Í almennari fráboðan sigur Annita á Fríðriksmørk, at hon fer ikki at umboða Tjóðveldi á Fólkatingi, nú Magni Arge fer í farloyvi.
Tað sama segði hon við in.fo longu 1. august í ár, tá vit royndi at finna út av, hvør avloysarin skuldi verða, eftir at Magni Arge hevði boðað frá, at hann fór í farloyvi.
Tórbjørn Jacobsen vildi ikki svarað, men næsta fólk á listanum – sum er nummar sjey – Óluvá Klettskarð segði tá, hon fegin tók av, fekk hon sessin í boðið sum avloysari fram til nýggjárs.
Annita á Fríðriksmørk hevur sent út hesa fráboðan til fjølmiðlarnar:
»Fráboðan til fjølmiðlarnar
Mær stendur nú í boði at fara á Fólkating.
Sum partur av samgonguni og sum forkvinna í tingbólkinum, eru nógvar og spennandi uppgávur fyri framman her á landi. Fiskivinnureformurin, pensjónsnýskipanin, heilsunýskipanin og stjórnarskipanin eru øki, sum koma at hava sera stóran týdning fyri tað føroyska samfelagið, og sum eru á lunnum í løtuni. Hesar uppgávur koma at krevja nógv av politisku skipanini. Her skulu semjur gerast tvørtur um samgonguflokkar og tvørtur um samgongu/andstøðu.
Av tí, at tað ikki ber okkum í tingbólkinum til at sita á báðum sessum samstundis skal eg boða frá, at eg sjálvsagt taki løgtingsarbeiði framum og harvið ikki taki av fólkatingssessinum, sum stendur mær í boði í løtuni.