Christian verður einsamallur

Hóast fá ítøkilig tekin hava verið frá Jógvani Martin Olsen um eina føroyska byrjunaruppstilling, so er lítil ivi um, at Christian Lamhauge Holst verður rættiliga einsamallur á toppinum

Modena, Italia: Føroyski landsliðsvenjarin hevur hildið kortini heilt nær kroppinum hesaferð. Seinna venjingin mánadagin var stongd fyri fjølmiðlunum, og tær ferðirnar, at miðlarnir hava havt atgongd til venjingina, hevur eingin beinleiðis uppstilling verið at sæð.

Tað einasta, sum Jógvan Martin hevur sagt, er, at talan verður um eitt føroyskt lið í eini verjukendari útgangsstøðu. Fyrr var illa, vildi onkur kanska sagt, nú talan er um útidyst móti heimsmeistarunum. Men meira enn sjálv mótstøðan, so vigar tað nógv í hesum, at menn kanska ikki eru í bestu dystarvenjing. Tað ber við sær, at bólttryggleikin ikki er optimalur, og tí eru hyggjuráðini helst fyrst og fremst um at standa so væl í verjustøðu, sum tað nú einaferð ber til.


Skulu gitingar gerast um eitt lið, so tó neyvan væntandi, at tær heilt stóru broytingarnar verða gjørdar á liðnum. Millum stólparnar verður Jákup Mikkelsen, sum eisini er liðskipari, og framman fyri seg hevur hann uttan iva Jón Róa Jacobsen og Fróða Benjaminsen. Bakkplássini tykjast vera farin til Runavíkar, og tað er væl hugsandi, at Einar Hansen og Johan Troest Davidsen eisini røkja hesi í kvøld.

Atli Danielsen er eisini ein spælari, sum kann røkja flestu verjukendu plássini á vøllinum, men tað tykist sannlíkt, at hann verður partur av miðvøllinum hesaferð.Har eiga Súni Olsen og Rógvi Jacobsen eisini síni sentralu pláss, meðan Símun Samuelsen og Christian Høgni Jacobsen tykjast vera bestu boðini upp á kantspælarar. Einsamallur framherji verður uttan iva Christian Lamhauge Holst.