Vesturvón kom aftur úr Barentshavinum hósdagin. Teir hava fingið 690 tons, sum reiðarin metir hava eitt virði upp á einar 18-20 milliónir krónur.
Vesturvón skuldi fríggjakvøldið fara til Immingham at leggja upp, sigur Ólavur Petersen, reiðari. Hann sigur, at prísurin er hækkaður eitt sindur, síðan seinasta túr, og pundið stendur eisini væl, sigur hann.
Vesturvón hevur verið í russiskum sjógvi hendan túrin. Har eru umleið hálvtannaðhundrað tons eftir, sum teir ætla at fara eftir í heyst. Norska kvotan varð fiskað tann fyrra túrin, teir gjørdu í vár.
Hendan túrin hava teir verið knappar triggjar mánar burtur. Nú verður steðgað heima, meðan skipið fer til Englands og síðan verður gjørt klárt aftur.
?So hetta passar so frálíka væl, at nú fáa teir eisini Vestanstevnuna við, sigur Ólavur Petersen.
Næsta túr fer Vesturvón til Grønlands at fiska svartkalva, sigur reiðarin. Føroyingar eiga kvotu undir Vesturgrønlandi, og henni fara teir eftir. Eisini er ein royndarkvota eftir toski undir Eysturgrønlandi, og har ber eisini til at fiska eitt sindur av svartkalva afturvið.
Tað er býtt soleiðis, greiðir Ólavur Petersen frá, at Vesturvón vanliga plagar at sleppa til Grønlands eftir svartkalvanum, og hinir flakatrolararnir fara í Irmingarhavið, tá teir ikki eru eystanfyri.