seg ikki ført fyri at geva ein nóg lágan prís til tess at kunna bera bløðini út allar dagar og haraftrat um kvøldið. Oman í hetta kemur so avgerðin hjá landsstýrinum at sleppa ætlanini at gera Postverkið [...] SÍÐANI er tað hent, at bløðini hava roynt at byggja upp sína egnu útbering av leygardagsblaðnum men fyri at fáa hesa útbering niður á eina rímuliga príslegu verður umhugsað at stovna felag, sum burturav [...] demokratiinum. TAÐ skal vera vón okkara, at ikki minst løgmaður sum miðlanna ráðharri sær til, at umstøðurnar fyri at bera út bløðini kring alt landið, koma aftur í eina rímuliga og trygga legu.
sjálvur plagdi at taka til: Tey deyðu eru einki at dyrka. Eg havi verið nakrar dagar aftur í heimbygdini. Og allíkavæl, so var eg um at vera tikin av fótum í morgun, tá mamma segði, at nú lá eg veðurfastur [...] t afturvið. Uttanfyri er alt hvítt, heilt oman í fjörðuna. Kavin hevur lagt seg í hvörja veit, oman á hvönn stein og seyðurin gongur illa hýrdur og roynir at skava. Niðri í kirkjugarðinum, beint niðanfyri [...] gólvbelægning og annað, sum einaferð fer at standa uppi í einum í dag undirkavaðum grundstykki inni á Götu í Havn. Nútíðar menniskjan hevur ikki so lætt við at lata veður og vind sær ráða. Vit hava eina
Føroya avgjørt at heiðra tveimum persónum, sum teir hildu hava havt sera stóran týdning fyri føroyskari telving at frama. Hans Petersen fekk handað heiðursbræv við tí grundgeving, at hann varð fyrsti [...] við einum sera ungum og framfýsnum liði, sum allir gjørdu sína skyldu og vunnu. Hetta vísti seg at vera neyðugt, eftirsum fremstu kappingarneytarnir úr Klaksvík eisini gjørdu bart, og vunnu á øllum borðum [...] sum væntað aðru deild í ár, og fara tí at telva í fyrstu deild komandi ár. John Rødgaard vann øll talvini á fyrsta borði, men næsta ár verður heldur verri hjá honum at endurtaka bragdið. Fyrsti føroyameistarin
men av tí, at eingi vitni vóru til óhappið, kunnu vit ikki gera stórvegis annað enn at geva honum eina bót fyri at rýma frá einum óhappi uttan at boða frá« Tað er einki yvir at dylja, at løgreglan misteinkir [...] misteinkir mannin fyri at hava koyrt ávirkaður av rúsdrekka, men teir fáa einki meira gjørt við málið av tí, at eingi vitni vóru. »Vit kundu brúkt seks tíma regluna, men tað er sera torført at prógva tá eingi [...] materiellur skaði stóðst av óhappunum. Kortini heldur løgreglan, at fólk eiga at vísa størri varsemi, tá koyrt verður í hálku, tí tey kunnu vera um ein háls, vil illa til.
