almennari fráboðan sigur Annita á Fríðriksmørk, at hon fer ikki at umboða Tjóðveldi á Fólkatingi, nú Magni Arge fer í farloyvi. Tað sama segði hon við in.fo longu 1. august í ár, tá vit royndi at finna út av, hvør [...] til fjølmiðlarnar Mær stendur nú í boði at fara á Fólkating. Sum partur av samgonguni og sum forkvinna í tingbólkinum, eru nógvar og spennandi uppgávur fyri framman her á landi. Fiskivinnureformurin, [...] pensjónsnýskipanin, heilsunýskipanin og stjórnarskipanin eru øki, sum koma at hava sera stóran týdning fyri tað føroyska samfelagið, og sum eru á lunnum í løtuni. Hesar uppgávur koma at krevja nógv av politisku
Nótaskipini, sum herfyri góvust at fiska svartkjaft, eru nú farin á sildaveiði. Sum skilst, royna skipini norðarliga í íslendskum sjógvi Hin 21. mai boðaði Felagið Nótaskip frá, at skipini, sum tá royndu [...] um árið, og øktu oljuprísirnir merkja soleiðis eina økta útreiðslu upp á einar 8 miljónir krónur um árið - fyri hvørt skipið. Nú eru skipini so farin útaftur at royna eftir sild, og Portalurin frættir, at [...] ni, Carlton og Næraberg, partrola. Í morgun royndu vit at fáa fatur á nøkrum av reiðaríunum hjá hesum skipum, men tað eydnaðist hvørki at fáa fatur á Jákupi Jacobsen, ei heldur Kristian Martini Rasmussen
Smápartafelagið á Høvdanum hevur í eina tíð rikið kioskina við fótbóltsvøllin, og ætla tey reka kioskina umborð á Dúgvuni á sama hátt, sum tann fyrra kioskin verður rikin. Broytingar á veg Símun á Høvdanum, [...] skuldi ein helst sæð, at tað nú eru vit, sum reka kioskina, sigur hann. Her sipar hann til, at onkrar smávegis broytingar longu eru í umbúna, og kunnu tey ferðandi gleða seg til eitt størri úrvæl umborð. Í [...] nevndarlimur í smápartafelagnum á Høvdanum, greiðir frá, at enn er so stutt tíð fráliðin, síðan felagið yvirtók kioskina, og tí eru ongar stórvegis broytingar komnar longu nú. - Men innan stutta tíð skuldi
sjónligt fyri øllum á henda hátt, sigur John Førdal sambært Dagbladet. Hann sigur seg tó skilja tryggingarfelagið, sum ikki ynskir at flyta lutirnar áðrenn kanningarnar eru lidnar, men vísir tó á, at vraklutirnir [...] dødsfly skremmer passasjerer”, at virksemi á flogvøllinum er nógv minkað síðani vanlukkuna í fjør. Aker Kværner gavst sum kunnugt at flúgva á Stord, og flýgur nú heldur til Haugesund við sínum starvsfólkum [...] starvsfólkum. Coast Air, sum flýgur rutuflúgving á Stord, sigur sambært Dagbladet, at tey eisini hava merkt væl, at virksemið á flogvøllinum hevur verið fallandi. – Vit merktu týðuligt eina minking í ferðsluni
hinumegin markið næsta ár. Vit hava tí her eina sera áhugaverda støðu, har tað kanska longu eru ítøkilig prógv um, at Partnership samtakið, ið 2000 føroyskir partaeigarar eru við í, kann hava fatur í einum [...] sum eru við í leitingini í hesum partinum av heiminum og ikki minst fyri tey samfeløgini, sum fáa og kunnu fáa ógóðan av møguligum fundum. Eitt fund á føroyskum øki og eitt ella fleiri aftrat á breskari [...] vil sjálvandi seta gongd á orðaskiftið um spurningar so sum, um oljan skal í land í Føroyum, hvussu vit kunnu geva fólki tak yvir høvdið osfr. Tað fer so eisini at seta sín dám á eitt komandi løgtingsval
