Spurningurin um stórar íløgur í samferðslukervið eigur at fáa neyva viðgerð longu nú, hóast seinasta stóra verkætlanin, Norðoyatunnilin júst er liðug.
Her stingur so eitt gamalt mál seg framaftur. Tað er ein nýggjur flogvøllur.
Áðrenn undirsjóvartunnil varð gjørdur um Vestmannasund var tað tabu at nevna spurningin um nýggjan flogvøll. Í dag er støðan ein onnur. Góða sambandið til flogvøllin í Vágum ger hann meira attraktivan enn frammanundan. Arbeitt verður nú eisini við eini ætlan at longja vøllin og betra umstøðurnar har. Hetta eru vit øll samd um skal gerast. Tí hóast flogvøllurin í Vágum ikki telist millum teir bestu, tá talan er um veður, so er hesin komin fyri at verða.
Men við tíðini koma broytingar og nýggjar avbjóðingar, og spurningurin er, um vit ikki eru komin hartil, at ein flogvøllur aftrat eigur at fáa hægri samfelagsliga raðfesting. Tvs. at verandi flogvøllur og útbygging av honum eigur ikki at verða nøkur forðing fyri, at vit fáa enn ein flogvøll. Eitt samfelag sum tað føroyska, sum eisini skal taka hædd fyri altjóðagerðini, má hava tey best hugsandi samferðslusambondini til umheimin. Og tey fáa vit bert, um vit hava tveir flogvallir.
Í blaðnum í dag nemur ein av oddamonnunum hjá nýggja føroyska flogfelagnum FaroeJet og ein av teimum, sum hevur verið við til at menna Atlantsflog seinastu árini, við nettupp hetta fyrrverandi og lutvíst framhaldandi tabuevni, nevniliga nýggjan flogvøll á Glyvursnesi.
Pætur Rasmussen, sum hevur drúgvar royndir innan bæði flogferðslu og ferðavinnu og sum hevur arbeitt í Grønlandi í mong ár, heldur tíðina vera komna til, at vit grava framaftur ætlanina at gera ein flogvøll á Glyvursnesi. Hann vísir í hesum sambandi til framtíðar avbjóðingar so sum eina oljuvinnu og sigur, at verður olja funnin við Føroyar, fer hetta at seta stór krøv til flogferðsluna. Og hann heldur fyri, sum eisini rætt er, at tað vildi verið upplagt, at komandi inntøkur frá eini oljuvinnu, eisini vóru við til at fíggja ein nýggjan flogvøll.
Lat okkum geva slíkum viðmerkingum frá professionellum fólki ans og taka tær við í metingarnar, tá vit skulu til at raðfesta størri íløgur í undirstøðukervið og samferðsluna sum heild, antin hetta so er millum oyggjar ella millum lond. Hví ikki nú tá Norðoyartunnilin er vorðin veruleiki seta út í kortið ein nýggjan flogvøll, soleiðis at vit bæði tá ræður um samferðslu í landinum og til og frá landinum, hava latið okkum væl í til framtíðar avbjóðingar.
Sosialurin










