Spurdur um fíggjarmálaráðharrin hevur fingið somu uppgávu frá Nyrup Rasmussen, sum Bjørn Westh á sinni, vil hann ikki svara. Nýtt á dagsskránni Spurdur um hann hevur nøkur góð tilboð í skjáttuni, nú danska [...] Lykketoft, at hann møguliga hevur okkurt at bjóða, men at fundurin við Landsstýrið er um dagsskránna fyri samráðingarnar um bankamálið og uttanlandsskuldina, og at hann møguliga eisini hevur okkurt nýtt evni at
var uppá 30 milliónir krónur. Harafturat hevur Realkreditstovnurin eina umsókn um fígging liggjandi, sum ikki var endaliga viðgjørd við ársenda. Realurin hevur eisini játtað tvey nýggj síðustillað lán [...] At tað hevur verið stígur í føroyskari fiskivinnu er ikki nøkur loyna. Tað er heldur ikki nøkur loyna at føroyski skipaflotin bara eldist ár undan ári. Fyrsti nýbygningurin í tíggju ár kom til Føroya í [...] uppá íalt 43,6 mió. krónur eru umfíggjað. Men tað verður ikki bara givið út. Onkur er eisini sum hevur afturgoldið alla sína skuld til stovnin. Í fjør vóru trý lán afturgoldin áðrenn tíðina. Talið av lánum
Kórstevnan NACF (North Atlantic Choir Festival), sum á føroyskum hevur heitið Atlantsljómur, og sum hevur Verdis Requiem sum felagsverk, hevði sína fyrstu konsert í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið, har [...] og seljefloytu, syngur í kvøld mest gamlar norskar kirkjuligar fólkatónar. Kammerkoret F.I.K.S. hevur á konsertini í Fuglafirði í kvøld sína høvuðsskrá, sum er kirkjulig. Her verða dyggilig tónaverk at [...] eisini verða í Eiðis Kirkju í kvøld; men av tí at Havnarkórið, ið skuldi verða við á hesari konsert, hevur so nógv um oyruni í hesum døgum, mátti hendan konsert tíverri avlýsast.
virkinum, uppá longri sigt, men av tí at úrslitið ikki hevur verið nøktandi seinastu árini, er neyðugt við eini rekonstruktión av felagnum. P/F JFK-Trol hevur tí keypt partapeningin í P/F Kósin, við tí fyri eyga [...] eindir. Norðoyagrunnurin (sum Norðoya Sparikassi eigur, blðm.) og aðrir keyptu flakavirkið. Men tað hevur nokk ikki gingið so væl alla tíðina, tí fyri umleið einum mánað síðan kom fram, at Jóhan Páll og Jóhan [...] at teir vildu hava frið at arbeiða. Tað fingu teir og fríggjadagin kom so úrslitið. P/F JFK-Trol hevur keypt meirilutan av partapeninginum. Hanus Hansen, stjóri í JFK-Trol, sigur í tíðindaskrivinum, at
fíggjarlógina hjá kommununum alt ov nógv. Men Landsýrið hevur ikki latið við seg koma, og nú er tolið uppi hjá Vestmanna Kommunu. Í Vestmanna hevur eitt samt bygdaráð samtykt at lýsa økið norðanfyri ferjuleguna [...] Gunn Joensen sigur, at Vestmanna Kommuna fleiri ferðir hevur heitt á Landsstýrið um at fáa goldna leigu fyri økið, men svarið, ið kommunan hevur fingið er bert, at Landstýrið skilir trupulleikan, men kann
. Í gjár vóru teir á veg útaftur. Veðrið hevur verið so vánaligt í summar, at íslendingar siga seg ikki vita slíkt í áravís. Men tá roynandi hevur verið, hevur fiskiskapurin verið heilt hampiligur. Se [...] valt at fara heim at landa. Annars eru bara einir fimm snellubátar har yviri í løtuni. Norðsøki, sum hevur verið har yviri síðan seinast í mai mánaða, kom aftur sunnudagin. Teir høvdi umleið 20.000 pund inni
eina góða helvt av sambandsveljarunum í kanningini. Fólkaflokkurin hevur sambært kanningini eina afturgongd á umleið 2%. Heini hevur ikki stórvegis viðmerkingar til hesa, men gitar, at hon kanska stavar [...] skjóta upp ikki ber til, sigur Heini O. Heinesen, og leggur afturat, at javnaðarflokkurin enn ikki hevur uppdagað, at vit ikki hava nakað formelt lóggávuvald í Føroyum. ? Tað er hetta Jóannes Eidesgaard [...] haldi hesum afturímóti, at teir veljarar, sum í kanningini hava valt leiðina, ið javnaðarflokkurin hevur marknaðarført, hava meint við fullveldi við ymsum avmarkingum, sigur Heini Heini. O. Heinesen sigur
reglum. Løgtingsformaðurin hevur ikki serligar heimildir, men er javntsettur við aðrar tingmenn, tá tað ræður um at hava eftirlit við umsitingini hjá landsstýrinum. Formaðurin hevur ikki skyldu til - og heldur [...] »Heldur løgtingsformaðurin, at løgtingið í nevnda máli hevur røkt sína eftirlitsuppgávu mótvegis landsstýrinum í samsvar við stýrisskipanarlógina?« Málið, Óli Jacobsen sipar til, er yrkisráðið hjá Løn [...] 11. desember 1998, uttan at ráðið var farið at virka. Løgtingið - tvs. hvør einstakur tingmaður - hevur skyldu til at hava eftirlit við umsitingini hjá landsstýrinum. Tað kann hann gera við at seta munnligar
hagarnar omanfyri sjálvan miðbýin, tí góðtaka teir ikki ætlanina, hevur tað ongan týdning, hvat hagarnir í útjaðaranum siga. Men í síðsta enda hevur býráðið møgleika at ognartaka vetrarbiti, um samráðingarnar [...] Seyður, sum gongur leysur ímillum húsini um vetrarnar, hevur leingi verið ein plága fyri tvørafólk. Nú er nakað síðani at Tvøroyrar Býráð samtykti at beina seyðin úr býnum um veturin. Síðani hoyrdist onki [...] tikin uppí, tí tað er ein rættiliga stórur býlingur. Býráðsformaðurin upplýsti, at Matrikkulstovan hevur teknað økið upp, sum skal friðast í fyrsta stigi. Talan er um 240.000 fermetrar. Eftir vanligum prísi
Arnesakórinn var gestur hjá Fuglafjarðar sangkóri. Leiðarin í kórinum er Margrét Bóasdóttir, og nú hevur kórið boðið Fuglafjarðar sangkóri til Íslands. Hetta er fyrstu ferð, at Fuglafjarðar sangkór fer [...] uttanlands á sangferð. Kórið er frá 1932, men hóast sjálvt sangfelagið er frá hesum árinum, hevur fleirræddaður sangur ljómað áðrenn tað í Fuglafirði. Sum gestur hjá Vørðukórinum, fer kórið at hava einar [...] til túrin. Við á ferðini verða einir 40 sangarar og kórleiðari er Frits Johannesen. Klaverspælið hevur Eyðun á Lakjuni, orgulspælið Heðin Kambsdal og Jóhan Hentze spælir cornet . Mikudagin 31. apríl er