Í dag eydnaðist umsíðir at halda vakran, sólríkan Fólkafund á Lítlu Dímun. Í 2008 varð skipað fyri fólkafundi á toppinum á Lítlu Dímun á fyrsta sinni. Hetta vísti seg at eydnast so mikið væl, at avgjørt var at royna hetta aftur.
- Í 2012 varð avgjørt at nú skuldi roynast aftur. Skjótt varð fullteknað til túrin. Men túrurin bleiv av ongum, tí veðrið var ikki til vildar. Og roynt hevur verið trúliga á hvørjum ári, men uttan eydnu. Fyri 14 døgum síðani var eisini roynt, men ikki eydnaðist. Men nú sóu veðurvánirnar gott út og í gjár varð boðað frá, at í morgun kl. 11 byrjaði tyrlan hjá Atlantic Airways at flúgva fólk út. Og tolin trívst, bert nøkur heilt fáa kundu ikki koma við á túrin í morgun, greiðir Rúni Thomsen úr Hvalba frá í dag.
- Gott 100 fólk vóru hegnisliga flogin út á toppin á forkunnugu oynni. Lítla Dímun. Veðrið vera av tí allar allar besta og ikki eitt skýggj var á himmalinum. Har var so høvið at koma upp á hægsta punktið, Rávan. Felagssangur var á skránni og Sjúrður Skaale flutti fram røðu. Har hann m.a. vísti á at øll hesi gonguáhugað í Føroyum áttu at fingið sær Lítlu Dímun sum búmerkið, sigur Rúni Thomsen.
At enda var kvøðið, Brestirskvæði, sum jú m.a. umrøður Lítlu Dímun. Hetta eydnaðist Rúna Thomsen at fangað á videobrotinum, sum tú kanst síggja við at trýsta á pílin á myndini her.
- Veðrið kundi ikki vera betur, helst var hetta ein tann besti dagurin í kanska fleiri ár og fólk vóru sera væl nøgd við túrin. Tá øll vóru flogin inn aftur, var suppa at fáa í Roynhøllini. Tað kann tó leggjast afturat søguna at á veg norður til Hvalbiar við bussinum, blivu fleiri fólk føst í tunnlinum, tí ein stórur bilur steðgaði upp mitt inni í, so var eitt at gera at tað var at royna at ganga, sigur Rúni Thomsen, sum eisini hevur tikið vøkrum myndirnar aftrat hesari greinini.