TINGHELLAN
Signar P. Heinesen
??????????????????
Teir karmar, sum politikarin virkar undir, eru í høvuðsheitum settir av teim málum, sum sett verða og hvussu málini verða rokkin. Hóast politisku talvini hava mangar og ofta torgreiddar leikir, verður tann einstaki politikarin í prinsippinum valdur ella vrakaður uppá tey úrslit, hann kann vísa á. Tey mál, sum rokkin eru.
Spurningurin um vit, sum fólk og sum tjóð, fóta okkum í einum globaliseraðum heimi, er ein spurningur, um vit í felag seta okkum hóskilig mál - og røkka hesum málum.
Hvønn leiklut átekur tað almenna sær
Ein tann fyrsti høvuðsspurningurin, sum tað almenna setir sær í sambandi við ein málsetning, er spurningurin um, hvønn leiklut tað almenna skal átaka sær.
Spurningurin um leiklutin hjá tí almenna er helst mest viðkvæmur í sambandi við vinnulív og fíggjarligar inntøkumøguleikar hjá borgarunum. Í sambandi við fiskivinnuna hevur landið havt avgerandi ávirkan á veiðuna. Til inn í 90-ini hevði landið ikki stórvegis beinleiðis ávirkan á sølu og framleiðslu, men lat studning, sum ávirkaði, hvat loysti seg hjá tí einstaka. Í løtuni eigur landið størstu fiskasøluna og størsta flakavirkið í landinum eins og størsta bankan. Í alivinnuni hevur tað almenna eisini ein týðandi leiklut bæði sum loyvismyndugleiki, umhvørvismyndugleiki og sum alari av lívfiski.
Tá ið vit hugsa um aðrar vinnur, er landið í nógvum førum tann størsti keyparin og í summum førum einasti keyparin. Hugsa vit um møguleikarnar hjá føroyskum fyritøkum at gera seg galdandi á altjóða marknaðinum við vørum og tænastum, sum ikki eru tengdar at rávøruni, tá er optimistiskt at rokna við, at hetta verður gjørt uttan ein virknan almennan leiklut.
Tey seinastu árini hevur kjakið um, hvønn leiklut tað almenna átekur sær, verið merkt av ótta fyri studningsbúskapinum frá áttatiárunum. Serliga hevur hugtakið "eitt greitt ábyrgdarbýti" verið ørkymlandi fyri hugburðin, har landið at kalla ikki kundi hava eitt skip uttan eisini at eiga bryggjuna, sum skipið skal leggja til. Hvar endar hesin hugburðurin? Skal landið gerast pappírsframleiðari í Finlandi og telduframleiðari í Taiwan, tí pappír og teldur verða nýttar á almennu skrivstovunum? Úrslitið er eins týðiligt og tað er óynskiligt. Tað almenna eigur væl tann størsta partin av føroyskum vinnulívi.
Hvønn leiklut tað almenna átekur sær í teim ymsu málunum er ein høvuðsspurningur. Verður hesin ikki viðgjørdur við skili, fáast tær løgnastu niðurstøðurnar. Eitt boð uppá eitt hugtak, sum kann vegleiða í hesum spurningi, er, hvussu væl tað hepnast at røkja fjøltáttað áhugamál við skili. Tá kann væl vera, at landsstýrismaðurin í mentamálum tekur avgerð, har samferðslumál verða havd í huga, at landsstýrismaðurin í vinnumálum tekur avgerð, har kommunumál verða havd í huga, og landsstýrismaðurin í heilsumálum tekur avgerð, har vinnumál verða havd í huga o.s.fr. Í fyrisitingarhøpi hevur onkur brúkt hugtakið "polycentrisk fyrisiting", sum bendir á sama borð (sí t.d. "Selvskabt forvaltning", N. Å. Andersen, 1995).
Samskifti
Demokratiska samfelagið er grundað á samskifti. Tann, sum misnýtir tað talaða orðið og tilvitað leggur fótonglar fyri felags fatan, meldar seg sjálvan úr felagsskapinum.