ystir, og annars at vaksa við uppgávunum. Vit ætla at strívast og strevast og hugsa ikki um, at vit verða botnproppur, tá kappingarárið er liðugt. Nú fara vit at bretta upp ermar og stríðast, sigur Pole [...] staðfestir hann eisini. - Vit hugsa fyrst og fremst um at verja. At standa rætt í verjustøðu og geva mótstøðuliðunum so lítið pláss, sum tilber. Tað er serliga tað, sum vit leggja dent á í venjingunum í løtuni [...] løtuni. Tað verður torført, og tí skulu vit verja okkum frægast, greiðir Pole J. Hansen frá. Tveir útlendingar eru í hópinum. Damir Oros, sum hevur roynt seg í føroyskum hondbólti í drúgt áramál, verður spælandi
Russland? Er tað har vit eru? At vit undirgeva okkum eitt drápsmannaveldi og geva tí so stórt vald á okkum? Fyri pengar? Vit hava allan heimin at handla við. Støðan beint nú prógvar, at Russland er [...] ikki at selja til Russland. – Russar eru kendir fyri, at gert tú eina handling ímóti teimum, so reagera teir aftur. Trýst gevur móttrýst, og tað er tað, sum vit síggja her. Tað vóru øll vitandi um, [...] marknaður – men beinleiðis vandamikil, tí vit skulu halda kjaft og lata Putin drepa í frið, annars hevnir hann seg við einki at keypa frá okkum. Slíkum skulu vit ikki vera bundin at. Putin hevur sent nógvar
økist, og tað hava vit bygt víðari á. Nú skulu vit út á Toftir, og tað verður ikki lætt. B68 er illa spert í botninum, og teir fara at leggja nógv fyri í royndini at vinna. Um vit framvegis taka uppgávuna [...] føroyameistari? – Tað er ein góður spurningur. Nú eru vit oddalið, og harvið er tað upp til okkum sjálvar at gera av, um vit skulu verða meistarar. Vit hava skorað nógv mál og vunnið nógvar dystir. Tað [...] umførini spældi eg ikki so nógv. Eg byrjaði á beinkinum fýra ferðir, og tá ið eg bara var á vøllinum í 10-15 minuttir, so var tað ikki so lætt at skora mál. Hví vart tú á beinkinum? – Tað mást tú spyrja venjaran
Tvørtur ímóti hevur landsstýrið dúvað upp á ábyrgdarkensluna hjá føroyinum og tí hava vit bara fingið nøkur tilmæli um, hvussu vit skulu bera okkum at. – Vit vilja vísa fólki álit, heldur enn at brúka [...] vinnumálum, skal nú fáa heimild til at skerja upplatingartíðirnar hjá matstovum og skeinkistøðum. Hann skal eisini fáa heimild til at áseta, hvussu nógv fólk kunnu vera inni á skeinkistøðum og á matstovum. Og [...] Løgmaður hevur sagt, at skulu vit hugsa um at forða fyri, at korona breiðir seg, er tað altavgerandi at hava tamarhald á matstovunum og skeinkistøðunum, tí fólk, sum savnast har, eru tær størstu smittukeldurnar
fólk við í flogfarið, og í løtuni eru eini 25 á bíðilista. – Fólk hava ikki endaliga váttað, um tey eru við ella ikki. Men hetta verður avgreitt í dag, og tá vita vit endaliga, hvussu verður, staðfestir [...] Kristian Dahl. Men greitt er, at við 25 fólkum á biðilista, stendur ikki á at fáa mannað eitt flogfar. – Blívur tað við at leggjast afturat, so gera vit ein túr afturat, staðfestir Kristian Dahl. Mannfólk [...] i. – Eg skal vera berari, soleiðis plagar tað at vera. Vit eru fleiri sum fara, og tað verður nokk soleiðis, at konurnar fara at keypa, meðan vit fara at hyggja at onkrum øðrum. Men tað skal nokk blíva