ávaraði ímóti gongdini í dag ? Vit eru ongantíð í so stórum vanda sum nú fyri at endurtaka øll mistøkini, vit gjørdu í áttatiárunum, tí danski blokkstuðulin hevur gjørt, at vit hava fingið ein fiskiflota, [...] tjóðveldisflokkurin komin til, nú hann aftur situr í andstøðu, eftir at hava verið í samgongu seinastu seks árini. Á flokstingi tjóðveldisfloksins í Sumba faran vikuskiftið var Høgni Hoydal komin til ta niðurstøðu [...] ímeðan vit sótu í samgongu. Og nú verður hann offraður á sambandsaltarinum, legði hann afturat. Hann segði tað skuldi tíverri skuldi so sterkur lútur til sum at Føroyar fóru á heysin, áðrenn vit funnu útav
Flestu, sum hava seyð, munnu nú vera komin í gongd við fjallgongu og fletting. Heystfrítíðin er byrjað, og nú verða helst flestu fjøll gingin, sum ikki longu eru gingin. Í summum bygdum og oyggjum verður [...] áðrenn fjøllini verða gingin. Gingið verður frá einari familju til aðra at fletta veðrar. Hetta síggja vit eisini í Sandoynni, har familjur hjálpa hvørji aðrari, soleiðis at flettingin ikki kennist so møtimikil [...] verður eisini nógv gjørt burtur úr heima hjá familjuni, har flett verður, og tá øll krovini vóru komin upp at hanga, bjóðaði húsmóðirin til stórt og vælbúgvið borð. Eitt veðrakvøldið í Sandoynni er eitt
knógva undir heimsisn størsta skatta trýsti, og nú er túrurin komin til vinnuna. Tað hevur gingið hampuliga gott hjá ávísum pørtum av vinnuni, og nú eru teir har beinanvegin – politikararnir. Í staðin [...] vinnu hava eitt sindur eftir í egnum lumma, verða vit øll knokkroytt – onki verður eftir at seta nýtt virksemi í gongd ella til uppsparing. Nú er tíðin komin til at taka okkum saman í frælsisbardaga okkara
greinina um hesa hendingina, tá hann ruddaði umborð á bátinum hjá pápa. Vit hava goymt greinina, og nú tá vit eru í Føroyum vilja vit fegin fáa meira at vita um hetta, sigur Hilde Edelston. Tey bæði komu [...] menninar Skrivað er um hendingina í einum norskum blaði. Norsku hjúnini John og Hilde Edelston eru nú komin til Føroya og vilja fegin hava samband við teir unglingarnar, sum vóru umborð á bátinum hesa náttina [...] menninir ikki komu aftur til lands, og ein leiting var tí sett í verk. Norska fiskiskipið Dragholm var komin inn á Trongisvág at bunkra, og báturin var tí við í leitingini eftir teimum báðum monnunum, sum vóru
danska arbeiðsrættin inn yvir føroysk starvsfólk, tí arbeiðsreglurnar í Danmark eru als ikki tær somu sum í Føroyum. ? Vit meta hetta sum eina sera grova provokatión. Í løtuni situr ein arbeiðsbólkur í [...] takarar kunnu vera nøgdir við. Tað veit stýrið á Landssjúkrahúsinum fullvæl, og vit halda tað vera burturvið, at teir so nú skulu draga danskan arbeiðsrætt inn í føroysk viðurskiftið. Gunleivur Dalsgarð [...] fútarætturin hóast alt verður nýttur. Spurdur um arbeiðsbólkurin er komin til nakra niðrstøðu ella nakra loysn í málinum, svarar Gunleivur, at tað eru teir ikki. ? Men teir arbeiða við at finna eina loysn, sum
184 læknar eru til sama íbúgvartal í Danmark, 166 eru í Noregi og 204 eru í Íslandi. Sammeta vit tølini fyri sjúkrahjálparar/pleygarar, so liggja vit langt undir øðrum Norðurlondum. 109 eru til 100 túsund [...] túsund íbúgvar. Taka vit eitt nú og sammeta við Grønland, so eru har 305 sjúkrahjálparar og í Danmark er talið 257. Bókin komin Tølini, ið vit hava nevnt omanfyri, eru tikin úr bókini "Heilsuhagtøl í No [...] talið 516, í Noregi 521 og í Íslandi 468. Um vit sammeta talið av læknum fyri Norðurlond, so eru vit í Føroyum ikki so væl fyri. Umroknað til 100 túsund íbúgvar eru 125 læknar á sjúkrahúsunum. Hetta er lægsta
valdi tí at halda fram við verandi skipan, men nú er so spurningurin, hvussu langt vit eru komin, um vit hava fingið nóg mikið av vitan av royndarveiðini, um vit hava fingið nóg mikið at vita um fiskileiðirnar [...] spurningurin er tí eisini, um vit hava fingið nóg mikið til at kunna kára alt sjálvir. Og aftrat hesum koma so mangir aðrir spurningur, eitt nú spurningurin viðvíkjandi ICCAT, har vit enn ikki hava limaskap. [...] til røttu marknaðirnar verður ikki talan um nakra royndarveiði, men spurningurin verður nú kannaður, um vit eru komnir hartil, leggur Jørgen Niclasen at enda aftrat.
seinastu málsøkini eru komin á føroyskar hendur, verður ríkisveitingin úr Danmark eisini burtur. Vit rinda fyri málsøkini, vit yvirtaka, sigur løgmaður. - Sjálvandi gjalda vit rokningina, tá vit taka ábyrgdina [...] 20 ár. Ikki um 10 ár, tá er ov stutt tíð fráliðini, men um 20 ár. Tá hava vit yvirtikið øll málsøkini, og tá eru vit næstan komin á mál. Tíðin er tá búgvin at spyrja: Vilja tit hava ríkisfelagsskapin í verandi [...] fara at umsita málsøkini, sum enn ikki eru yvirtikin, hava vit førkað okkum upp at markinum, hvat føroyingar kunnu taka sær fyri í heimastýrisskipanini. Tá skulu vit hava eina nýggja skipan, sigur løgmaður
árini, men nú er tíðin komin at gevast. - Nei, nú er nokk, tíðin er komin at gevast, sigur Kim Hansen, ið heldur at tað er sunt, at fara víðari og at sleppa spæla saman við øðrum tónleikarum. - Vit vilja prøva [...] árini í Showmonnum er ein tíð, sum eg fari at minnast aftur á við gleði. Vit gevast ikki, tí vit eru ósamdir, ella ikki orka meira. Vit gevast fyri at sleppa at royna okkurt annað, sigur Kim. Hann viðgongur
Tað var eitt sindur óheppið, at vit ikki vunnu, tí vit vóru omaná í stórum løtum, helt Poul Ingason. -Vit vistu, at vit høvdu evnagott lið. Vit fóru eftir at vinna, og vit vóru stórar partar av dystinum [...] dystinum betri enn Rumenia, og vit fingu tvey mál. Eg haldi ikki, at vit spældu so hart, at vit høvdu uppiborið fýra gul kort. Tað var partur av okkara ætlan, at 17 ára gamli Poul Ingason skuldi koma á vøllin [...] vøllin síðstu løtuna, og vit vistu, at hann kundi megnað at avgera, og tað vísti seg eisini at vera soleiðis. Vit hava fólkið at spæla fótbólt, vit royndu at spæla, og tað eydnaðist væl, staðfesti annar venjarin