At samskifta er at vilja felags fatan. Felags fatan er ein spurningur um at tora at flyta sínar meiningar. Tá ið partar hava eina felags fatan ber til at samskifta í spurningum, har ósemjur stinga seg upp. Onkur ósemja er so grundleggjandi, at trupult er at byggja brúgv yvir gjónna, men fleiri ósemjur, enn fólk flest geva sær far um, ber væl til at finna felags stev um.
At byggja brýr um ymsar fatanir er fremsta uppgávan hjá tí, sum arbeiðir ovarlaga í skipanini. At framelska fremjandi atferð er høvuðsuppgávan hjá tí, sum leiðir. Soleiðis sum hesin heimur einferð er háttaður, er tað eisini ein høvuðsuppgáva hjá tí sum leiðir, at forða maktlæruni. Maktlæran hevur til endamáls at fremja egin áhugamál við annara tilfeingi. Maktlæran hevur tvey høvuðsamboð - ósanna atferð og at misnýta orkuna hjá øðrum. Høvuðsamboðið hjá leiðslulæruni at forða hesi orkumisnýtsluni er eitt fjøltáttað og væl skipað samskifti.
Ovasta leiðslan hevur heimild at taka avgerðir. Ein demokratisk avgerð er ein avgerð grundað á felags fatan. At taka eina avgerð uttan felags fatan er ein einvegis - og primitivur - samskiftisháttur.
Tá ið felags mál skulu røkkast krevst felags tilfeingi. Eitt fjøltáttað samskifti er treytin fyri, at fólk flest kunnu og vilja leggja orku í eitt felags mál. Hóast hugtakið um eitt greitt ábyrgdarbýtið hevur verið nógv brúkt tey seinnu árini, er hetta hugtak sjáldsamt í sambandi við spurningin um, hvør hevur ábyrgdina av samskiftinum. Hetta til mikið ógagn fyri fleiri mál, enn vit ofta geva okkum far um. Ábyrgdin fyri samskifti liggur altíð hjá tí ovara myndugleikanum. Ein stjóri kann lasta ein millumleiðara fyri ikki at røkja sína samskiftisuppgávu við tey, sum arbeiða undir honum. Ikki øvugt. Leiðslulæran leggur dent á tað "Álit", sum starvsfólk hava ella ikki hava á sínum leiðara. Leiðslulæran leggur dent á tann "Loyalitet", sum ein leiðari hevur mótvegis sínum starvsfólkum. Maktlæran leggur dent á tað øvugta.
Virðini
Skulu vit røkka nøkrum málum í felag, tá eru virðini mest grundleggjandi slóðirnar. Vit nýta orðingar sum "frumskógarlóg" (junglelóg), cowboy mentan o.a. um tað virðisleysa, har alt er loyvt, men einki ber til. Virðini eru tær girðingar, sum fáa okkum at gera sumt og halda okkum frá summum, hóast tað formliga er loyvt. Felags virði eru teit leikvallir, har vit taka felags tøk.
Í frælsa heiminum eru gomlu griksku virðini "tað sanna", "tað rættvísa", "tað vakra" og "tað góða" ein grundvøllur. Saman. Fyrr enn almenna skipanin í landinum í mestan mun virkar eftir hesum virðum verður trupult at røkka nøkrum týðandi málum. Á hendan grundvøll ber til at byggja onnur virði, sum styðja tey felags mál, ætlanin er at røkka.
Ein hugburð - um ikki virði - sum vit eiga at venja okkum við, er, at í einum globaliseraðum heimi hava vit skyldu at slóða fyri - at verða fremst - á onkrum økjum.
Ein annar hugburður - um ikki virði - sum vit eiga at venja okkum við, er, at eitt og hvørt arbeiðspláss í Føroyum er í kapping við okkara kappingarneytar. Vit noyðast at venja okkum við sama bardaga fyri hvørt einasta arbeiðspláss - hvørja uppgávu - sum tey í øðrum londum hava gjørt í fleiri áratíggju.
