Flestu, sum hava seyð, munnu nú vera komin í gongd við fjallgongu og fletting. Heystfrítíðin er byrjað, og nú verða helst flestu fjøll gingin, sum ikki longu eru gingin.
Í summum bygdum og oyggjum verður nógv gjørt burtur úr veðrunum, sum gjarna verða flettir nakrar dagar, áðrenn fjøllini verða gingin.
Gingið verður frá einari familju til aðra at fletta veðrar.
Hetta síggja vit eisini í Sandoynni, har familjur hjálpa hvørji aðrari, soleiðis at flettingin ikki kennist so møtimikil, tó at veðrarnir kunnu vera fleiri í tali.
In.fo var við, tá nakrir veðrar vórðu flettir í einum bilhúsi á Sandi síðsta leygardag. Her vóru fýra flettingarborð og fleiri skjótir og dugnaligir flettarar.
Eitt slíkt kvøld verður eisini nógv gjørt burtur úr heima hjá familjuni, har flett verður, og tá øll krovini vóru komin upp at hanga, bjóðaði húsmóðirin til stórt og vælbúgvið borð.
Eitt veðrakvøldið í Sandoynni er eitt hugnaligt og spennandi kvøld, sum nógv verður gjørt burtur úr.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##