Ólavur í Beiti
Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharri, hevur nú lagt uppskot fram um vinnuligan fiskiskap, og sigur m.a. í viðmerkingunum til uppskotið, at løgtingið samtykti at herða ásetingarnar um loyvda luttøku hjá útlendskum áhugamálum at vera við í føroyskum fiskiskipum. Ásett varð, at nú skuldu 2/3 av eigararunum lúka oman fyri nevndu treytir ímóti helvtin frammanundan. Harumframt varð ásett, at eigararnir av 2/3 av ognarpeninginum eisini skulu lúka somu treytir um tilknýti til Føroyar.
? Treytirnar um eigaraviðurskifti vórðu aftur broyttar við, tá ásett verður, at teir føroysku eigararnir av ognarpeninginum eisini skulu hava 2/3 av atkvøðurættinum í felagnum.
Grannskoðarakanning
? Í teimum málum, sum Fiskimálastýrið hevur viðgjørt, har talan hevur verið um, at útlendsk áhugamál hava verið uppií, er komið fram, at ásetingin um ognarpening er ikki nóg neyv, tí hetta fevnir ikki um ábyrgdarpening.
? Harumframt kunnu avgerðir verða tiknar, hóast treytirnar um sjálvan atkvøðurættin í felagnum verða loknar sambært lógini. Tí verður skotið upp, at orðið »ognarpeningur« verður strikað. Í staðin verður ásett, at eigararnir av í minsta lagi 2/3 av eginpeninginum, herundir partapeninginum umframt ábyrgdarpeninginum, sum somuleiðis eiga í minsta lagi 2/3 av atkvøðurættinum og avgerðarrættinum í felagnum, skulu lúka treytirnar í stk. 2.
? Fiskimálastýrið ynskir, at tað veruliga eru føroysk áhugamál, sum standa aftan fyri íløgur í fiskifør. Í tí sambandi verður skotið upp, at treytir kunnu verða settar um íløguførleika hjá teimum einstøku eigararunum aftanfyri ætlanirnar. Til tess at greina hetta nærri kann Fiskimálastýrið biðja um grannskoðarakanningar av eigararunum hvør sær, til tess at staðfesta teirra íløguførleika sammett við teirra lutfalsliga part av íløguni, sigur Jørgen Niclasen m. a. í viðmerkingunum
Lógarbrot
Viðvíkjandi spurninginum um lógarbrot, sigur Jørgen Niclasen, at Fiskimálastýrið metir, at um fiskifarið verður dømt fyri lógarbrot, skal fiskifarið eisini kunna verða dømt at endurrinda fiskiveiðueftirlitinum á sjónum fyri tær útreiðslur, sum kanningarnar í havn kostaðu eftirlitinum.
? Í hesum sambandi skal tó verða lagt afturat, at hesar útreiðslur hóskandi áttu at verið roknaðar upp í upphæddina, tá virði á veiðunøgd verður inndrigið í slíkum førum. Men til tess at tryggja lógargrundarlag fyri hesum, verður skotið upp, at hetta er beinleiðis ásett í lógini, sigur fiskimálaráðharrin m. a. í sínum viðmerkingum til uppskotið.