hjá fráfarandi venjaranum um at nýggja landsliðið er búgvið til góð avrik, varð staðfest við Lamhauge-manninum í lyklaleiklutum saman við Jákupi Mikkelsen og Atla Danielsen

Fótbóltur

 

Tað er ikki á hvørjum degi ella rættari á hvørjum ári, at Føroyar vinna stig í kappingardysti í fótbólti. Tí skal tónin beinanvegin verða sligin positivt ann. 9. oktober 2004 endaði tað 2-2 á Kypros. Síðani tá eru nógvir landsdystir spældir, venjarin er skiftur út, og ikki fyrrenn 11. oktober 2008 ella fýra ár seinni eydnaðist tað aftur at vinna stig.

1-1 ímóti Eysturríki kveikir góð minni, og úrslitið ber við sær, at Alpulandið eisini næstu árini fer at vera dreyma mótstøðuliðið hjá føroyingum, og at Føroyar fara at vera marran hjá eysturríkarum.

Um heilt væl hevði vitað við, so kundi tað kanska havt enda við sigri. Bogi Løkin skoraði føroyska málið tveir minuttir eftir steðgin. Sum so ofta leygardagin vóru nógvir føroyskir spælarar á eysturríksku hálvuni, tá ið Christian Høgni Jacobsen úr eitt sindur í høgru stakk bóltin mitt fram í brotsteigin. 19 ára gamli NSÍ maðurin var ísakaldur, tá ið hann setti bóltin flatt framvið Juventus málverjanum, og so tevjaðu vit endurtøku av 18 ára gomlu Landskrona sensatiónini.

Men ólukkutíð svaraði mótstøðuliðið aftur bara knappar tveir minuttir seinni. Jákup stýrdi meistarliga frísparksroynd út av vøllinum til horna. Verjuskipanin undir málinum var góð, men hon varð skeiklað, tá ið Arnbjørn Hansen frammanfyri fremra stólpan við høvdinum snittaði bóltin, sum verjuspælarin Martin Stranzl úr stuttari fjarstøðu smekkaði í málið.

Tveir minuttir í barrónasongini, og so kundi tað sæð út til, at tað kanska fór at ganga, sum tað so mangan hevur gjørt.

 

Vístu format

Men tá var tað, at føroyska liðið vísti sítt format. Avrikið var staðfesting av, at landsliðsvenjarin hevði rætt, tá ið hann í síni fráboðan um, at hann fór at leggja frá sær, í sama andadrátti legði afturat, at hann roknar føroyingar nú at eiga landslið, sum kann røkka størri avrikum og úrslitum.

Venjarin vísti í útgangsstøðuni dirvi: Fróði Benjaminsen, sum í fleiri ár hevur átt fastan sess, áðrenn hann fyrr í ár varð skaddur, noyddist at taka til takka við bonkarkjansi og varð settur á vøllin, tá ið Mikkjal Thomassen noyddist at taka seg aftur.

Venjarin vísti flestu teirra, sum høvdu rokkið góð úrslit í Serbia og á heimavølli ímóti Rumenia, álit, og teir fingu enn eina ferð høvi at vísa, hvør dugur var í teimum. Teir tóku av, hóast Jóhan Troest Davidsen hevði verið sjúkur dagarnar frammanundan:

Avrikið leygardagin og ikki minst tá ið Eysturríki hevði javnað varð dyggilig staðfesting av, at tað er óneyðugt at eftirmeta og at seta nýggjan málsetning, sum tað so elegant varð sagt av FSF bossinum fyri stuttum.

Avrikið var stutt sagt rimmar fast negling av, at tá ið allir eru tøkir, so eiga Føroyar fótbóltslandslið, sum kann spæla fótbólt og skora mál. Og so eigur at verða lagt afturat, at enn eru ikki allir tøkir. Ingi Højsted er um at vera tað, og Súni Olsen verður tað ikki fyrrenn næsta ár!

 

Størstu trumfarnir

Pinnurin hevði ikki verið fleiri ferðir runt, tá ið fyrstu ábendingarnar sóust um, at hetta fór at verða dagurin. Atli Danielsen taklaði so tað hvein í, og Frem miðvallarin traðkaði orduliga í karakter og spældi við so stórum myndugleika og sjálvsáliti, sum hann ongantíð áður hevur gjørt tað á landsliðnum.

