Løgmanssteypið, sum verður á Tórsvølli á Ólavsøku. Eftir javnleikin í Runavík í fyrru hálvfinaluni, er alt opið undan dystinum, men tað skerst ikki burtur, at tað eru runavíkingarnir, sum eru favorittar [...] dag hevur ÍF fingið fatur á Petur Mohr, sum er ein tann royndasti venjarin í Føroyum. Hann kann undan dystinum ímóti NSÍ fegnast um, at fleiri mans hjá ÍF, sum ikki vóru á liðnum seinasta sunnudag, nú [...] nú aftur eru tøkir. Bartal Eliasen var við flogbóltslandsliðnum í Luxembourg, men hann er heima aftur, og harafturat er Magni á Lakjuni eisini klárur aftur, eftir at hann í lemjandi 1-6 ósigrinum ímóti KÍ
tons eftir, sum teir ætla at fara eftir í heyst. Norska kvotan varð fiskað tann fyrra túrin, teir gjørdu í vár. Hendan túrin hava teir verið knappar triggjar mánar burtur. Nú verður steðgað heima, meðan skipið [...] Vesturvón kom aftur úr Barentshavinum hósdagin. Teir hava fingið 690 tons, sum reiðarin metir hava eitt virði upp á einar 18-20 milliónir krónur. Vesturvón skuldi fríggjakvøldið fara til Immingham at leggja
fullur av valdsjúkum griskum hermonnum, sum við hesi snildu ráðagerð kundu taka valdið í Troja. Ráðstevnan, »Hovedet på blokken«, á Christiansborg herfyri, sum danskt fíggjaði norðuratlansbólkurin skipaði [...] atferð sum ein antiføroyingur. HH gekk á odda fyri at minka blokkin við 366 mill. kr. og lovaði, at alternativar inntøkur skuldu koma ístaðin, men tað vóru bert orð. Og orð eru heldur ikki tað sum spindoktarin [...] f. kr.), tá býarmúrurin var grisku hermonnunum ov høgur, funnu grikkar upp á snildir, ið vit kenna sum »Trojanski hesturin«. Hesturin sá meinaleysur út og skuldi eitast at vera ein offurgáva til Athenu
av Argjum lokið prógv sum sjúkrarøktarfrøðingur á CVSU-Fyn í Svendborg. Jórun Højgaard av Skarði, Tórshavn, hevur við Danmarks Tekniske Universitet, Lyngby, 28.juni fingið prógv sum evnafrøðisverkfrøðingur [...] um í Klaksvík Heidi Neshamar, Tórshavn, og Jógvan Kristin Olsen, Klaksvík. Dagurin verður hildin heima, Undir Grashjalla 9, Klaksvík, frá kl. 17.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. Í dag, 3. juli, kl. 15 [...] Gunnfríður Dahl-Olsen, Saksun. Døgurið verður fyri innbodnum kl. 16.30. Eftir kl. 20.00 er vælkomst heima í Saksun. Í dag, 3. juli, kl.15.00 giftast í Sjóvar kirkju Petra Weihe og Per Mikkelsen, Strondum
tú gert á hvørjum degi, men Rosa hevur verið har yviri og vitjað døturnar. Torgerð var tann fyrsta, sum fór til Amerika, og tað endaði við, at allar tríggar systrarnar búsettu seg har yviri. Fyrstu ferð [...] at hann visti ikki, um hann tordi at lata hana fara. Tað vísti seg jú, at eingin av konufólkunum, sum fóru, komu aftur í aftur. Í 1963 fór Torgerð til Amerika, og 2 ár seinni fór Jastrid eisini avstað [...] døturnar búsettu seg í Amerika. Men í juni hevði Rosa ta stóru gleði, at øll børnini kundu verða heima í senn. Rosa eigur 18 ommubørn og 17 langommubørn. Maður Rosu doyði í 1988.
