Royndarfiskiskapurin eftir tunfiski kannast

- Okkara fremsta mál er at fáa tunfiskaveiðina til eina lønandi vinnu, og tí ræður um at leggja alt væl til rættis framyvir, sigur Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharri, sum saman við Fiskimálastýrinum skal taka støðu til fiskiskapin í ár

Tað er rættiliga nógv komið fram um royndarfiskiskapin eftir tunfiski seinastu dagarnar, har tað eisini er komið fram at rættiliga fitt av peningi er í hesi vinnu, ikki minst til teir sum loyvini hava. Í spølni førdi onkur fram, at hevði Fiskimálastýrið sjálvt havt loyvini og seldi tey víðari og fekk allan ágóðan av søluni, stóð ikki á at bygt minst eitt vaktarskip aftrat tí nýggja, sum verður bygt í løtuni.


Valdi at halda fram

Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharri, sigur, at nú verður alt viðvíkjandi royndarfiskiskapinum eftir tunfiski kannað og enn er ikki avgjørt, hvat hendir í ár.

? Eg var nýggjur landsstýrismaður í fiskivinnumálum og valdi tí at halda fram við verandi skipan, men nú er so spurningurin, hvussu langt vit eru komin, um vit hava fingið nóg mikið av vitan av royndarveiðini, um vit hava fingið nóg mikið at vita um fiskileiðirnar í okkara sjógvi, marknaðin og annað mangt tengt at hesum fiskiskapi.


Japanar lært okkum nógv

? Tað er eingin ivi um, at japanar hava givið okkum sera stóra vitan um henda fiskiskap, og spurningurin er tí eisini, um vit hava fingið nóg mikið til at kunna kára alt sjálvir. Og aftrat hesum koma so mangir aðrir spurningur, eitt nú spurningurin viðvíkjandi ICCAT, har vit enn ikki hava limaskap.

? Okkara fremsta mál er at fáa tunfiskaveiðina til eina lønandi vinnu, og tí ræður um at leggja alt so væl til rættis sum gjørligt. Vit krevja okkara rætt til hetta tilfeingi og tí ræður eisini um at gera tað rætt, og tað kann verða ringt, sigur Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharri.

? Tá ið vit hava fingið mest møguliga vitan og atgongd til røttu marknaðirnar verður ikki talan um nakra royndarveiði, men spurningurin verður nú kannaður, um vit eru komnir hartil, leggur Jørgen Niclasen at enda aftrat.