Fáir læknar og fitt av sjúkrasystrum

Norðurlendsk hagtøl innan heilsuverkið vísa, at vit hava nógvar sjúkrasystrar í Føroyum, meðan talið av læknum og sjúkrahjálparum er heldur lágt

Sammeta vit við onnur Norðurlond, so er sjúkrahúsverkið sera væl mannað við sjúkrasystrum. Umroknað til 100 túsund íbúgvar, so hava vit 635 sjúkrasystrar á okkara sjúkrahúsum. Hetta tal er tað hægsta í Norðurlondum. Í Danmark er talið 516, í Noregi 521 og í Íslandi 468.

Um vit sammeta talið av læknum fyri Norðurlond, so eru vit í Føroyum ikki so væl fyri. Umroknað til 100 túsund íbúgvar eru 125 læknar á sjúkrahúsunum. Hetta er lægsta talið í norðurlondum. 184 læknar eru til sama íbúgvartal í Danmark, 166 eru í Noregi og 204 eru í Íslandi.

Sammeta vit tølini fyri sjúkrahjálparar/pleygarar, so liggja vit langt undir øðrum Norðurlondum. 109 eru til 100 túsund íbúgvar. Taka vit eitt nú og sammeta við Grønland, so eru har 305 sjúkrahjálparar og í Danmark er talið 257.


Bókin komin

Tølini, ið vit hava nevnt omanfyri, eru tikin úr bókini "Heilsuhagtøl í Norðurlondum", sum Nordisk Medicinalstatistisk Komité skipar fyri.

­ Sum heild kann sigast, at vit líkjast øðrum Norðurlondum. Av tí at londini hava ymsar skipanir á sjúkrahúsunum, har nøkur hava sjúklingar liggjandi leingi, onnur kanska stytri og ofta, so ber ikki so væl til at sammeta øll tølini. Men nøkur eru faktatøl og tey kunnu sjálvandi sammetast, sigur Pál Weihe, læknastjóri.

­ Tølini kunnu geva okkum eina hóming av, hvussu støðan eitt nú er á nøkrum økjum, sigur Pál Weihe, ið fegnast um at vit nú hava fingið hagtøl at virka innan føroyska heilsuverkið.

Og sambært bókini, ið hevur tøl fyri flest øll økir, so liggja Finnland og Føroyar niðast, tá umræður útreiðslur til heilsuverkið. Her liggja danir klárt á odda, meðan íslendingar og norðmenn koma teimum á baki.