Blaðið hevur roynt at fingið landsstýrismannin við ferðslumálum, Finnboga Arge, at úttala seg um málið við venjingarbreytini, ið verður hildin at kunna bøta um vandan fyri ferðsluvanlukkum. Tað hevur ikki eydnast enn. Í gjár sat hann á fundi, men Sosialurin skilir, at hann væntandi fer at gera vart við seg seinni.










