ruðuleikanum. Eitt er púra vist og tað er, at henda samgongan kemur ikki undanfarnu samgongu upp á knøini, hvat viðvíkur politiskum ruðuleika, tá vit líta aftur bara 3-4 ár. Men hvat, tað er lættari at síggja [...] nýval. Politiski retorikkurin hjá andstøðuni er í mínari verð als ikki eftirfarandi og øll tey, sum hava fylgt við í politikki seinastu mongu árini vita at so er. Eg skal her ikki gera nakra umfatandi politiska [...] vit ikki. Ístaðin fyri at kritisera samgonguna, so hevði tað verið ein betri stílur, at tit andstøðuflokkar greiða veljarunum frá, hvat tit sjálvir hava at bjóða upp á av málum við veruligum politiskum
at latið ein ávísan frádrátt fyri hvønn dagin, ein fiskimaður varð burtur, heldur enn at frádrátturin er 15% av hýruni, sum hann er í dag. Hann sigur, at hann er farin at kanna um hetta er ein skipan, sum [...] tturin til fiskimenn er órættvísur. - Er tað rímiligt, at ein fiskimaður, sum er við einum góðum báti og forvinnur 500.000 krónur um árið, skal hava størri skattafrádrátt enn ein, sum forvinnur 300.000 [...] Hvussu nógv skulu tey við góðari løn, rinda til okkara felags samfelagsliga húsarhald og, hvussu nógvar byrðar skulu leggjast á tey við lágari løn? Hetta er ein spurningur, sum Aksel V. Johannesen, nývaldur
- Og eg má enn einaferð gera vart við, at talan er bert um eina fyribils framsýning, og var endamálið í stóran mun at geva fólki eina fatan av, hvat er teimum í væntu, sigur Bjørki Geyti. Og hann sigur [...] bólkar og barnafamiljur. - Men væntandi fara vit framyvir at gera tað ókeypis á ólavsøku, tí tað er ein góður háttur at marknaðarføra verkætlanina, sigur Bjørki Geyti. Góður faldari Í faldaranum, sum fólk [...] endamálið. Harumframt játtaði býráðið at fíggja rakstrinum av verkætlanini í 2006. Áhugabólkurin Ein áhugabólkur er settur saman av fólki, sum av ymsum orsøkum hava áhugað fyri akvariuminum, tey eru eisini til
laksi er farin upp um 20 krónur í miðal. Selt er fyri 22 krónur kilo hesa vikuna. Framleiðslukostnaðurin er einar 19 krónur í miðal, og tað eru endiliga góð tíðindi fyri alivinnuna, at tað aftur er yvirskot [...] kunngerðina. Afturlætnir ventilar Nýggja kunngerðin er ein liður í ætlanini at basa sjúkum í føroyskum alibrúkum. Sum er, kunnu brunnbátar í dag flyta fisk við opnum ventilum. Men kunngerðin leggur upp til, at [...] ventilum. Tað merkir, at sama vatnið er í lastini alla tíðina. Alarar, sum Sosialurin hava tosað við, siga kunngerðina vera í lagi, um talan er um sjúkan fisk. Men kravið er alt ov hart, um hon eisini skal
sjógvurin er fjarandi, og tað mugu vit gera nakað við. Loysnir sum svíða Fleiri møguleikar eru nevndir, sum kunnu fáa tað at fløða aftur í landskassanum. Ein er tilfeingisgjøld og ein annar er pensjóns [...] vit, at tað er ongantíð gott at hava undirskot. Men so einfalt er tað kortini ikki, tá vit tosa um landshúsarhaldið. Har eru nevniliga fleiri sløg av avlopum og undirskotum. Fíggjarlógin er ein løgin lóg [...] men tá er talan bara um ein meting. Tað er ikki lógarbrot, um inntøkurnar verða minni, enn tað sum stendur í fíggjarlógini. Sum aldur í sjónum Um skipini fáa nógvan fisk, so fáa manningarnar góða løn, og
