Aldursmarkið 18-67 ár, BPA og fleksiblari stuðulsskipan

Javni á fundi við landsstýriskvinnuna í almannamálum:

Javni

----
Í kjalarvørrinum av neyðar­róp­inum í Sosialinu m tann 13. des. 2013 um Malenu Arn-holdsdóttir og son hennara Ólav M. Eliassen var Javni í seinastu viku á fundi við lands­stýriskvinnuna í al­manna­málum.
Umframt Malenu og Ólav, eru fleiri í líknandi støðu, sum líða undir, at væl­ferð­arsamfelagið Føroyar ikki livir upp til ST-sáttmálan, at geva fólki virðilig kor og val­møguleika, tá tað kemur til bústað og tænastu. T.d. kenna vit fólk við fjølbreki og sein­heilaskaða, har tæn­ast­an als ikki tilletur, at tey og av­­varðandi fáa livað eitt van­­ligt lív.
Tað vísir seg, at um eitt bú­staðatilboð ikki hóskar einum persóni, sum er yvir 18 ár, so heldur stuðul til um­sorgan uppat.

Hvat er trupulleikin?
Yvirorðnaði trupulleikin er aldursmarkið 18 - 67 ár. Tá ein persónur fer frá barna­­­økinum yvir í vaksna­­­manna­økið heldur skyld­an hjá tí almenna yvir fyri familjuni uppat. Har­um­framt gera sið­venj­ur í Al­manna­verk­in­um seg eisini gald­andi t.d. við­víkjandi stuð­uls­skip­anini.
Um onki bústaðatilboð er, sum hóskar til viðkomandi, verður hann noyddur at búgva í barndómsheiminum. Um­framt pensjón, fær við­kom­andi kanska tilboð á vardum verkstaði og nakrar fáar stuðulstímar. Søgan um støðuna hjá Malenu og Ólavi er eitt gott dømi um, hvussu galið tað kann ganga. Heilsu­støðan hjá Ólavi ger, at hann tíðum noyðist at vera heima frá arbeiðnum á varda verk­staðnum. Tá hevur hann tørv á at hava kompetentan per­són hjá sær.
Av tí, at heilsustøðan hjá honum er av slíkum slagi, at tað ikki ber til at leggja til rættis frammanundan, nær tørvur verður á hesum um­sorganarpersóni, so hevur Almannaverkið ikki megnað at sett stuðulsskipan inn, sum kundi gera tað møguligt, at Malena bleiv meira støð­ug arbeiðskraft. Malena hev­ur ikki kunnað havt lønt arbeiði á sínum arbeiðsplássi í meira enn fýra ár. Tey bæði hava tí verið noydd til at liva av hansara pensjón og røktarviðbót. Tað sigur seg sjálvt, at ein almannaveiting, sum er ætlað einum fyri­tíðar­pensjonisti ikki røkkur til tvey at liva fyri.
Frá fyrsta degi, fyri meira enn fýra árum síðani, hevur Malena søkt um at fáa okkurt endurgjald. Tosað hevur verið við øll starvsfólka- og leiðsluløg, heilt frá gólvinum og til landsstýrismannin í al­mannamálum og tosið hevur snúð seg um allar hugsandi loysnir. Men NEI. Har er onki at heinta!
• Kunngerðin um ansingar­løn, verður bara veitt til avvarðandi at persónum undir 18 ella yvir 67 ár.
• Endurgjald fyri mista ar­beiðsinntøku er ætlað for­eldum at børnum undir 18 ár.
• At gerast stuðul hjá sínum egnu? Stuðulsskipanin fyri vaksin hevur heimild úr §32 í forsorgarlógini. Ongin lóg ella onnur for­skrift forðar fyri, at av­varðandi gerast stuðlar hjá sínum egnu, um tað er tann besta loysnin her og nú. Men NEI; her hevur Almannaverkið gjørt av, at tað ber ikki til við teirri grundgeving, at tað hevur verið okkurt dømi, har tann loysnin var óheppin. Altso ein siðvenja, sum ST-sáttmálin ávarðar ímóti.

Hvat er at gera?
Ein loysn kundi verið at loyst upp fyri 18-67 ára aldurs­mark­inum.
Soleiðis kundu avvarðandi at fólki við menningartarni, sum ikki fáa nøktandi almenn tilboð, fingið antin fyri mista arbeiðsinntøku, ansingarløn ella gjørdust stuðul hjá sín­um, tá ið viðurskiftini gera tað neyðugt.
Afturat vanligu stuðuls­tæn­astuni eigur at verða møguligt at velja tann í okk­­ara grannalondum sera vældámda BPA stuð­ul­in. BPA stendur fyri Borgara­stýrd Persónlig Atstøða (assi­stansa). Tað er ein stuðuls­tænasta, sum verður gold­in úr sama kassa, sum van­liga stuðulsskipanin. Mun­urin á hesum báðum stuðuls­tæn­astunum er, at í BPA stendur borgarin við róðrið. Hann vel­ur sín stuðul/stuðlar, hann velur nær stuðulin skal brúkast og hvussu. Í øll­um okkara grannalondum veitir lóggávan karmar fyri BPA. Javni ynskir inniliga, at føroyingar eisini skulu hava møguleika at velja BPA tænastu.

Niðurstøða
Á fundinum segði lands­stýriskvinnan, at sjálvandi skuldi tað verða møguligt hjá avvarðandi at verða stuðul, um tað er tann besta loysnin. OK... hví so ikki byrja beinanvegin?
Á fundinum bleiv eisini gjørd niðurstøða um, at tvey fólk úr Almannamálaráðnum saman við fólki úr Al­manna­verkinum innan ein mánað skulu hava funnið ein leist fyri, hvussu ein roynd­arverkætlan við BPA skal síggja út og nær hon kann byrja. Javni fær fundar­innkalling umleið ½ februar. Og tá síggja vit fram til at Malena og tey og fleiri við teimum, fáa loysn á óhaldbaru støðunum tey eru í.