Fleyr aftur meistari hjá monnum

Flogbóltur: Tað eru longu nakrar vikur síðani Fleyr gjørdist meistari, men tað hevði kortini týdning at vinna dystin móti Mjølnir. Nú er steypafinalan eftir og eisini hon skal vinnast, sigur Klæmint Isaksen

Fleyr-Mjølnir 2-1


heldur ikki fjórðu ferð eydnaðist Mjølnir at vinna dystin móti Fleyr í landskappingini hjá monnum.

Fleyr hevur verið oman á í øllum dystunum í ár, men einasta liðið, sum hevur hótt Fleyr í ár er Mjølnir, og tí var lagt upp til ein spennandi dyst leygardagin.

Og hóast upptaktin hjá Mjølnir var alt annað enn góð, so varð talan um ein spennandi dyst, sum tað einu løtuna sá út til, at Mjølnir fór at vinna.


Trygvi skaddur

Tað var eingin Trygvi á vøllinum fyri Mjølnir leygardagin og tað má sigast vera smeitur við lít.

Trygvi er serstakliga drúgvur spælari og ein avgjørd styrki fyri Mjølnir, men hann meiddi sær fótin undir venjing fríggjadagin og var tí ikki við.

Kortini eydnaðist tað Mjølnir at leggja stórt trýst á Fleyr, og tað endaði við, at klaksvíkingar vunnu fyrra hálvleik.

Teirra spæl var skilabetri og tað spældi kanska inn, at Fleyrleikararnir undirmettu klaksvíkingarnar nú Trygvi var burtur.

Tað skal ongantíð gerast tí tað er einki yvir at dylja, at klaksvíkingarnir duga at leika flogbólt.


Vaknaðu úr dvala

Í øðrum hálvleiki komu havnarmenninir afturíaftur.

Teir fingu skil á sítt spæl og fingu høvið til at vísa áskoðarunum orsøkina til, at teir undan dystinum ongan dyst høvdu tapt í ár.

Breiddin á liðnum er so stór, at teir hava fleiri spælarar til øll pláss og tað sæst kanska best við, at Jan Hentze, sum annars hevur verið drúgvur kantáleypari, spældi libero leygardagin. Tað hevur hann gjørt seinastu dystirnar vegna skaða í knøunum, men hóast tað er altíð annar maður at seta í hansara stað.

Annar hálvleikur varð vunnin, dysturin við og aftan á kundu teir fegnir taka ímóti steypinum, sum teir so ruddiliga hava uppiborið í ár.

Teir hava ikki bara vunnið allar dystirnar í ár, teir hava gjørt tað sera trygt so at siga allar dystirnar.


Steypafinalan

Klæmint Isaksen er eisini væl nøgdur við árið, sum nú er farið, men sum fyri Fleyr kortini ikki er heilt liðugt.

? Nú hava vit sett eyguni á steypafinaluna og vit brúka alla orku upp á at vinna tann dystin. Vit vilja hava greipuna, men tað verður torført. Mjølnir er eitt gott lið, og tað vístu teir eisini í dag, hóast Trygvi manglaði, sigur Klæmint Isaksen.

Tann dysturin verður ein endurtøka av dystinum leygardagin og so er bara at vóna, at Trygvi verður klárur til tann dystin.