tí hon er illa undirbygd. Tað er so lætt at geva út litfagran faldara. Tað er ongin trygd fyri at hetta lítla royndarverk fer at eydnast. Hvat ger man so? Eftir liggur ein langur vegur og ein stórur [...] Eisini er stutt at ganga út í Oyrar. At vera úti í Oyrum og við Bøsdalafoss er nakað serstakt og tað er ein serligur friður, ið valdar har úti. Hetta kemur kanska serliga av tí at tað als ikki er nakar [...] Heiðafuglur fer ikki at støðast har longur. Tað er ein stórur vandi fyri, at ristingar frá spreingingum kunnu elva til omanlop í Nípubergið. Sum nú er, er ein stór riva við rásina inn í Múla har seyður gongur
ð ikki hóskar einum persóni, sum er yvir 18 ár, so heldur stuðul til umsorgan uppat. Hvat er trupulleikin? Yvirorðnaði trupulleikin er aldursmarkið 18 - 67 ár. Tá ein persónur fer frá barnaøkinum yvir [...] loysnir. Men NEI. Har er onki at heinta! • Kunngerðin um ansingarløn, verður bara veitt til avvarðandi at persónum undir 18 ella yvir 67 ár. • Endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku er ætlað foreldum at [...] siðvenja, sum ST-sáttmálin ávarðar ímóti. Hvat er at gera? Ein loysn kundi verið at loyst upp fyri 18-67 ára aldursmarkinum. Soleiðis kundu avvarðandi at fólki við menningartarni, sum ikki fáa nøktandi almenn
Serstakliga hevði Alexina góð orð til Petur, sum var veikligur frá barni av. Og tá ið hann vildi vísa henni okkurt, sum hann kundi gera, segði hon: “Sum hann er raskur!” ella “Er hann ikki raskur!” Hon var [...] og veruleikin er framvegis: “longsta lív skjótt endar tað.” Og hvør tann einasti ein av hesum granskarum má sjálvur lúta fyri veruleikanum og sannleika skriftarinnar: “Menniskjanum er lagað at doyggja [...] “Hvat man fara at verða av hesum barni?” (Luk. 1,66) Soleiðis varð spurt av grannum og bygdarfólki Jóhannesar doypara, tá ið hann varð føddur í lítlu bygdini Ein Karem í fjallalandi Judea í Ísraelslandi
turkaður. Tað var Jákup Garðshorn sum tók ímóti fiski frá Kjølbro. Tá var í hvussu er meira sól um summarið enn tað er nú. Kvikk, ein motorbátur, plagdi at koma við fiskinum. Fiskurin var fyrst vaskaður og so [...] aftur í góðskuni. Niður á bóndagarð Í 1938 fór eg niður á ein bóndagarð. Jógvan, fosturbeiggin, og eg ornaðu fyri, at vit skulu fara niður ein bóndagarð á Lollandi at læra okkurt innan landbúnað. Har [...] upp at spinna. Konan mín bant. Fekk mann eina troyggju um vikuna, so var tað fyri matin. Hetta var ein góð hjálp til húsarhaldið. Vit áttu einar 20 seyðir, so kjøt var eisini nóg mikið av. Kúgv var eisini
mær, so er tað verri enn so altíð, at so er. Men ein morgun hevði eg penn og pappír til taks. Í ÚF rungaði Barnaútvarpið, ið ofta ger nógvan gang, fyrst dagurin byrjar. Gangurin er so eitt. Ein kann jú [...] . Botnurin Botnurin er botnurin. Tað er í hvussu er ikki lygn! Nei, nú skal ein ikki bert síggja svart uppá alt (fyri at verða í hasi rilluni, sum luttakararnir seinast). Talan er um eina hálvvánaliga [...] Nú er skjótt, at ein sum ummælari ella umrøðari fær slagsíðu og gerst ov negativur. Men málsliga er so illa statt, tá um loftmiðlar ræður, at ein kundi fylt teig eftir teig við væl meintum rættleiðingum