LIÐUGT
1-4
Víkingur víðari við samantalda sigrinum 6-2.
82) 1-4
Andreas Lava Olsen avloysir Adeshina Lawal.
75) 1-4
Tað er einki, sum bendir á, at Víkingur skal missa rættin at halda fram í kappingini. Víkingur hevur tikið seg eitt vet longri aftur, og Víkingur hevur fleiri málmøguleikar enn heimaliðið.
67) 1-4
Philip Djordjevic sær gula kortið fyri fríspark.
65) 1-4
1-4: Hasani
So eydnaðist heimaliðnum at minka um munin. Tað varð skotið úr vinstru og í handara síðunetið. Nú er samantalda støðan 6-2 til Víking.
59) 0-4
0-4: Sølvi Vatnhamar
Eftir sending frá Adeshina Lawal er tað Sølvi Vatnhamar, sum skorar. Hetta kennist sum ein dreymur. Víkingur er frammanfyri 4-0 á útivølli niðri í Kosovo.
58) 0-3
Heimaliðið hevur bóltin nógv, og víkingarnir eru væl skipaðir í verjustøðu, meðan teir geva mótstøðumonnunum loyvi at hava bóltin.
56) 0-3
Hans Jacob Lervig avloysir Sorin Anghel.
55) 0-3
Heðin Hansen avloysir Hans Jørgen Djurhuus.
53) 0-3
0-3: Sølvi Vatnhamar
Eftir fríspark, sum Adeshina Lawal tiltuskar sær, leggur Hanus Jacobsen bóltin í brotsteigin, har Sølvi Vatnhamar setur hann í netið.
50) 0-2
Heimaliðið spennir álopsbogan í botn. Fyrstu fimm minuttirnar hava verið onkrar royndir ímóti Víkinga málinum, men tað kennist ikki vandamikið. Nú myndast spælið fult og heilt eftir treytunum hjá Víkingi, sum dúvar eftir møguleikanum at fara í kontra.
46) 0-2
Heimaliðið gevur bóltin upp.
HÁLVLEIKUR
0-2
Teir eru á veg av vøllinum, og lagið er gott í Víkinga leguni. Víkingur er frammanfyri 2-0, og harvið er neyðugt hjá Tepca89 at skora fýra mál í seinna hálvleiki, um plássið í øðrum innleiðandi umfari skal verða tikið frá Víkingi.
45) 0-2
Frísparkið verður tikið úr sera góðari støðu, men bólturin verður sendur framvið málinum. Fínur møguleiki, men støðan er framvegis 2-0 til Víking.
44) 0-2
Fríspark til heimaliðið á brotsteigarmarkinum.
Hans Jørgen Djurhuus sær gula kortið.
40) 0-2
0-2: sjálvmál
Eftir innlegg úr høgru frá Gert Hansen er tað Islami, sum stýrir bóltin í sítt egna mál. Hann er illa kroystur av Adeshina Lawal.
2-0 til Víking, sum hevur kós ímóti øðrum innleiðandi umfari.
37) 0-1
0-1: Sorin Anghel
Víkingur hevur lag seg framum. Harvið er Víkingur tvey mál frammanfyri og hevur skorað týdningarmikla málið á útivølli.
35) 0-0
Hjadari sær gula kortið.
32) 0-0
Kurtishaj sær gula kortið fyri aðru ferð og verður rikin av vøllinum. Harvið eru víkingarnir ellivu ímóti tíggju.
31) 0-0
Kurtishaj sær gula kortið fyri fríspark ímóti Atla Gregersen. Atli liggur eina løtu, men nú reisir hann seg aftur.
30) 0-0
Elias Rasmussen bjargar lættliga eftir fríspark.
29) 0-0
Sølvi Vatnhamar roynir við skoti, men málverjin bjargar.
29) 0-0
Sorin Anghel sær gula kortið.
27) 0-0
Heimaliðið hevur nú meiri trýst, og áskoðararnir koyra á sínar menn. Tað eru fleiri enn tíggju túsund áskoðarar.
25) 0-0
Eftir horna hevur heimaliðið risa møguleika, men Elias Rasmussen bjargar meistarliga.
22) 0-0
Eftir langskot fer bólturin væl omanfyri Víkinga málið. Elias Rasmussen gevur sær góðar stundir, tá ið hann riggar til at taka málspark. Dómarin gevur til kennar, at hann finnur seg ikki í, at málverjin pjakar sær ov nógv.
20) 0-0
Tað gongur javnt á. Víkingarnir eru sera disiplineraðir og væl skipaðir.
13) 0-0
Víkinga miðverjin Erling Jacobsen liggur skaddur á vøllinum eftir samanbrest. Dómarin bríkslar fyri frísparki til Víking.
10) 0-0
Elias Rasmussen bjargar til horna, eftir at heimaliðið royndi seg úr 22 metrum. Einki spyrst burturúr hornasparkinum.
09) 0-0
Hanus Jacobsen leggur horna innfyri, og Gert Hansen hevur góða roynd ímóti málinum, men bólturin verður blokeraður.
08) 0-0
Víkingur tiltuskar sær hornaspark í høgru.
06) 0-0
Tað verður lagt nógv fyri í nærdystunum, og Hans Jørgen Djurhuus hevur longu ligið á vøllinum einaferð.
04) 0-0
Friðarlig fyrsta løta. Heimaliðið hevur einaferð roynt ímóti Víkinga málinum, men tað var á ongan hátt vandamikið.
01) 0-0
Víkingur gevur bóltin upp.
Liðini fyrireika seg til seinna hálvleik í fyrsta umfari í europeisku meistarakappingini.
Sammett við fyri einari viku síðani, tá ið Víkingur vann 2-1 á heimavølli, er ein broyting á Vóikinga liðnum. Hans Jørgen Djurhuus avloysir á miðvøllinum Fróða Benjaminsen, sum ikki er við í Kosovo.
Millum teir á beinkinum er Andreas Lava Olsen. Hann og Hans Jørgen Djurhuus vóru ikki við í fyrra dystinum, tí teir vóru leikbannaðir.
Tað eru 27 hitastig, sólin skínur oman og niðan, og vøllurin er heilt turrur.
Víkingur: Elias Rasmussen – Gert Hansen, Erling Jacobsen, Ati Gregersen, Hanus Jacoben – Sorin Anghel, Hans Jørgen Djurhuus – Sølvi Vatnhamar, Gunnar Vatnhamar, Philip Djordjevic – Adeshina Lawal
Á beininum: Bárður á Reynatrøð, Andreas Lava Olsen, Heðin Hansen, Jákup Vatnhamar Olsen, Ási Dalheim Rasmussen, Hans Jákup Lervig og Arnbjørn Svensson
Venjari: Sámal Erik Hentze