665 børn fara fyri fyrstu ferð í skúla í dag. Hetta er nakað minni enn í fjør, tá 725 børn byrjaði í 1. flokki. Samlaða næmingatalið fyri skúlaárið 2018/2019 er 7.001, sum er 40 næmingar minni enn farna skúlaár. Hetta vísa tøl frá Mentamálaráðnum.
Mentamálaráðið upplýsir eisini, at tað eru umleið 700 ársverk hjá lærarum í føroyska fólkaskúlanum.
Flest børn byrja í 1. flokki í skúlanum á Skúlatrøð, har 57 børn byrja. Síðani koma stóru skúlarnir í høvuðsstaðnum. Í 1. flokki í skúlanum á Argjahamri eru 47 næmingar, í skúlanum við Løgmannabreyt eru 46 og í skúlanum á Fløtum eru 45. Í Sankta Frans byrja 42 børn í fyrsta flokki, meðan í Runavíkar skúla byrja 40.
Minsti 1. flokkur er í Kaldbaks skúla, har einans ein næmingur byrjar í 1. flokki. Í Nólsoy og í Haraldssundi byrja tveir næmingar í fyrsta flokki, meðan í skúlanum á Fossanesi og á Viðareiði byrja trý børn í fyrsta flokki.
Í seks skúlum er eingin fyrsti flokkur í ár, í Oyndarfjarðar skúla, í Kunoyar skúla, í Svínoyar skúla, í Húsar/Syðradals skúla og í Fámjins skúla.
Størsti skúlin í landinum, í næmingatali, er skúlin á Fløtum, sum hevur 734 næmingar og næst størst er skúlin á Skúlatrøð við sínum 719 næmingum. Síðani koma Eysturskúlin við 493 næmingum, skúlin við Løgmannabreyt við 420 næmingum og Runavíkar skúli við 415 næmingum.
Minsti skúli í landinum er Fámjins skúli, sum hevur ein næming. Í skúlanum á Húsum/Syðradali eru tveir næmingar og í Haraldssunds skúla og Kunoyar skúla eru tríggir næmingar. Í Skálavíkar skúla eru fimm næmingar, í Oyndarfjarðar skúla sjey næmingar og í Nólsoyar skúla eru níggju næmingar.
Teir tríggir frískúlarnir í Føroyum, Lítliskúli, Frískúlin í Tórshavn og Keldan, hava tilsamans 151 næmingar. Størstur er Keldan við 79 næmingum, Lítliskúli hevur 41 næmingar og Frískúlin í Tórshavn hevur 31 næmingar. 13 børn byrjaði í fyrsta flokki í Lítlaskúla, fimm í frískúlanum í Tórshavn og fýra í Kelduni.