Jónvør: ? Vit eru komin oman á bátin. Plagdu tit at fara oman at hyggja, um nakar er, sum tit kenna? ? Mnaaa. Nei, Mary plagar at fáa ein svartan posa við bløðum og sóvritt. Plagdu tit so at fara umborð eftir [...] tit at gera í dag, tá ið tit eru liðug í skúlanum. Spæla Nintendo? Jónvør: ? Veit ikki. Eg plagi ikki at spæla so nógv. Eg plagi altíð at hyggja at. So, so. Bóndadóttir Tú, Jónvør; fert tú altíð at búgva [...] umborð á Tróndi smáflennandi staðfestir, at bíðað bert verður einar 10 minuttir í Hesti? Jú, vit báðir hildu, at best mundi vera at royna eitt sindur av góðum gomlum kolumbus-journalistikki. Hestur var
niður, tí at Christian ? sum er útbúgvin bilmekanikari ? skuldi á maskinmeistaraskúla. Í Esberg skiftust tey um at lesa og at arbeiða. Christian fekk pappír sum maskinistur, men bleiv ikki liðugur at lesa [...] stovuborðið og fortelur um øll vinfólkini í Esbjerg. Jú, tey hava lovað at skrivað, men tað tykist slett ikki at vera gingið upp fyri henni, at hon ikki longur skal síggja Louise, Jonathan, Andreas og øll hini [...] vilja geva teimum møguleika at vaksa upp á sama hátt sum vit gjørdu ? úti á bygd, sigur hon. Og greiðir frá, at tey valdu at flyta heimaftur áðrenn Karina var somikið gomul, at hon skuldi í skúla. ? Niðri
hevur tikið seg upp, eftir at teir sáttmálasettu lærararnir løgdu arbeiðið niður fyrr í vikuni. Hann sigur, at støðan er rættiliga ótrygg og at tað er við bivandi hjarta, at foreldur senda tey smáu børnini [...] foreldur loyst við at senda børnini til ommur og abbar at ferðast og m.a. eru nøkur børn farin út á bygd at ferðast. Men í hesum sambandi renna foreldrini seg í ein annan trupulleika, og tað er, at tey hava skyldu [...] hann vónar, at partarnir taka samráðingarnar uppaftur. Og hann heldur avgjørt, at, at tað er Landsstýrið, sum hevur skyldu til at taka samráðingarnar uppaftur. ? Landstýrið hevur sett eina fólkaskúlalóg í
uppskotið, at løgtingið samtykti at herða ásetingarnar um loyvda luttøku hjá útlendskum áhugamálum at vera við í føroyskum fiskiskipum. Ásett varð, at nú skuldu 2/3 av eigararunum lúka oman fyri nevndu [...] spurninginum um lógarbrot, sigur Jørgen Niclasen, at Fiskimálastýrið metir, at um fiskifarið verður dømt fyri lógarbrot, skal fiskifarið eisini kunna verða dømt at endurrinda fiskiveiðueftirlitinum á sjónum fyri [...] sambandi skal tó verða lagt afturat, at hesar útreiðslur hóskandi áttu at verið roknaðar upp í upphæddina, tá virði á veiðunøgd verður inndrigið í slíkum førum. Men til tess at tryggja lógargrundarlag fyri hesum
Tórshavnar býráð hevur gjørt av at stuðla Føroyskum Íslandsrossafelag við knappari millión til at byggja eina ríðihøll og felagshøli fyri í Havnadali. Sjálv ríðihøllin skal vera 1.150 fermetrar til víddar. [...] verða tøkir oman á felagshølunum. Rossafelagið sigur í umsókn síni til býráðið, at tað er avgjørt neyðugt við einari ríðihøll í Havnadali, tá hugsa verður um føroyska veðurlagið. Felagið vísir á, at tað javnan [...] javnan skipar fyri ríðing fyri brekað, og krevur hetta, at ein høll er til taks. Í umsóknini verður eisini víst á, at oman á felagshølunum verða 160 fermetrar til taks, ið býráðið kann nýta til barnaansing
er einki yvir at dylja, at klaksvíkingarnir duga at leika flogbólt. Vaknaðu úr dvala Í øðrum hálvleiki komu havnarmenninir afturíaftur. Teir fingu skil á sítt spæl og fingu høvið til at vísa áskoðarunum [...] spennandi dyst, sum tað einu løtuna sá út til, at Mjølnir fór at vinna. Trygvi skaddur Tað var eingin Trygvi á vøllinum fyri Mjølnir leygardagin og tað má sigast vera smeitur við lít. Trygvi er serstakliga drúgvur [...] Kortini eydnaðist tað Mjølnir at leggja stórt trýst á Fleyr, og tað endaði við, at klaksvíkingar vunnu fyrra hálvleik. Teirra spæl var skilabetri og tað spældi kanska inn, at Fleyrleikararnir undirmettu