?Hetta kann ikki halda fram rættiliga leingi afturat.
Thordur Thorsteinsson, formaður í foreldrafelagnum í Hoyvíkar Skúla, er ikki heilt álviligur við støðuna, sum hevur tikið seg upp, eftir at teir sáttmálasettu lærararnir løgdu arbeiðið niður fyrr í vikuni.
Hann sigur, at støðan er rættiliga ótrygg og at tað er við bivandi hjarta, at foreldur senda tey smáu børnini í skúla.
Hann vísir á, at skúlin í Hoyvík mann vera størsti barnaskúli í landinum, tí har ganga børnini bara til og við sjeynda flokk.
Men samstundis munnu fáir skúlar vera so hart raktur av arbeiðssteðginum, sum júst Hoyvíkar Skúli, tí heilir 14 av teimum 24 lærarunum hava lagt arbeiðið niður.
Sostatt eru bara 10 lærarar eftir, og tað tað førir við sær, at flestu børnini hava rættiliga nógvar frítímar inn ímillum.
Men hann minnir eisini á, at Hoyvíkar Skúli er beint við Vegin Langa, sum er ein av høvuðsvegunum.
? Tí hava rættiliga nógv foreldur stóran ampa av, at lata børnini fara í skúlan, tí ongin vissa er fyri, at børnini ikki fara oman á vegin í onkrum frítíma.
Lærararnir sum eru, kunnu ikki átaka sær ábyrgdina av børnunum, ímeðan tey hava frítímar.
? Tað er eisini trupult at leggja tímarnar saman, tí so gera lærararnir verkfalsrakt arbeiði og tað kunnu teir ikki.
Formaðurin í foreldrafelagnum sigur, at nógv foreldur hava tikið avleiðingarnar av hesum og hava rætt og slætt tikið børnini úr Skúla.
Hetta er eisini trupult, tí nógv foreldur arbeiða.
Men hendan trupulleika hava summi foreldur loyst við at senda børnini til ommur og abbar at ferðast og m.a. eru nøkur børn farin út á bygd at ferðast.
Men í hesum sambandi renna foreldrini seg í ein annan trupulleika, og tað er, at tey hava skyldu til at senda børnini í skúla.
Tó kann undantak gerast í serligum førum, tá ið tala ner um smábørn og hetta frávikið brúka foreldrini nú.
Thordur Thorsteinsson sigur, at støðan er ótolandi og hann vónar, at partarnir taka samráðingarnar uppaftur.
Og hann heldur avgjørt, at, at tað er Landsstýrið, sum hevur skyldu til at taka samráðingarnar uppaftur.
? Landstýrið hevur sett eina fólkaskúlalóg í verk. Tí mugu teir eisini gjalda fyri hana og tí má ábyrgdinin at taka samráðingarnar uppaftur, eisini liggja á Landsstýrinum.
? Ella mugu teir taka lógina avaftur, sigur Thordur Thorsteinsson.