Blákrossheimið á Nesi takast í nýtslu í morgin

Fyrstu ferð í Føroya søgu, at eitt viðgerðarheim at hjálpa rúsmisnýtarum úr misnýtslu, er bygt í Føroyum.

Í morgin, fríggjadagin 19. september kl. 15, verður nýggja Blákrossheimið á Nesi alment tikið í nýtslu. Tað er fyrstu ferð í Føroya søgu, at eitt viðgerðarheim at hjálpa rúsmisnýtarum úr misnýtslu er bygt í Føroyum .

 

Við nýggja heiminum á Nesi, fáa bæði tey, ið koma í viðgerð, og starvsfólkið munandi betri umstøður at vera í. Náttúran uttanum er sera vøkur, og hon verður sanniliga til gagn fyri viðgerðina.

 

Nýggja Blákrossheimið er 800 fermetrar til støddar og pláss er fyri 14 fólkum í døgnviðgerð, umframt ambulanta viðgerð.

 

Tað var í januar 2013, at byrjað varð at byggja nýggja Blákrossheimið. Byggivirkið KBH hevur staðið fyri byggingini. Teknistovan í Gøtu hevur teknað bygningin, og teir hava eisini havt eftirlit við byggingini.

 

Tað var annars í 1984, at Blákrossheimið byrjaði, og 30 ára haldið verður tískil hildið samstundis sum nýggja heimið letur upp.

 

13 mió. kr.

Blákrossheimið kostar 13 mió. kr. Hetta er 1 mió kr. meira enn upprunaliga ætlað. Orsøkin til meirkostnaðin er í høvuðsheitum, at Blái Krossur hevur valt at gera ein betri køk, at ein partur av málaraarbeiðinum varð gjørdur av málara, og at valt er at asfaltera og gera økið uttanum liðugt, umframt aðar smærri broytingar, sum ikki vóru í upprunaligu ætlanini.

 

Grundstykkið er latið, og Blái Krossur hevur eisini fingið mvg’ið aftur av byggikostnaðinum. Annars er alt fíggjað við gávum, innsavnaðum peningi, lutaseðlum, sølu í handlunum hjá Bláa Krossi, sjálvbodnum arbeiði og láni. Raksturin av Blákrossheiminum er yvir fíggjarlógina.

 

Tiltøk um vikuskiftið

30 ára haldið, móttøka og vígsla verður fríggjadagin 19. september kl. 15 á Nesi. Jógvan Fríðriksson, bispur, fer at víga húsið. Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Karsten Hansen, ber fram eina heilsan, umframt at tað vera aðrar røður.

 

Tá ið búfólk eru komin inn á heimið, ber ikki til at koma at vitja á Blákrossheiminum. Heimið verður tí opið um vikuskiftið, har almenningurin kann koma at vitja. Bæði fríggjadagin og leygardagin seinnapart er opið hús, og bæði kvøldini er sangløta og blákrossmøti.