Clayton og ÍF hava takið á HB

Fyri aðru ferð í ár var Clayton Soares fleirfaldur málskjútti, tá ið fuglfirðingar tóku alt ímóti HB, sum nú er sjey stig frá heiðursmerkjaplássi

Í hesi vikuni fara føroysku feløgini at royna seg í europeisku kappingunum. HB plagar at vera eitt av føroysku umboðunum í altjóða kappingunum. Soleiðis verður tað ikki í ár, tí sigursvanda felagið stóð seg so illa í fjør.
Um HB næsta summar verður partur av europeisku kappingunum fæst at síggja seinni í ár. Um tað skal eydnast, so skal liðið vísa meiri, enn HB gjørdi í Fuglafirði leygardagin, tá ið ÍF vann 2-0 heimasigur á Varmakeldustevnu.
Fyri aðru ferð í ár hittust ÍF og HB, og fyri aðru ferð í ár fór ÍF við øllum. Fyrra ferðin var í Gundadali 12. mai, tá ið ÍF vann sannførandi 4-1 sigur.
Ta ferðina skoraði Clayton Soares trý mál. Frammanundan hevði hann havt ilt við at sannføra Flemming Christensen um, at tað loysir seg at hava Clayton í fremstu røð. Síðani hevur gingið sum eftir ánni hjá Clayton Soares. Leygardagin skoraði hann bæði málini í 2-0 sigrinum, og nú er hann toppskjútti í Effodeildini við tíggju málum.
Simon Skibsted, sum í fyrstu atløgu var ætlaður til fremstu álopsódnina hjá fuglfirðingum, er farin av landinum, og hann kemur ikki aftur. Leygardagin vístu ÍF og serliga Clayton Soares, at tað framvegis eru mál í ÍF liðnum, og at tað fyrst og fremst er tevið hjá Clayton, sum ger mun.
Tá ið fyrri hálvleikur var hálvrunnin, hevði ÍF skorað tey bæði málini, sum bóru sigurin við sær, og sum bóru við sær, at fuglfirðingar halda summarfrí á fjórða plássi – tvey stig frammanfyri HB.

Gera skjótt av
Í báðum førum, tá ið ÍF og Clayton Soares skoraðu, var tað staðfesting av, at konseptið hjá ágrýtna og nærlagda heimaliðnum á Varmakeldustevnu var at vísa beinleiðis álopsspæl við skjótum sendingum, skiftingum millum síðurnar og við fýra spælarum, sum arbeiddu nógv og bjóðaðu seg til í framrættaða partinum.
Samstundis vóru tær báðar støðurnar, sum bóru ÍF málini við sær, staðfesting av, at HB hevði stórar trupulleikar at varðveita bóltin, bæði tí spælararnir ikki flyta seg nóg nógv fyri hvørjum øðrum, og tí sendingarnar als ikki eru nóg neyvar.
Og støðurnar vóru haraftrat staðfesting av, at verjuparturin ikki er nóg væl skipaður. Serliga meint rakar tað, tá ið HB liðið er á veg fram, og mótstøðumenninir mest sum burtur úr ongum fáa møguleika at leypa á og gera sær dælt av lítið sannførandi eftiransingunum.
Í fyrra førinum var tað eftir skjótt samanspæl við Boga Løkin, sum tykist vera við at koma fyri seg eftir drúgvan skaðasteðg, Dánjal á Lakjuni og Thomas Asmussen, at Clayton Soares gjørdist púra blankur frammanfyri Teit Gestsson og setti bóltin í málið, og í seinna førinum var tað eftir diagonalsending frá Jan Ó. Ellingsgaard úr vinstru og innlegg frá altíð ágrýtna Dánjal á Lakjuni úr høgru, at Clayton Soares var leysur mitt fyri og harvið hevði góðar umstøður at seta bóltin í málið, at økja um leiðsluna, og harvið at skapa góðar fyritreytir fyri sigrinum.

Svaraðu ikki aftur
HB megnaði ikki at svara aftur og harvið at skapa spenning um úrslitið. Sigfríður Clementsen skifti tíðliga út, setti Vagn Mohr Mortensen út á høgra vongverja og byrgdi harvið upp fyri vandamiklu ÍF gjøgnumbrotunum. Gunnar Haraldsen varð settur inn í HB miðverjuna. Hetta var fyrsta ferðin, at hann var á besta HB liðnum, og tað verða heilt víst boð eftir honum aftur.
Fyrsta korterið eftir steðgin vísti HB góðan hugburð. ÍF var kroyst aftur á vøllin, og gestirnir vunnu nógvar av nærdystunum, men tað gekk syndarliga illa at skipa uppspælið og harvið at spæla seg til upplagdar málmøguleikar.
Sum tíðin leið dovnaði HB, og tað vóru ikki stórvegis trupulleikar hjá heimaliðnum at vera væl skipað í verjupartinum og at royna seg í skjótum mótálopum. Onkra ferðina var nær við og næstan, men tað eydnaðist ikki hjá Clayton Soares at skora hattrikk. Tað mundi ikki bila, og ÍF viðhaldsfólkini fagnaðu toppskjúttanum óført, tá ið hann tíggju minuttir undan leikloki varð útskiftur.
Í 27. og síðsta leikumfari, sum verður leygardagin 6. oktober, hittast ÍF og HB aftur í Fløtugerði í Fuglafirði. Spurningurin er, um HB tá hevur megnað at vinna seg fram á pláss, sum ber altjóða luttøku í 2013 við sær.
Um tað skal eydnast, so skulu aðrir bollar á suppuna, enn tað vóru á Varmakeldu, og so skal tað í síðsta umfarinum ansast betri eftir Clayton Soares, enn tað higartil hevur eydnast í ár. Clayton hevur í tveimum dystum skorað fimm mál ímóti HB, og tað er ikki ómøguligt, at tað heldur verður ÍF enn HB, sum um eitt fjórðingsár fer at tryggja sær atgongumerkir til altjóða fótbólt næsta ár!