frá Brasilia. Vit høvdu biðið um onkran sum tosaði portugisiskt, so Jóna kundi halda sítt portugisiska við líka, eftirsum hon júst var heimkomin. Vit settu eisini sum treyt, at viðkomandi skuldi tosa enskt [...] Áðrenn eg fleyg til Føroyar var eg á eini AFS legu í Danmark, sum skuldi fyrireika okkum uppá komandi árið. Har tosaði eg nógv við eina konu, sum bara tosaði negativt um Føroyar, so eg var eitt sindur keddur [...] heldur ikki verið nakrir trupulleikar, sum eru verdir at nevna. Men í byrjanini, tá vit t.d. øll sótu rundanum borðið og prátaðu og flentu, og hann ikki skilti nakað sum helst, tá tók mær ofta synd í honum
tí, sum arbeiðir ovarlaga í skipanini. At framelska fremjandi atferð er høvuðsuppgávan hjá tí, sum leiðir. Soleiðis sum hesin heimur einferð er háttaður, er tað eisini ein høvuðsuppgáva hjá tí sum leiðir [...] prinsippinum valdur ella vrakaður uppá tey úrslit, hann kann vísa á. Tey mál, sum rokkin eru. Spurningurin um vit, sum fólk og sum tjóð, fóta okkum í einum globaliseraðum heimi, er ein spurningur, um vit í [...] vu við tey, sum arbeiða undir honum. Ikki øvugt. Leiðslulæran leggur dent á tað "Álit", sum starvsfólk hava ella ikki hava á sínum leiðara. Leiðslulæran leggur dent á tann "Loyalitet", sum ein leiðari
Altjóða kvøld Upplivið tær mongu framvísingarnar og tey mongu ljóðini frá ymiskum mentanum kring heimin, sum verður framført við tónleiki, leiki, sangi og dansi, meðan vit saman luta Guds kall til okkara um at [...] ein góðan drekkamunn, lurta eftir góðum tónleiki og njóta eina væl samansetta undirhaldandi skrá, sum altjóða manningin umborð á Doulos framførir. Ókeypis atgongd til øll tiltøk. Opið er umborð fyri a [...] juli kl. 16. Fiskitúrur við Johannu leygardagin 3. juli kl. 19.00 Umborð á Johonnu eru 8-9 snøri, tey sum vilja royna fiskieydnuna við tráðu kunnu sjálvandi taka hana við. Skiparin veit um okkurt gott fiskimið
hjá Jesusi. So skjótt børnini kláraðu seg sjálvi, byrjaði tú at arbeiða sum vaskikona í nøkur ár. Tú ynskti ikki bert at verða heima, tú hevur altíð trívist væl ímillum fólk, og vit vita, at mong eru tey [...] teg, tá tín elskaði Johannes brádliga var heimkallaður til Harran 10. juni fyri tveimum árum síðani. Sum vanligt høvdu tit bæði bønarstund, áðrenn tit fóru at sova. Bønarlisti tykkara hevur alltíð verið langur [...] steinslíping, knýting og listvevna. Tokka til náttúruna og frítíðarfiskarí hevur tú havt frá barnaárum av. Sum blaðung var tú á hvørjum sumri vesturi í Miðvági. Hvørt einasta kvøld sat tú við Leitisvatn og fiskaði
Leirvíks Póli, sum hann varð nevndur. Hon giftist við Poul Friang, sum var danskari, og sum í mong ár var bakari í Fuglafirði. Hann andaðist í 1986. Tey bæði eiga sjey børn: Teresa, sum býr í Århus, Jonna [...] verður Jytta 70. Tey halda føðingardagarnar nú leygardagin 10. juli. Børnini eru heima, og tað verður opið hús hjá Ann, sum er yngsta dótturin hjá Jyttu. Jytta og Magnus hava verið gift í 15 ár. Tey vóru [...] Marius býr í Klaksvík. Magnus lærdi til elektrikara og arbeiddi í nógv ár sum elektrikari í Klaksvík. Seinni fór hann at sigla sum maskinmaður við skipunum hjá Skipafelagnum, og tað gjørdist lívsstarvið