Hvussu nógv skulu tey við góðari løn, rinda til okkara felags samfelagsliga húsarhald og, hvussu nógvar byrðar skulu leggjast á tey við lágari løn?
Hetta er ein spurningur, sum Aksel V. Johannesen, nývaldur formaður í Javnaðarflokkinum ætlar at seta á dagsskrá.
Hann leggur stóran dent á at geva hugtakinum um tað samhaldsfasta samfelagið eitt veruligt innihald.
Í hesum sambandi ætlar hann at seta fleiri mál á dagsskrá, sum flyta nógv gjøld frá teimum lægri løntu yvir á teir breiðaru herðarnar, sum orka betri at bera.
Tað staðfestir hann, nú vit fingu orðið á hann í morgun, beint áðrenn hann fór undir sín fyrsta arbeiðsdag sum nýggjur formaður í Javnaðarflokkinum.
Rentustuðulin skerjastt
Í hesum sambandi hugsar hann um rentustuðulin til sethúsaeigarar. Men hann hugsar samstundis um skattafrádráttin til fiskimenn, um skattaviðurskiftini hjá teimum, sum arbeiða undir nettoskattaavtalum og hann hugsar tilfeingisgjald.
- Í løtuni ber til at fáa stuðul av rentum upp til 150.000 krónur og tað svarar til eitt húsalán upp á yvir tríggjar milliónir.
- Men tað er ikki rímiligt, at fólk, sum byggja so stór og dýr hús, framvegis skulu fáa fullan rentustuðul.
Hann sigur, at tað er ikki rímiligt, at tey, sum byggja eini hús, sum eru yvir miðal, fáa fullan rentustuðul til tað, tí vit eru øll felags um at rinda hendan rentustuðulin, eisini vanligir løntakarar og stakir uppihaldarar.
Dagstuðul til fiskimenn
Aksel V. Johannesen heldur eisini, at skattafrádrátturin til fiskimenn er órættvísur.
- Er tað rímiligt, at ein fiskimaður, sum er við einum góðum báti og forvinnur 500.000 krónur um árið, skal hava størri skattafrádrátt enn ein, sum forvinnur 300.000 krónur, hóast báðir eru líka nóvar dagar í sjónum, spyr nýggi Javnaðarformaðurin.
Hann vísir á, at ein grundgeving fyri frádráttinum er, at fiskimenn er burtur heimanífrá og ikki fáa tikið lut í samfelagsins tilboðum á jøvnum føti við heimafólk.
Tí heldur hann, at ein rættvísari skipan hevði verið at latið ein ávísan frádrátt fyri hvønn dagin, ein fiskimaður varð burtur, heldur enn at frádrátturin er 15% av hýruni, sum hann er í dag.
Hann sigur, at hann er farin at kanna um hetta er ein skipan, sum tað ber til at seta í verk, tí hann heldur, at frádrátturin skal ikki vera treytaður av hýruni men heldur av, hvussu nógvar dagar, ein er til skips.
Nýggi formaðurin spyr eisini um tað er órímiligt, at krevja eitt skynsamt tilfeingisgjald frá teimum, sum fáa atgongd til okkara fiskiríkidømi.
- Og samstundis spyr hann um tað ikki er rímiligt at krevja eitt ávíst gjald frá teimum, sum arbeiða uttanlands undir ymsum nettoskattaskipanum.
Aksel V. Johannesen staðfestur, at jú lættari tey sleppa, sum hava ráð at rinda, tess meiri mugu tey bara rinda, sum ikki hava so góð ráð til tað og hann heldur ikki, at tað er rímiligt.
Og so heldur hann fast um, at á nýggjárinum skal gjaldið til Heilsutrygd takast av og leggjast undir skattin.
Les eisini greinina: Aksel fekk stóran meiriluta og greinina: Aksel er til reiðar at verða løgmaður.