At menna fíggjarligu inntøkumøguleikarnir - eitt dømi um eitt týðandi felags mál
Seta vit okkum fyri at menna fíggjarligu inntøkumøguleikarnar í landinum, er tað eitt dømi um eitt felags mál, sum flestøll helst kunnu taka undir við. Ein fortreyt fyri at fóta okkum, sum fólk og sum tjóð, í einum globaliseraðum heimi í dag, er, at vit røkka hesum máli.
Størsta týdningin fyri at røkka málinum um eina menning í inntøkumøguleikum føroyinga fær tað almenna gjøgnum sítt samskifti og tey galdandi virðini. Um tað almenna átekur sær eitt fjølbroytt samskifti við vanliga borgaran og í øllum málum setir sær fyri at vera opin fyri møguleikum, og verður hetta gjørt "satt" og "rættvíst" og "vakurt" og "gott" sambært teim gomlu griksku virðunum, ivist eg onga løtu í, at vit røkka langt.
Tey mongu smámálini, har atferðin hjá tí almenna ikki er í samsvari við hesi virði, skapa helst fleiri forðingar, enn vit geva okkum far um. At vit ikki vísa virðing fyri bardaganum um hvørt einasta arbeiðspláss, hevur longu kostað okkum bæði menningarmøguleikar og trísiffraðar milliónaupphæddir seinastu 5 árini. Vandin næstu 5 árini er væl størri. Hvussu nógv tað hevur darvað hesi seinastu árini, at eingin virðing stendur um tað neyðturviliga í, at í onkrum førum krevst av okkum, at vit eru fremstir, vita vit ikki.
Hvussu stóran leiklut tann hart trýsta føroyska leiðslumentanin seinastu øldina hevur havt, er ilt at meta um. Trýstið á føroysku leiðslumentanina kemur frá maktlærani. Eini maktlæru, sum summi okkara hava fingið frá fremmandum, sum í hesum tíðum brúka nógva orku til tess at sleppa av við somu maktmentan. At hetta trýst neyvan er til fyrimunar fyri Føroyar og føroyingar er lítil ivi um.
Mangir spírar eru í føroyska vinnuliga aldingarðinum. Tað kann væl hugsast, at onkur av hesum spírum megnar at vinna á altjóða marknaðinum, men uttan ein virknan almennan leiklut, uttan eitt gott samskiftislag í tí almenna og uttan tey gomlu griksku virðini í tí almenna, eru møguleikarnir munandi skerdir samanborið við tað, sum kundi verið. Við gomlu føroysku leiðslumentanini eru møguleikarnir enn betur.
Tá ið málini skulu røkkast
Hvussu kann tað vera, at hjá summum ber so mangt til. Tað tykist so ómakaleyst hjá teimum at røkka settu málunum. Hjá øðrum ber snøgt sagt einki til, uttan at rok fæst burturúr og fá kenna seg væl? Hegni, hepni og annað hent, er helst ein munur, men mest týðandi munurin man tó vera, at hesi fólk samskifta opið, lata seg ávirka og virka annars eftir førimuni í samsvari við gomlu grisksku virðini, tí sanna og tí rættvísa og tí vakra og tí góða. Fólk, sum starvast undir slíkum leiðarum hava álit á teimum, kenna seg væl, seta sín vilja inn at røkka felags málum og samskifta í allar ættir. Hesir leiðarar eru loyalir mótvegis sínum starvsfólkum.
Tað almenna fyllir nógv í føroyska samfelagnum. Ein ófantalig ávaring, ein ófantalig uppsøgn, eitt ófantaligt svar, ein korruptiónskend avgerð, ein ófantalig stjórasetan, ein avbrend brúgv á altjóða pallinum, eini ósannindi frá ovasta embætisverki, ein ófantalig viðferð av tænastuveitarum, eitt óbúgvið tilmæli o.a. leggja forðingar í føroyska virksemið. Øll hesi mál, sum vit so dánt hoyra um uttan í einstøkum førum, tá ið tey gerast ?søgur?, hava helst størri týdning fyri okkara møguleikar, enn vit geva okkum far um. Eitt arbeiðspláss fyri og annað eftir missir sína kraft, eitt virki fyri og annað eftir missir álitið á skipanina, ein familja fyri og onnur eftir verður frátikin sína fremjandi megi. Soleiðis kundu vit hildið fram. Stór orka verður brúkt til einkis, eins og tað mangan er størsta uppgávan í einum menningarprosjekti at stýra uttanum tær mongu almennu skipanirnar, har leiðslan og samskiftið ikki virkar optimalt.
