bygt í Føroyum . Við nýggja heiminum á Nesi, fáa bæði tey, ið koma í viðgerð, og starvsfólkið munandi betri umstøður at vera í. Náttúran uttanum er sera vøkur, og hon verður sanniliga til gagn fyri viðgerðina [...] Í morgin, fríggjadagin 19. september kl. 15, verður nýggja Blákrossheimið á Nesi alment tikið í nýtslu. Tað er fyrstu ferð í Føroya søgu, at eitt viðgerðarheim at hjálpa rúsmisnýtarum úr misnýtslu er bygt [...] fyri 14 fólkum í døgnviðgerð, umframt ambulanta viðgerð. Tað var í januar 2013, at byrjað varð at byggja nýggja Blákrossheimið. Byggivirkið KBH hevur staðið fyri byggingini. Teknistovan í Gøtu hevur teknað
nýggjárshaldinum í Vági: Fyrsta árið, at nýggjárshaldið í Vági varð skipað sum tiltak við faklagongu, var nýggjársaftan í 1963/64. Hetta árið fóru unglingar í Vági við faklum og tunnum av olju niðan í Hvannadal [...] og bál, so varð í 1967 fyrsta nýggjársveitslan hildin í Vági, og helt hon fram í knøpp 40 ár. Í 1970´unum varð farið undir skipaða fýrverkarí-skjóting. Og ár undan ári síðan miðskeiðis í 1960´unum er n [...] framum tær flestu, hóast flestu býir og bygdir í Føroyum nú eru væl við, og skipa fyri nýggjárshaldi.. Haldið hesaferð var nummar 50 í røðini, og nýggjársnevndin í Vági sigur m.a. soleiðis á síni heimasíðu
til norsk skip. Afturfyri fáa vit 26.500 tons (í 2019) av botnfiski í Barentshavinum og við Svalbard. Hetta hava trý reiðarí havt atgongd til í mong ár. Í fiskivinnunýskipanini er ásett, at 15% av hesum skal [...] 27.000 tons, so skal alt omanfyri bjóðast út. Í 2019 varð kvotan 26.500 tons í Barentshavinum og við Svalbard. Tískil vóru 3.915 tons bjóðað út í 2019. Í uppskotinum hjá samgonguni verða frá degi til dags [...] til tey trý reiðaríini sum eginkvotur í 12 ár. Uttan nakra grundgeving ella viðgerð. Hesi tonsini hava eitt árligt avreiðingarvirði á í minsta lagi 78 mió. kr. Í 12 ár er hetta virðið ein knøpp milliard
høvdu stórar konsertferðir í USA í 2005 og aftur í 2016, har tey vóru gestir hjá ungverska dirigentinum, Frederic Balazc, sála. Á ferðunum í USA framførdu tey á konsertum í California og Arizona. Eisini [...] Mánakvøldið 15. juni klokkan 19.30 - tað er í kvøld - verður konsert í Ribarhúsi í Fuglafirði, og leygardagin 20. juni klokkan 15 verður konset á Biskupsstøðgarðinum í Klaksvík. Ólavur Jakobsen og Monika Stauss [...] Eisini vóru tey fyrrárið á ferð í Týskalandi og í Sveis, har konsertirnar fingu sera góð ummæli. Men, Monika og Ólavur hava eisini dúgliga spælt her í Føroyum, og konsertirnar hava altíð verið væl fagnaðar
íverksetaramentan í Føroyum og geva næmingum møguleika at royna seg sum sjálvstøðug vinnurekandi. Á heimasíðuni hjá Fuglafjarðar kommunu verður greitt frá tiltakinum í Mentanarhúsinum í Fuglafirði fríggjadagin [...] uppá. Íverksetan er ein náttúrligur partur av dna'num í Fuglafirði og víðskygdar verkætlanir, sum eitt nú FabLab, sum varð tilnevnt ársins átak í 2018, eru sprotnar úr fyrilestrarøðum so sum Silicone Vallay [...] a samstørvum har vitan, vinna og mentan í felag hava birt undir. Fuglafjarðar býráð hevur sett íverksetan á breddan og ætlar at arbeiða miðvíst við íverksetan í Fuglafjarðar kommunu komandi árini. SkúlaFM
