Ummæli: Syrgiligar sjúkrasøgur

Nýggj skaldsøga og nýggj dagbóksútgáva siga syrgiligar sjúkrasøgur. Skaldsøgan er trygg søgufrásøgn um vanlukkuligt mistak í heilsuverkinum, og dagbókin er kensluborin skriving á ferð fram móti deyðanum. Her umrøða vit bøkurnar »Gloymdur« og »Góða systir«

Solby A. Christiansdóttir
»Gloymdur«
293 blaðsíður
Forlagið Sprotin

Margit M. Baadsager
»Góða systir«
412 blaðsíður
Forlagið Sprotin

Mannligu høvundarnir, sum skriva bøkur um siðsøgu og skip, fáa í hesum døgum harða kapping frá kvinnuligum høvundum, sum skriva um persónlig og kenslusom viðurskifti.
Fýra bøkur, sum kvinnur skriva um sjúku og deyða, eru komnar út seinastu dagarnar. Solby Christiansdóttir hevur skrivað skaldsøguna »Gloymdur«. Margit Martinsdóttir Baadsager hevur útgivið dagbókina »Góða systir«. Sondy Simonsen hevur skrivað persónligu søguna »Ties ihjel«. Og Anna Malan Jógvansdóttir hevur skrivað hybridskaldsøguna »Psykosudrotningin sigur frá«.
Í hesari grein umrøða vit tvær av bókunum – »Gloymdur« og »Góða systir«.

Dramatiskt og tragiskt
Skaldsøgan »Gloymdur« hjá Solby Christiansdóttir byggir á veruligar hendingar, tá ið pápi hennara doyði bert 60 ára gamal av lungnabruna eftir stórt mistak í viðgerðartilgongdini í heilsuverkinum. Hendingin var vanlukkulig og tragisk, tí tað var púra óneyðugt, at hann doyði av sjúkuni.
Solby Christiansdóttir hevur havt hendingina tætt inni at sær í meira enn 10 ár, og nú hevur hon skrivað skaldsøgu, sum ferðast kring veruligu hendingarnar, men sum lutvíst eisini er skaldskapur.
Skaldsøgan byrjar inni á skrivstovuni hjá yvirlæknanum, sum í einsemi viðurkennir eitt ræðuligt mistak. Kaldasveittin spríkir fram í pannuni á honum. Hann er glóðheitur og ísakaldur hvørt um annað, og hann hugsar, hvat hann skal gera fyri at sleppa sær burtur úr mistakinum, sum fer at skugga yvir hansara annars lýtaleysu yrkisleið sum lækni.
Hendan byrjanin er nakað óvæntað, tí alt leggur upp til, at vit skulu fylgja manninum, sum verður sjúkur, men hetta er góður fyrsti leikur, tí byrjanin skapar drama, spenning og konflikt beinanvegin. Tú kanst skjótt fáa tankan, at ein royndur journalistur hevur skrivað bókina.
Síðan fylgja vit klaksvíkinginum Hera Viðoy, sum heldur 60 ára føðingardag. Eftir føðingardagin kemur sjúka sníkjandi inn á hann. Hann fer at hosta alt meira og fær útbrot á annað beinið – hann kennir seg ikki so væl. Konan Elsa sendir hann til kommunulækna, sum sendir hann víðari í heilsuverkinum. Fyrst á Klaksvíkar Sjúkrahús at taka royndir, og síðani á Landssjúkrahúsið til nærri kanningar.
Heri verður innlagdur á Landssjúkrahúsinum, meðan hann verður eygleiddur og kannaður, og síðan verður hann útskrivaður aftur. Eingin reyð lampa lýsir, og læknin heldur, at hann kann fara heimaftur, og síðani kann hann koma aftur til kanningar seinni – tá ið læknarnir hava hildið feriu.
Heilsan hjá Hera Viðoy versnar alsamt, og familjan er farin at stúra alt meira. Tey royna at sleppa fram at læknanum aftur, og tey royna eisini at fáa onnur at hjálpa sær, men Heri fær ikki hjálpina, hann hevur fyri neyðini. Yvirlæknin á Landssjúkrahúsinum hevur longt sína feriu, og tá ið Heri kemur aftur á Landssjúkrahúsið, er hann deyðasjúkur.
Vit fylgja gongdini úr fleiri sjónarhornum. Fyrst og fremst snýr tað seg um familjuna og hennara stúran, ótta og stríð fyri at fáa rætta viðgerð. Men vit fylgja eisini yvirlæknanum og øðrum heilsustarvsfólkum – bæði til arbeiðis og í tí privata. Og so er tað politiski vinkulin, har landsstýriskvinnan í heilsumálum nærkast einari semju um at leggja tey trý sjúkrahúsini saman í Heilsuverk Føroya.
Søgan kemur í hæddina dagarnar, tá ið Heri Viðoy stríðist fyri lívinum í sjúkrasong á Landssjúkrahúsinum – og tað rennir alt meira saman millum teir ymsu partarnar í søguni. Deyðin togar í sjúka mannin, og stóra uppgerðin nærkast.
Ein av sterku løtunum í hesum parti av bókini er, tá ið dótturin Karla setur seg at lesa bløðini uppi yvir pápanum, sum liggur í andingartóli uttan vit:
»Karla setur seg niður á stólin við síðuna av songini og tekur ein Sosial, sum liggur har. Hon setist at lesa leiðaran hart. Og hon lesur og lesur og lesur, til hvør bókstavur í blaðnum er lisin. Hon steðgar av og á og hyggur vónrík upp á pápa sín, men har er eingin reaktión. Hon kann bara vóna, at hann hoyrir, tí hon vil ikki hava, at hann fer úr hesi verð uttan at vera dagførdur um alt, sum rørist í samfelagnum.
– Tú hevur altíð fylgt so væl við, og eg skal í øllum førum gera mítt til, at tú veitst tað nýggjasta. Tá ið eg eri liðug við hetta blaðið, fari eg at finan mær øll tey nýggjastu bløðini, sum eru á deildini. Eg skal lesa alt fyri tær, babba.
Elsa eygleiðir elstu dóttir sína, meðan hon lesur. Hvør skuldi trúð, at tíðindi kunnu verða lisin við so nógvum kærleika?«


