Clayton gleðir seg at sleppa til hús

Toppskjúttin í føroyskum fótbólti sigur, at hann hevur fingið følarar frá onkrum øðrum felag, men hann roknar við, at tað verður í Fuglafirði, at hann fer at halda fram, um hann spælir í Føroyum eitt ár aftrat

Clayton Soares. Hann hevur verið í føroyskum fótbólti síðani 2002, og hann hevur aftur og aftur prógvað, at hann hevur mál­tev. Hagtølini siga, at hann hevur skorað eina rúgvu av mál­um, og tað er merkisvert, tí tey undan­farnu árini hevur hann spælt við FS Vágar, B71 og 07 Vestur, sum hetta tíðarskeiðið altíð hava ver­ið millum tey niðastu í bestu deild­ini, um tey ikki hava verið í næst­bestu deildini.
2012 er fyrsta árið, at Clayton er í felag, sum er við í stríðnum um FM heitið, og hann hevur av álvara gjørt vart við seg. ÍF er eftir 24. umfar topplið, og tað er ikki minst langlimaða Clayton Soares fyri at takka. Hann hevur skor­að 21 av teimum 51 málunum, sum fuglfirðingar hava fingið, og hann er greiður toppskjútti í bestu deildini. Hann smekkar ikki til, men hann dugir væl at vera á rætta staðnum í røttu løtuni, og so er hann so sera umhugsin, tá ið hann fær møguleikan og við góða bóltførleikanum trygt setur bóltin í málið, um tað so er við høvd­inum ella beinunum.

Striltið fyrstu umførini
Hetta er merkisvert, tí tað var ikki fyrrenn í 8. umfari, at Clayton skor­aði fyrstu málini. Tað var í 4-1 sigrinum á HB í Gundadali, tá ið ÍF av álvara undirstrikaði, at liðið skuldi takast í størsta álv­ara í kappingini um FM og at­gongumerkini til europeisku kapp­ingarnar. Eins og í gjár, tá ið Clayton skoraði øll trý ÍF mál­ini ímóti NSÍ, so skoraði hann hattrikk ímóti HB í 8. umfari. Clayton hevur skorað í tíggju dyst­um. Tvær ferðir hevur hann skorað eitt mál, fimm ferðir hevur hann skorað tvey mál, og tríggjar ferðir hevur hann skorað trý mál. Umframt ímóti HB í 8. umfari og í gjár ímóti NSÍ skoraði hann eis­ini tríggjar ferðir í 9. umfari, tá ið ÍF á útivølli vann 6-0 ímóti FC Suðuroy.
Hvussu bar tað til, at tú ikki skoraði fyrsta málið fyrrenn í 8. umfari?
– Um tú skalt hava møguleika at skora mál, so er neyðugt, at tú ert á vøllinum. Eg havi verið við í øll­um dystunum, men fyrstu um­førini spældi eg ikki so nógv. Eg byrjaði á beinkinum fýra ferðir, og tá ið eg bara var á vøllinum í 10-15 minuttir, so var tað ikki so lætt at skora mál.
Hví vart tú á beinkinum?
– Tað mást tú spyrja venjaran um. Onkra ferðina var eg eitt sindur skaddur, men eg vildi fegin spæla, og síðani venjarin í 8. umfari vísti mær álit at vera mill­um teir fyrstu ellivu, hevur tað gingið væl hjá mær. Hetta er sera hugaligt, tí vit hava ein góðan venjara, og liðfelagarnir eru framúr. Í verjuspælinum eru allir liðfelagarnir sera raskir, og eg fái so nógvar góðar málmøgu­leikar, at tað er ikki so torført at skjóta mál, sigur lítið lætni brasilu­maðurin, sum hevur verið í Før­oyum síðani 2002.

Familjan er í Rio
Clayton Soares greiðir soleiðis frá, tá ið vit spyrja hann, hvussu tað bar til, at hann kom til Føroya at spæla bólt:
– Ein vinmaður mín í Rio, Silva, fór til FS Vágar, eftir at hann fyrst hevði roynt seg í íslendskum fót­bólti. Teir bóðu hann hava ein aftrat sær við til Føroya, og hann spurdi meg, um eg hevði hug at koma við honum henda vegin. So­leiðis kom eg til Føroya, og her havi eg verið hvørt ár síðani, tá ið sæð verður burtur frá 2010. Eg havi verið í Vágum og á Sandi, har eg havi spælt við B71 frá 2004 og fram til 2009. Tá gjørdu vit av at fara til hús. Konan og sonurin vóru her frá 2002 og inntil 2009. Í fjør var eg einsamallur í Vágum, og í ár havi eg verið einsamallur her í Fuglafirði.
Tað er leingi at vera burtur frá familjuni?
– Eg kom higar hálvan februar. Í summarfrítíðini var eg heima í tvær vikur, so tú kanst ætla, at eg gleði meg at sleppa til hús aftur. Nú eru bara tríggjar vikur, áðrenn kappingin verður liðug, so tað fer at ganga. Skype er fantastiskt. Vit tosa saman fleiri ferðir hvønn dag.
Kemur tú aftur næsta ár?
– Tað er ikki greitt enn. Sum fót­bólts­spælari eri eg farin at eld­ast. Eg verði 34 24. november, men kanska komi eg aftur eina ferð aftrat.
Verður tað til Fuglafirðar?
– Vit hava ikki skrivað undir nakra avtalu, men felagið hevur tosað við meg. Onkur onnur fel­øg hava eisini spurt seg fyri, men eg rokni við, at tað verður í Fugla­firði, um eg komi aftur, tí her trívist eg ógvuliga væl, sigur dámliga toppskjúttin í EFFO deildini.
Roknar tú við at fara til hús sum føroyameistari?
– Tað er ein góður spurningur. Nú eru vit oddalið, og harvið er tað upp til okkum sjálvar at gera av, um vit skulu verða meist­ar­ar. Vit hava skorað nógv mál og vunnið nógvar dystir. Tað ber við sær, at sjálvsálitið økist, og tað hava vit bygt víðari á. Nú skulu vit út á Toftir, og tað verð­ur ikki lætt. B68 er illa spert í botn­inum, og teir fara at leggja nógv fyri í royndini at vinna. Um vit fram­vegis taka uppgávuna í størsta álvara og ikki undirmeta mót­støðu­liðini tvær tær næstu ferðirnar – B68 og FC Suðuroy – so eiga vit at megna at hava møgu­leikan at tryggja okkum FM ímóti HB á heimavølli í síðsta umfari, heldur Clayton Soares, sum gleðir seg at sleppa yvir til kon­una og sonin í Rio fyrst í oktober, tá ið landskappingin verð­ur liðug. Um hann skal ferðast um Atlantshavið sum meist­ari, er nú upp til ÍF at gera av, og á liðnum er Clayton stóri mál­skjútt­in og málkongurin í før­oysku kappingini.
Í morgun fór hann til arbeiðis í Fuglafirði, og tað er einki at ivast í, at í laksaarbeiðnum og á øllum øðrum arbeiðsplássum í bygdini verður nógv fótbóltsprát næstu dagarnar og vikurnar!