Annfinn Brekkstein, býráðslimur í Havn. Hann vísir á, at tá ið Tórshavnar Býráð nú fer at byggja ein eldradepil í Hoyvík, verður hetta dýrasta byggiverkætlan í Føroya søgu - í hvussu so er upp á seg, tí tað [...] Annika Olsen, borgarstjóri, vísir á, at talan er um eina serstaka verkætlan, sum er nýtt í Føroyum. Tað verða 27 búrúm í nýggja deplinum, men har verður eisini umlættingarpláss og umstøður til endurvenjing [...] býráðslimir eru ikki samdir. Bergun Kass, forkvinna í eldranevndini hjá Tórshavnar býráð, siur, at tey vistu, at tað fór at verða dýrt, tí tað slepst ikki undan, at í tíðum sum hesum, tá ið tað er full ferð á,
Ferðavinnustevnuni á Hotel Føroyum vórðu heiðursbrøv í ferðavinnuni handað í kvøld. Ársins ferðavinnufólk er eitt fólk ið ger eitt stórt og týdningarmikið arbeiði, og sum dagliga er í beinleiðis sambandi við [...] ferðavinnan fór at spíra. Sum undangongufólk var hon við til at stovna Kunningarstovuna í Havn, har hon var leiðari í 25 ár. Í dómsnevndini sótu Árni Olsen fyri Ferðavinnufelagið, Guðrið Højgaard fyri Visit Faroe [...] Tórstein Christiansen frá GreenGate Incoming og Noomi K. Rasmussen, ferðavinnusamskipari í Sunda Kommunu, eisini í uppskoti at fáa hetta heiðursbræv. Heiðurslønina fyri ársins nýbrot fekk Óli Kristian á
byrjar í 1. flokki. Í Nólsoy og í Haraldssundi byrja tveir næmingar í fyrsta flokki, meðan í skúlanum á Fossanesi og á Viðareiði byrja trý børn í fyrsta flokki. Í seks skúlum er eingin fyrsti flokkur í ár [...] ár, í Oyndarfjarðar skúla, í Kunoyar skúla, í Svínoyar skúla, í Húsar/Syðradals skúla og í Fámjins skúla. Størsti skúlin í landinum, í næmingatali, er skúlin á Fløtum, sum hevur 734 næmingar og næst størst [...] 700 ársverk hjá lærarum í føroyska fólkaskúlanum. Flest børn byrja í 1. flokki í skúlanum á Skúlatrøð, har 57 børn byrja. Síðani koma stóru skúlarnir í høvuðsstaðnum. Í 1. flokki í skúlanum á Argjahamri
veðurvánirnar gott út og í gjár varð boðað frá, at í morgun kl. 11 byrjaði tyrlan hjá Atlantic Airways at flúgva fólk út. Og tolin trívst, bert nøkur heilt fáa kundu ikki koma við á túrin í morgun, greiðir Rúni [...] Í dag eydnaðist umsíðir at halda vakran, sólríkan Fólkafund á Lítlu Dímun. Í 2008 varð skipað fyri fólkafundi á toppinum á Lítlu Dímun á fyrsta sinni. Hetta vísti seg at eydnast so mikið væl, at avgjørt [...] var á skránni og Sjúrður Skaale flutti fram røðu. Har hann m.a. vísti á at øll hesi gonguáhugað í Føroyum áttu at fingið sær Lítlu Dímun sum búmerkið, sigur Rúni Thomsen. At enda var kvøðið, Brestirskvæði
til handlarnar í sølumiðstøðini. P/F SMS eigur: 100% av partapeninginum í P/F Miðlon 50% av partapeninginum í Sp/F 3'arin 50% av partapeninginum í í P/F Dvøljan 50% av partapeninginum í P/F Burn Fitnes [...] hevði 16,7 milliónir í yvirskoti. Nettosølan hjá SMS í fjør var 409 milliónir krónur í mun til 391 milliónir krónur árið fyri. Felagið hevur goldið góðar 56 milliónir krónur í lønum í mun til 51 milliónir [...] búskapinum, tí størsti parturin av inntøkunum og virkisøkjunum eru í Føroyum. Hetta ger samtakið eitt sindur viðbrekið fyri sveiggjum í føroyska búskapinum. Hvussu verður og ikki, so skal P/F SMS egna at