Sannførandi skriving
Solby Christiansdóttir hevur skrivað eina dramatiska sjúkrasøgu, sum eisini granskar menniskjalyndið og samspælið millum fólk í kreppustøðu. Solby er skaldsligur debutantur, men skrivar sera trygt. Hon hevur drúgvar royndir sum journalistur, og tær brúkar hon.
Søgan hevur allatíðina framdrift, og hon kennist ongantíð langdrigin ella keðilig. Høvundurin hevur stramma stýring av persónum og søgugongd, og hon leggur ikki ov nógv fyri. Hóast vit fylgja fleiri persónum í teirra umhvørvi, villast vit ongantíð í søguni ella persónunum, men fáa gott innlit í teirra verð og teirra tankar, og alt verður samanbundið sannførandi, so hvørt sum frásøgnin gongur.
Høvundin fer ikki so høgt á flog skaldsliga, at hon er í vanda fyri at detta niður, men hon heldur seg trúfast til eina dramatiska søgufrásøgn, sum í sær sjálvum er fangandi og hugvekjandi. Hetta er sannførandi frásøguskaldskapur, og skrivingin setur søguna, ið er tikin úr veruliga lívinum, í miðdepilin.
Solby megnar at seta viðkomandi spurningar um heilsuverkið, menniskjasinnið, sambond millum fólk og stríð millum persónar, men hon tykist ikki beisk ella harðrend. Hvussu sambandið er millum veruligar hendingar og skaldsøguna kunnu vit bert gita ella meta um, men líkamikið, hvussu tætt ella leyst sambandið er, stendur bókin á egnum beinum sum skaldsøga.  
Málið í bókini er sera gott. Høvundin skrivar við løttum og neyvum penni, og tú verður drigin inn í søguna. Frásøgnin er sum ein væl smurd maskina, og samrøðurnar virka natúrligar – tað er ikki altíð so lætt. Bert í heilt einstøkum førum hugsar tú, um persónurin hevði valt júst tað orðið, men sum heild er skrivingin framúr góð.
Solby Christiansdóttir hevur skrivað eina áhugaverda, spennandi og hugvekjandi skaldsøgu, sum sjúki høvuðspersónurin hevði verið stoltur av at lesa!

