Ali Baba og teir 40 matpakkarnir

Loftmiðlaummaælið hesaferð: Politiska signalið er í hvussu er klárt. Kanska hevur onkur skemtilig sál á almennu kontórunum við sorgblídni givið yvirskriftini ?útoyggja? nýtt snið til ?útdoyggja?

 

Nú er skjótt, at ein sum ummælari ella umrøðari fær slagsíðu og gerst ov negativur. Men málsliga er so illa statt, tá um loftmiðlar ræður, at ein kundi fylt teig eftir teig við væl meintum rættleiðingum. Villurnar eru ofta av slíkum slag, at tær lættliga oyðileggja meginpartin av degnum hjá hampafólki.


Hóast eg ofta havi sett mær fyri, at eg altíð skal hava penn og pappír uppi á mær, so er tað verri enn so altíð, at so er. Men ein morgun hevði eg penn og pappír til taks. Í ÚF rungaði Barnaútvarpið, ið ofta ger nógvan gang, fyrst dagurin byrjar.


                 Gangurin er so eitt. Ein kann jú bara dempa. Men at fóðra unga ættarliðið við søguni um Ali Baba á vánaligum máli, er verri enn einki.<?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>


                 Eg skrivaði í skundi hesa snimmu morgunstund, meðan kaffimunnurin kólnaði:<o:p></o:p>


                 ?....Hann æt matpakkan...?. Kann nakar eita Matpakki?<o:p></o:p>


                 Tað er eitt sindur óheppi hjá viðkomandi, um hann eitur Matpakki, tí óivað verður hann argaður.<o:p></o:p>


                 Nei, vælmeinandi upplesarin meinti helst, at ?..hann át matpakkan??!


                 Men sama morgun tók Ali Baba kókandi oljuna!?!


                 Viðmerking óneyðug! Skuldi onkur ivast, so eitur tað, at hann tók ta kókandi oljuna!


                 Segði nakar morgungron? <o:p></o:p>


                 Ja, kanska, men slíkt er at fáa gron av í mínum heimi.


                 Seinni varð aftur lisið upp og tá var sagt nakað soleiðis. ?..fleiri stellir?.?.


                 Brillustell, kaffistell. Tað eitur eitt stell og fleiri stell. Ongantíð fleiri stellir. Bert stell. So einfalt er tað. Og tað sama er galdandi fyri orð sum skáp og sekund.


 <o:p></o:p>


Miðstaðar politikkur og útdoyggjaálit


Loftmiðlaøkið er í stóran mun politikkur, hvørki meira ella minni. ÚF hevur virkað og virkar rættiliga væl, síðani byrjanina í fimtiárunum. Síðani vit fingu alment sjónvarp í 1984, hava vit havt eina lítla deild, ið tó er ment, men sum neyvan kann kallast eitt alment sjónvarp. Og munnhøggarí aftur og fram hevur ikki ført til stórvegis fet fram á leið.


                 Men nú er ein glotti. Um ein altso býr í sonevnda miðstaðarøkinum. Føroya Tele (alment partafelag ? veit nakar neyvt hvat tað er?) skal senda sjónvarpsrásir, tær útlendsku. Til miðstaðarøkið.


Góð loysn uppá okkara sjónvarpspolitikk, siga óivað allir parteigararnir og brúkararnir av almenna partafelagnum, ið búgva júst so langt burtur frá gongugøtuni í Havn, at signalið ikki røkkur teirra stovu!!


                 Politiska signalið er í hvussu er klárt, nú val er í hondum, og alt sum eitur útjaðarapolitikkur og útoyggjaálit er lagt í eina skuffu.


                 Og kanska hevur onkur skemtilig sál á almennu kontórunum við sorgblídni givið yvirskriftini ?útoyggja? nýtt snið til ?útdoyggja?.


 <o:p></o:p>


Botnurin<o:p></o:p>


Botnurin er botnurin. Tað er í hvussu er ikki lygn! Nei, nú skal ein ikki bert síggja svart uppá alt (fyri at verða í hasi rilluni, sum luttakararnir seinast). Talan er um eina hálvvánaliga spurnarkapping, men tvey stuttlig innsløg. Og sjálvsagt hongur sera nógv á luttakarunum við slíka kapping.


Haldi Edward Fuglø eigur pallmyndina. Hon eigur í hvussu er rós.<o:p></o:p>


Øll byrjan er trupul og byrjast skal á botni, um ein vil læra. Tað sigst, at sendingarnar gerast betri og betri. (Tíðindi søgdu annars í vikuni, at fleiri sendingar eru framleiddar afturat teimum mongu, ið eru gjørdar).


Vit gleða okkum og tað tykist longu, sum gongur framá.


                 Botnurin skal vera botnurin. Rætt skal vera rætt. Rós eiga teir fyri at ganga nýggjar leiðir, ið eisini yngra ættarliðið kann hyggja at. At gera gott undirhald er ikki lætt. Og ein kann ikki gera øllum tilpass.


                 Tað eru áhugaverdar tíðir, vit liva í.<o:p></o:p>


                 Fjølmiðlapolitikkur verður endavendur á tingsins røðarapalli.


                 Fjølmiðlar, loftmiðlar. Eitt fyribrigdi, tey fáu framleiða til so mong og sum øll hava eina meining um.


                 Skulu loftmiðlarnir hava loyvi at senda handilslýsingar?


                 Komandi vikurnar verða óivað nógvar fjaldar lýsingar við meira og minni innballaðum valfleski varpaðar um allar geilar. Eisini tær geilar, har almenna partafelagið ikki tímir at senda.