Rosa og Sørin Petersen í Klaksvík fingu 7 børn, 3 gentur og 4 dreingir. Allar tríggjar døturnar búsettu seg í Amerika, og yngsti sonurin býr í Danmark.
Teir tríggir synirnir, ið eru eftir í Føroyum, búgva allir á Viðareiði.
Tað er langt at ferðast úr Amerika, og tað er ikki nakað, tú gert á hvørjum degi, men Rosa hevur verið har yviri og vitjað døturnar.
Torgerð var tann fyrsta, sum fór til Amerika, og tað endaði við, at allar tríggar systrarnar búsettu seg har yviri.
Fyrstu ferð, Rosa fór yvir, segði maður hennara skemtandi, at hann visti ikki, um hann tordi at lata hana fara. Tað vísti seg jú, at eingin av konufólkunum, sum fóru, komu aftur í aftur.
Í 1963 fór Torgerð til Amerika, og 2 ár seinni fór Jastrid eisini avstað, og tað endaði við, at allar tríggjar døturnar búsettu seg í Amerika.
Men í juni hevði Rosa ta stóru gleði, at øll børnini kundu verða heima í senn.
Rosa eigur 18 ommubørn og 17 langommubørn.
Maður Rosu doyði í 1988.