Óhugsandi kreppa
Bókin »Góða systir« byggir á dagbók, sum Margit Martinsdóttir Baadsager upprunaliga skrivaði til systir sína Arnvør, sum varð sjúk av heilakrabba. Tá ið minni hjá systrini fór at bila, setti Margit sær fyri, at hon skuldi skriva dagbók, sum systirin kundi lesa, tá ið hon varð frísk aftur. Dagbókin skuldi vera geymin hjá Arnvør.
Gávaða og virkna Arnvør Martinsdóttir á Torkilsheyggi er í 2015 í holt við sína Ph.d. verkætlan, tá ið hon missir takið. Hon fær svára høvuðpínu, verður sera gloymsk, og tað forðar arbeiðnum við verkætlanini. Arnvør, maðurin og teirra fýra børn búgva í Danmark, og Arnvør verður send á Ríkissjúkrahúsið til kanningar. Læknarnir síggja okkurt óvæntað í eini skanning av heilanum, og sum frálíður verður greitt, at Arnvør hevur fingið heilakrabba. Ein álvarsom sjúka við vánaligum útlitum. Helst hevur Arnvør bert fá ár eftir at liva í, hóast hon fær bestu viðgerð, sum danska heilsuverkið kann bjóða henni.
Sjúkan hjá 38 ára gomlu Arnvør skapar eina óhugsandi kreppustøðu í familjuni, og systirin Margit, sum altíð hevur havt tætt samband við Arnvør, fer at skriva henni dagbók. Hon goymir upplivingar, hendingar, viðgerðir og aðrar tilburðir, sum Arnvør hevur ilt við at minnast, í dagbókini, sum Arnvør so skal lesa, tá ið hon kemur fyri seg aftur.
Soleiðis gongur ikki. Arnvør verður skurðviðgjørd og fær áhaldandi viðgerð, men tað gongur skeiva vegin – stútt og støðugt. Glottar eru at hóma, hon ressast stundum, og hon hevur allatíðina gott mót og stríðist ímóti sjúkuni og vónloysinum. Arnvør verður tó alt verri fyri, og hon ferðast fram móti deyðanum, hóast familjan ikki vil missa mótið og ger alt fyri at hjálpa henni.
Vit fáa eitt umfatandi innlit í tíðina, tá ið Arnvør er sjúk. Vit fylgja avgerandi kanningum og viðgerðum á sjúkrahúsi, vit fáa frásagnir um gerandislívið í Danmark og Føroyum, sorgarløtur, gleðiskenslur og endaliga deyðadráttin.
Hetta er dagbók, og tí fært tú sum lesari kenslu av, at tú fylgir hendingunum, so hvørt sum tær fara fram. Tú ert við á vandafullu ferðini hjá Arnvør, og hóast tað oftast kennist svárt og tungt, er bókin eisini lívsjáttandi og kveikjandi. Familjan stendur sera væl saman, og vinfólk og onnur eru sera hjálpsom og stuðlandi.
Kristna trúgvin spælir ein týðandi leiklut í bókini. Trúgvin er stuðul í sváru tíðini hjá familjuni, og bønir og sangur geva mót og skapa troyst.
»– Sært tú nakar meining í, at tú skuldi blíva sjúk? spurdi eg, einaferð vit vóru á Skála.
– Nei, svaraði tú. – Men kanska skal støðan gerast so ring, fyri at undrið kann vera tess størri. Kortini hugsi eg um, hví eg skuldi rakast. Eg, sum eigi fýra børn, sum eg vil sleppa at taka mær av, segði tú.
Eg mussaði teg eymliga á høvdið.
– Eg biði altíð fyri tær.
– Gott. Tað er tað einasta, sum hjálpir


