Pole J. Hansen verður biðin um at gita, hvar í røðini Team Klaksvík verður við kappingarenda.
- Vit verða nummar fimm, er hann skjótur av svara.
Í Klaksvík brynjar best mansliðið í býnum seg til eitt strævið kappingarár í bestu deildini. Fyri fyrstu ferð nakrantíð skal besta mansliðið hjá Team Klaksvík royna seg millum teir bestu í Føroyum.
Maðurin við evstu ábyrgdini av liðnum er Pole J. Hansen. Hann var settur sum venjari í farnu viku. Hann ræðist ikki stóru avbjóðingina, sum hinvegin er orsøkin til, at tók av tilboðnum.
Pole J. Hansen og leikararnir fyrireika seg nú til uppgávurnar, sum standa fyri framman.
Fara at verja
Púra óroyndir fara klaksvíkingar at bjóða teimum royndu av.
Tað verður helst ein torfør uppgáva hjá venjaranum. Og tað staðfestir hann eisini.
- Vit hugsa fyrst og fremst um at verja. At standa rætt í verjustøðu og geva mótstøðuliðunum so lítið pláss, sum tilber. Tað er serliga tað, sum vit leggja dent á í venjingunum í løtuni. Tað verður torført, og tí skulu vit verja okkum frægast, greiðir Pole J. Hansen frá.
Tveir útlendingar eru í hópinum. Damir Oros, sum hevur roynt seg í føroyskum hondbólti í drúgt áramál, verður spælandi hjálparvenjari, og felagið kunngjørdi í farnu viku, at Zarko Pejovich úr Bosnia er knýttur at hópinum.
Pole J. Hansen er týðiliga bilsin av leikarahópinum.
- Eg hevði ikki væntað, at eg skuldi stjórna einum so dugnaligum liði. Eg eri bilsin av leikarunum, sum standa seg væl betri, enn eg hevði væntað, sigur Pole J. Hansen.
Hann vísir á, at Zarko Pejovich fer at hjálpa klaksvíkingum væl í hesum kappingarárinum.
Ræðist ikki
Fyrstu uppgávan hjá Team Klaksvík í hesum kappingarárinum verður helst møtumikil.
Hin 27. september vitja greipuvinnararnir úr Neistanum í Klaksvík, og tá fáa klaksvíkingarnir seg av álvara royndar.
Pole J. Hansen stúrir ikki fyri, at kappingarárið verður ein vanlukka.
- Nei, tað hugsi eg als ikki. Málið hjá okkum er at vinna nakrar landskappingardystir, og annars at vaksa við uppgávunum. Vit ætla at strívast og strevast og hugsa ikki um, at vit verða botnproppur, tá kappingarárið er liðugt. Nú fara vit at bretta upp ermar og stríðast, sigur Pole J. Hansen.
TEAM KLAKSVÍK
Felagið varð stovnað hin 12. september í 2006.
Formaður er Fríðin Ziskason
Endamálið var, at menn og dreingir skuldu hava møguleikan at spæla hondbólt í Klaksvík
Besta mansliðið spældi í triðbestu deildini í 2006/2007 og vann sær uppflyting.
Liðið spældi í næstbestu deildini í tvey kappingarár, men flutti upp í bestu deildina í vetur
Millum spælararnar, sum hava spælt við, eru Allan Mørkøre, Meinhardt Joensen, Jákup Mikkelsen, Jens Martin Knudsen og John Petersen, sum hava spælt á føroyska landsliðnum í fótbólti