Tað eru orsøkir til, at tað tykist so trupult at røkka mennandi málum í Føroyum í løtuni. Tað eru orsøkir til, at tað higartil ikki hevur eydnast okkum so mikið sum at seta skjøtil á uppgávuna at menna aðrar vinnumøguleikar til útflutnings. Hetta hóast tað longu fyri 10-15 árum síðani sást rættiliga greitt, at tað var neyðugt, skuldu vit framhaldandi tosa um einar sjálvbjargnar og framkomnar Føroyar í einum altjóðagjørdum heimi - sum ikki er smátjóðavinarligur, sum mangur vil gera hann til. Mangar orsøkir munnu vera, men nakrar av teim mest týðandi eru helst:
?at almennu Føroyar eru í eini virðiskreppu
?at evnini at samskifta í almennu Føroyum tola bata
?at vilji og evni hjá almennu Føroyum at átaka sær ein viðkomandi og virknan leiklut í eini menning ikki standa mát við tann partin av landsins orku, sum verður brúkt í tí almenna
?at stýrisamboðini í almennu Føroyum annars ikki virka optimalt
?at leiðslumentanin í Føroyum er undir stórum trýsti frá maktlæruni
Hesar orsøkirnar eru eitt boð uppá, hví Føroyar helst eru í ella ávegis í djúpastu strategisku kreppuna síðani Trappubrøðurnir í 1876 við sluppini Fox løgdu lunnarnar undir einum føroyskum altjóðagjørdum fiskivinnusamfelag næstu øldina.
Í høvuðsheitum er vinnulig menning ein spurningur um vinnuligt initiativ, vinnuligar uppgávur millum síni egnu, risikospjaðing og samskifti úti og heima. Tað ber tí almenna til at átaka sær ein virknan leiklut í eini menning av inntøkumøguleikum føroyinga.
?Tað almenna kann brúka leiklutin sum størsti keypari - og ofta einasti keypari - í eini vinnuligari menning.
?Tað almenna kann brúka leiklutin sum mest týðandi samskiftispartur til at skapa og halda eitt samskifti við líka - innanlands og uttanlands.
?Tað almenna kann brúka leiklutin sum mest avgerandi ásetari av galdandi virðum til tess at nytta fæst burturúr teim kreftum, sum liggja í tí einstaka.
Spurningurin um tað ber vinnuni til - uttan almennan leiklut - at vinna á uttanlanda marknaðum, er helst trupul at svara eintýðugt. Í praksis kann tað gerast ómetaliga trupult. Onnur lond hava helst eisini góðar orsøkir til at brúka stóra orku millum tey kongaligu, ráðharrar og sendiharrar at røkja vinnulig áhugamál á altjóða pallinum. Helst er tað heldur ikki tilvild, at tey leggja heil málsøki til rættis við atliti at vinnuligari menning, har danska umhvørvislóggávan er eitt tað týðiligasta dømi um okkara leiðir.
Spurningurin um vit fóta okkum sum tjóð í einum globaliseraðum heimi stendur opin fyri hesi samgonguni, eins og spurningurin stendur opin fyri Føroya fólki. Lata vit okkum egna við einum vegastubba her og einum skúla har í okkara valdømi, eru vit neyvan verdug altjóða samfelagnum.
?Seta vit okkum hóskilig felags mál
?Seta vit felags vilja og hegni at røkka hesum málum
?Gera vit, hvør í sínum lagi, okkara til at byggja upp felags virði og samskifti
?Eru politikarar loyalir mótvegis fólkinum og megna at samansjóva krefturnar tá er uppgávan helst til at loysa.