Halt kjaft og lat Putin drepa í frið!

Trýstið er øgiligt á landsstýrið at halda fram at sam­starva við Russland, sum um einki var hent.

Russar um­hugsa nú at banna øllum innflutningi av upp­sjóv­ar­fiski úr Føroyum – fyri at raka okkum so meint sum gjørligt.

 

Russland er ikki hvat sum helst land. Hetta er eitt land, sum verður stýrt av hóp­dráps­monnum og antidemokratiskum valds­pers­ónum, sum gera alt fyri at halda hvørkratak um valdið. So tað skal eingin Aksel koma úr Før­oy­um og fortelja teimum í Moskva, hvar skápið skal standa. Slíkir sum Aksel detta út gjøgnum vindeygu í háhúsum fyri eitt gott orð. Tí russ­ar góðtaka ikki tey, sum mótmæla. Ella sum stjórin á Varðanum so væl lýsti tað í Degi og Viku, hvussu russar revsa onnur lond:

 

»Hetta er púra vanligt. Teir blakaðu øll ES lond­ini úr Russlandi í 2014 (Krim). Teir hava eis­ini gjørt tað við Ísland, tí Ísland hevði 'eina útmelding' fyri nøkrum árum síð­­ani um Krim, og av­leið­ing­in var, at Ísland slepp­ur ikki at selja til Russ­land.

 

– Russar eru kendir fyri, at gert tú eina hand­l­ing ímóti teimum, so reagera teir aftur. Trýst gev­ur móttrýst, og tað er tað, sum vit síggja her. Tað vóru øll vitandi um, tá tey meld­aðu út um havn­ar­stongs­ulin, so kundi hetta vera ein reaktión...«

 

Hvør skal siga: Tað var skeivt av Før­oy­um at trýsta Russland? Er tað har vit eru? At vit und­ir­geva okkum eitt dráps­manna­veldi og geva tí so stórt vald á okkum? Fyri pengar?

 

Vit hava allan heimin at handla við. Støð­an beint nú prógvar, at Russland er ikki ein góð­ur markn­­að­ur – men beinleiðis vandamikil, tí vit skulu halda kjaft og lata Putin drepa í frið, annars hevnir hann seg við einki at keypa frá okk­um. Slíkum skulu vit ikki vera bundin at.

 

Putin hevur sent nógvar ungar menn í deyð­an í U­krai­na. Hann himprast ikki við at senda enn fleiri. Hann er fullkomiliga líka glað­ur um hesi mannalív og grátandi mamm­ur, kon­ur, børn og onnur.

 

Russar hava eisini dripið nógvar túsundtals ukrainar. Avbjóðingin hjá Putin er, at russar mugu drepa nógvar tíggjutúsundtals u­krain­ar afturat, tí tað gongur ongan veg hjá honum. Tí hevur Putin brúk fyri at handla við rygg­klapp­arar, sum blunda og halda fyri oyrini, so teir ikki fáa ringa samvitsku av dagligu russ­­isku hópdrápunum. Hetta er blóðdálkaði mað­ur­in, hetta er blóð­dálk­aða stjórnin, sum al­mennu Føroyar skulu seta seg til borðs við, taka í hond og takka fyri gott samstarv. Og sum líka skulu minna okkum á:

 

– Haldið kjaft og latið okkum drepa í frið – annars keypa vit einki frá tykkum!