Nýggjur venjari skal lyfta ÍF

Fuglfirðingar ætla við einum sigri á NSÍ á Varmakeldu at spæla seg í finaluna í kappingini um Løgmanssteypið. Mikudagin skifti felagið venjara, og fyrsta uppgávan hjá nýggja venjaranum er týdningarmiklasti dysturin hjá ÍF í nógv ár.

Á Varmakeldu í kvøld verður tað greitt, hvat fyri lið skal umboða Eysturoynna í finaluni í kappingini um Løgmanssteypið, sum verður á Tórsvølli á Ólavsøku. Eftir javnleikin í Runavík í fyrru hálvfinaluni, er alt opið undan dystinum, men tað skerst ikki burtur, at tað eru runavíkingarnir, sum eru favorittar.

Petur Mohr við róðrið
Mikudagin var venjarin hjá ÍF, Sigfríður Clementsen, loystur úr starvi, og til fyribils at taka sær av venjingini og dystinum í dag hevur ÍF fingið fatur á Petur Mohr, sum er ein tann royndasti venjarin í Føroyum. Hann kann undan dystinum ímóti NSÍ fegnast um, at fleiri mans hjá ÍF, sum ikki vóru á liðnum seinasta sunnudag, nú aftur eru tøkir. Bartal Eliasen var við flogbóltslandsliðnum í Luxembourg, men hann er heima aftur, og harafturat er Magni á Lakjuni eisini klárur aftur, eftir at hann í lemjandi 1-6 ósigrinum ímóti KÍ seinasta sunnudag sat allan dystin á beinkinum, tí at hann var darvaður av einum skaða. Væntandi verða teir báðir Jan Guttesen og Rúni Elttør, sum heldur ikki vóru við ímóti KÍ eisini at síggja á liðnum hjá ÍF í dag, og um so er, er tað fyrstu ferð í hesum kappingarárinum, at allir mans í hópinum hjá ÍF eru tøkir til ein dyst.

NSÍ skal hevna ósigurin
Einasti sigurin hjá ÍF í landskappingini í ár var ímóti júst NSÍ í Fuglafirði, og tann ósigurin ætla runavíkingar sær at hevna í hálvfinaluni í dag. Í Runavík eru teir øgiliga vónbrotnir um ósigurin ímóti HB mikukvøldið, og tí eru teir eyka uppsettir til dystin í dag. Sjúrður Jacobsen fekk reyða kortið í dystinum í Havn, og tí er hann leikbannaður til dystin í kvøld, og tí verður Jónstein Petersen væntandi fluttur longur aftur á vøllin, og Andy Olsen kemur inn á liðið longur frammi á vøllinum. Annars hevur NSÍ alt fólkið tøkt, og runavíkingar halda ikki sjálvir, at tað er nakar vansi hjá teimum, at teir hava leikt so nógvar dystir seinastu vikurnar.