Kenslukrevjandi dagbók
Dagbókin, sum skuldi vera til Arnvør, er nú latin okkum øllum at lesa. Hetta er ein sera persónlig og kenslumikil bók, sum í støðum er kensluliga avbjóðandi og tung at lesa. Hetta snýr seg um deyðsjúka kvinnu í bestu árum, sum hevur mann fýra børn, og sum stríðist fyri lívinum, meðan heilsustarvsfólk, familja og vinfólk eru um hana og stuðla henni.
Systirin Margit hevur – undantikið heilt fá brot – skrivað dagbókina, og tí verður søgan søgd ígjøgnum hennara eygu og við hennara tulkingum. Margit skrivar um smátt og stórt, kenslur og tankar, ósemjur og samstarv, og alt annað, sum knýtir seg at slíkari kreppustøðu. Nógv fólk eru við í bókini, og Margit viðfer øll fólk varisliga og við fyriliti, hóast hon eisini skrivar um onkrar ósemjur, kjak og orðadráttir í familjuni. At dømi um tað eisini eru komin við, styrkir trúvirðið á dagbókini.
Teksturin er sum heild lættur at fara til, hóast onkur brot eru merkt av heitum á heilivági og viðgerðum og orðingum hjá læknum og heilsustarvsfólki. At teksturin er skiftandi og fjølbroyttur stuðlar upp undir kensluna, at her er talan um dagbóksskriving, hóast teksturin ivaleyst er hampaður og redigeraður til bókaútgávu.
Summi brot í dagbókini eru staðfestandi og hóvlig, ja, næstan keðilig, onnur brot eru sigandi og livandi. Dagbókin livir og sveiggjar, líka so væl sum lagið og stemningurin í familjuni ger tað. Vit eru við á ferðini. Vit fegnast um góðar løtur og hjálpandi hendur, og vit harmast tung boð og sorgarløtur.
»Enn ert tú millum okkara. Enn kunnu vit vera saman vð tær. Eg havi hug til at finna ta størstu sleggjuna í verðini og sláa tíðarinnar klokku sundur í túsund petti. Nú fara vit ikki víðari.«
Bókin er yvir 400 síður til longdar, og nógvar detaljur eru tiknar við. Tað er bæði styrki og veikleiki fyri bókina. Tí samstundis sum dagbókin gevur eitt umfatandi innlit í stórt og smátt, hevði bókin ivaleyst verið minst líka sterk og góð, var hon einar fimmti síður ella stívliga tað styttri.
Dagbókin er djørv og avdúkandi, hóast eingin verður hongdur út at turka, og samstundis sum vit kunnu siga, at allir tekstir onkursvegna eru redigeraðir, fáa vit veruliga kensluna av, at her hevur Margit skrivað eina erliga og virðiliga dagbók til Arnvør.
Privata dagbókin hevur almennan áhuga, og tí er at fegnast um, at hon er útgivin. Fleiri góðar grundgevingar kunnu vera fyri tí. Ein er, at hendan bókin kann hjálpa øðrum, sum hava upplivað ella uppliva líknandi hendingar í lívinum. Men bókin er nógv meira enn tað. Hon er ikki bara ein bók til fólk, sum hava verið ella eru í kreppu. Hetta er ein bók við boðskapi til okkum øll. Einaferð verður sagt í bókini, at tað er undrunarsamt, at vit skulu koma í slíka støðu, áðrenn vit veruliga brúka tíð upp á hvønn annan.
Nógv stendur eftir hesa bókina, men er ein høvuðsboðskapur, vit øll kunnu brúka í gerandisdegnum, er tað, at tað, sum veruliga hevur týdning í lívinum, er at brúka tíð saman við teimum nærmastu – saman við familju og vinum – og verða stuðlandi og góð við hvønn annan. Tað kunnu vit minna okkum á.
Tað fara nógv tár at fella, nú fólk fara at lesa »Góða systir«, og nógv verður at hugsa og hugleiða um, men tá ið alt kemur til alt, kann hendan bókin bara gera okkum til betri menniskju.