Christian Lamhauge Holst var yvir øllum. Hann var kongurin á føroyska liðnum. Tað var hann, sum var orsøkin til, at tað, sum hjá so mongum sær torført út, varð lætt, og mest elegantur var hann, tá ið hann við lítlari fintu fekk tveir av mótstøðumonnunum at leypa á bláman.

Ferð eftir ferð togaði Lamhauge maðurin mótstøðumenninar frá hvørjum øðrum, og Arnbjørn Hansen kundi havt lagt Føroyar á odda stutt undan steðginum.

Liðformaðurin Andreas Ivanschitz ætlaðist at vera snaringspunktið á eysturríkska miðvøllinum. Hann varð tætt ansaður, og hóast tað var neyðugt longu í 1. hálvleiki at gera tvær skiftingar, fór føroyski miðvøllurin ikki um koll.

Bogi Løkin loysti skadda Jákup á Borg av, og tað var sonn fragd at síggja samanspælið millum Jónas, Atla og Boga, sum í høgru gjørdu sær dælt av, at reyðu vongverjarnir ofta vóru frammarlaga.

Miðvallarin í vinstru, Christian Funch, royndi og royndi at bróta ígjøgnum, og í 1. hálvleiki vóru krossbóltarnir nóg so nógvir, og bólturin dansaði onkra ferðina í føroyska málteiginum. Størsta møguleikan fingu eysturríkar, tá ið vindurin spældi Jákupi eitt puss, og bólturin fór í høvdið á Jón Róa Jacobsen, men tíbetur bjargaðu Egil á Bø og stólpin.

Henda støðan kundi kanska verið fráboðan um, at tað sjáldan gongst væl í jubileumsdystum. Men Jákup Mikkelsen gjørdi hesum dyggiliga til skammar. Avrikið hjá 38 ára gamla veteraninum var sum kanska ongantíð áður. Og tá ið hann bjargaði, eftir at framúr arbeiðssami Jónas hevði avrættað, og tá ið flatt innlegg úr vinstru kom í brotsteigin, og málverjin fór í spagat, kendist tað sum um, at tað ikki fór at verða møguleiki fyri einum eysturríkskum máli afturat.

 

Intenst álopsspæl

Orkan gekk undan, men hugburðurin og liðskipanin vóru so góð, at tað seinastu løtuna kendist vera eins stórt sannlíki fyri, at heimaliðið fór at skora sigursmálið, sum tað var, at gestirnir fóru at fáa mál.

Eysturríki spenti bogan við at seta álopsspælara inn fyri verjuspælara, og tað órógvaði skipanina eitt vet, at tað síðstu løtuna vóru so nógvir reyðir so frammarlaga á vøllinum.

Men Jógvan Martin Olsen valdi eisini at spenna álopsbogan. Andrew av Fløtum varð settur inn í høgru fyri skadda Boga Løkin. Andrew hevði fína skotroynd, sum Manninger tveitti seg eftir og bjargaði.

Og so varð møguleikin næstan so gyltur, sum hann kundi verða. Eftir horna úr høgru hjá Eysturríki fangaði Christian Lamhauge Holst bóltin á egnum brotsteigarmarki. Lamhauge maðurin hevði orku, hugflog og yvirskot at sneiða framvið tveimum mótstøðumonnum. So spældi hann eitt tvey við deyðmóða Arnbjørn Hansen, sum tíverri ikki var nóg neyvur í sínum avspæli. Um hann hevði havt verið tað, so hevði Lamhauge havt mest sum alla mótstøðuhálvuna fyri seg sjálvan!

Sigursmálið lá í luftini. Tað kundi verið Eysturríki, sum skoraði, og tað hevði ikki verið til at borið eftir fína føroyska avrikið. Men føroyska liðið, sum sýndi djarvt og sannførandi avrik, kundi eisini havt skorað. Tað eydnaðist ikki at endurtaka bragdið frá Landskrona, men tað var tætt við, og 1-1 er væl og virðiliga at liva við.

Christian Lamhauge Holst er komin fyri seg aftur. Hann er kongurin á føroyska liðnum. Og um Jákup, Atli og allir hinir í Kaunas mikukvøldið megna at endurtaka hugburðin, arbeiðið og hugflogið frá leygardegnum, so kann tað væl vera, at tað úrslitið eisini fer at skelka altjóða fótbóltsheimin, tá ið Jógvan Martin Olsen fer at biðja landsliðnum farvæl.