Havnarmenn føroyameistarar

Talv: Spenningurin var í hæddini síðsta umfarið í fyrstu deild. Havnarmenn lógu hálvt stig frammanfyri klaksvíkingarnar, og tá síðsti leikur varð leiktur, varð støðan óbroytt; havnarmenn kundu tá kalla seg føroyameistarar

Kappingin um fyrsta plássið hevur alt árið staðið ímillum talvfeløgini úr Havn og Klaksvík. Høvuðsstaðarfelagið hevur tó ligið skutin framanfyri allatíðina, og megnaði loksins at enda á ovastu rók.

Aulan í Kommunuskúlanum var sunnudagin karmur um síðsta umfar í øllum deildunum. Stemningurin í høllini var tjúkkur av spenningi, nervum og hugsunarsomum andlitum. Fitt av áskoðarum gjørdu myndina enn meira livandi og fløkta.

Uppi á lága pallinum sat oddaliðið og telvaði móti botnliðinum av Toftum. Kravið var sigur, helst á øllum borðum. Havnarmenn stillaðu upp við einum sera ungum og framfýsnum liði, sum allir gjørdu sína skyldu og vunnu. Hetta vísti seg at vera neyðugt, eftirsum fremstu kappingarneytarnir úr Klaksvík eisini gjørdu bart, og vunnu á øllum borðum móti Sandavágs Talvfelag. Hetta var í sær sjálvum eitt megnar hál, men rakk tó ikki meir enn til silvur anno ár 2000.

Triðja plássið endaði hjá Kollafjarðar Talvfelag, sum í einum spennandi dysti móti telvarunum úr Hvalvík, kundu vera nøgdur við javnleik á øllum borðum.

Toftamenn mugu fara ta tungu leið niður í aðru deild komandi kappingarár.


Palldysturin

Dysturin á fyrsta borði millum Havnina og Toftir stóð millum undirritaða og ferfaldaða føroyameistaran Jens Kristian Hansen. Eg havi altíð havt stóra virðing fyri hesum telvara, sum hevur mynda toppin í føroyskari telving í tjúgu ár, men eg fekk bast honum við tógvið stríð. Talvið er við í blaðnum í dag.

Tað varð so javnt í toppi og botni í ár, at hevði Jens Kristian- ella ein av hinum toftamonnunum vunnið, ja so høvdu toftamenn yvirlivað í fyrstu deild, og havnarmenn høvdu verið endaðir sum nummar tvey.

Liðið hjá okkum varð, sum sagt sera ungt, og stuttligt varð at síggja talvið á fjórða borði millum trettan ára gamla Olaf Berg úr Havn og Jústines Hansen av Toftum, sum er farin um tey hálvfjers! Heili trýðs ár á muni!

Samanumtikið kann sigast um liðkappingina í ár, at liðini vórðu sera ójøvn. Eitt nú varð yvir tíggju stig millum nummar tvey og trý í fyrstu deild, og tað er óhoyrt. Men kappingin varð hørð í báðum endum, og tað kann bara verða positivt.


Stigslúkarar

Størsti stigslúkarin í fyrstu deild í ár varð Herluf Hansen úr Havn. Hann telvaði flestu talvini á triðja borði, og leikti seg til heili níggju stig av tíggju møguligum.

Rani Nolsøe, silvurvinnari úr Klaksvík, hevði besta úrslit á fyrsta borði í ár, við sjey stigum av tíggju møguligum.

Á øðrum borði varð Ólavur Simonsen úr Klaksvík størsti slúkarin við átta stigum av tíggju møguligum.

Martin Poulsen úr Havn hevði besta úrslitið á fjórða borði, har hann telvaði átta talv og fekk seks og eitt hálvt stig.


Vestmenningar píl upp

Vestmenningar vunnu sum væntað aðru deild í ár, og fara tí at telva í fyrstu deild komandi ár.

John Rødgaard vann øll talvini á fyrsta borði, men næsta ár verður heldur verri hjá honum at endurtaka bragdið.

Fyrsti føroyameistarin í søgu talvsambandsins, Hans Petersen, telvaði við vestmenningum nú leygardagin. Hans vann FM í 1972.

Eingin flytir niður úr aðru deild. Hetta kemst av, at kollfirðingar tóku lið sítt úr kappingini.

Havnin 2 endaði næstir í røðini, meðan klaksvíkingar endaðu á triðja plássi.


Gøtumenn aftur í aðru deild

Havnin 4 vann triðju deild, men gøtumenn, sum blivu næstir í deildini, flyta upp. Havnin hevur tvey lið á aðru deild, og ikki er møguligt at hava fleiri enn tvey lið úr sama felagi í somu deild.

Nummar trý bleiv Vestmanna 2.


Unglingar

Bert fýra lið vórðu í unglingadeildini, tvey úr Havn og tvey úr Klaksvík.

Havnin 1 vann sannførandi deildina framanfyri Klaksvík 1, meðan Havnin 2 vann bronsuna.

30 ára veitslan

Talvsambandið fylti 30 ár í ár, og í samband við føðingardagin varð farið oman á Hotel Hafnia eftir síðsta leikumfarið.

Allir telvarnir úr øllum deildunum vórðu til staðar, og umframt teir vórðu gestir og allir føroyameistarnir síðani 1972 samlaðir á parnassinum.

Har varð borðreitt við pinnamati og drekkivørum, og steypahandanin varð á skránni. Nógvar góðar talir vórðu hildnar, og stemningurin varð heilt góður.

Sum nakað nýtt hevði nevndin í Talvsambandi Føroya avgjørt at heiðra tveimum persónum, sum teir hildu hava havt sera stóran týdning fyri føroyskari telving at frama. Hans Petersen fekk handað heiðursbræv við tí grundgeving, at hann varð fyrsti føroyameistarin vit áttu, og at hann umboðaði Føroyar á fyrsta borði á olympiaduliðinum. Hann varð- og er ein fyrimynd í føroyaskari telving.

Jákup Thomsen varð heiðraður fyri megnarstórt nevndararbeiði fyri Talvsambandið tey fyrstu árini. Hann varð formaður í fyrstu nevnd Talvsambandsins, og ein av oddamonnunum fyri at fáa Føroyar góðkendar altjóða í talvi.

Stuðlað hátíðarhaldi høvdu; Tórshavnar Býráð, J.F.K Heilsølan og Føroya Bjór.