Kitty May Ellefsen
----------
- í frælsisbardaga okkara móti politikara- og krakkaveldinum, sum mergsígur borgararnar og vinnuna.
Kom og savni allar sterkar kreftir! Kom og lat okkum byrja frælsisbardaga móti verandi skatta- og avgjaldsveldinum eins og Nólsoyar Páll á sinni bardist móti einahandlinum.
Tað gerst alt meira greitt, at týdningarmesti spurningur føroyinga er bardagin móti tí alt meira lemjandi skatta- og avgjaldstrýstinum á borgarar og vinnulív.
Borgarar knógva undir heimsisn størsta skatta trýsti, og nú er túrurin komin til vinnuna. Tað hevur gingið hampuliga gott hjá ávísum pørtum av vinnuni, og nú eru teir har beinanvegin – politikararnir.
Í staðin fyri at lata borgarar og vinnu hava eitt sindur eftir í egnum lumma, verða vit øll knokkroytt – onki verður eftir at seta nýtt virksemi í gongd ella til uppsparing.
Nú er tíðin komin til at taka okkum saman í frælsisbardaga okkara móti politikara- og krakkaveldinum, sum mergsígur borgararnar og vinnuna.
Hetta er okkara fremsta uppgáva, tá tað snýr seg um frælsi hjá tí einstaka borgarunum og møguleikunum hjá vinnuni í dagsins føroyska samfelagi.
Lat borgararnir og vinnuna hava eitt sindur eftir, soleiðis bæði einstaklingar og vinna hava nakað til at viðka um virksemi ella fara undir nýtt virksemi.