SMS hevði í fjør besta úrslit í sjey ár

Ársúrslitið hjá sølumiðstøðini SMS fyri rakstrarárið 2016 var munandi betri, enn tað hevur verið seinastu sjey árini. Við einum yvirskoti upp á 12,9 milliónir krónur, kann SMS leggja fram besta úrslitið síðani 2008, tá felagið hevði 16,7 milliónir í yvirskoti.

 

Nettosølan hjá SMS í fjør var 409 milliónir krónur í mun til 391 milliónir krónur árið fyri. Felagið hevur goldið góðar 56 milliónir krónur í lønum í mun til 51 milliónir krónur árið fyri. Fíggjarstøðan javnvigar við góðar 248 milliónir krónur. Eginpeningurin er góðar 59 milliónir krónur, og er sambært leiðsluni á leið tað, sum var ætlað.

 

Sambært ársuppgerðini roknar SMS við einum nøktandi úrslitið, sum á sama støði sum í 2016.

 

– Kappingin er hørð á matvørumarknaðinum, og tað er ein leypandi tilgongd at menna og laga virksemi til marknaðin, heldur leiðslan í SMS.

 

– P/F SMS er tætt knýtt at føroyska búskapinum, tí størsti parturin av inntøkunum og virkisøkjunum eru í Føroyum. Hetta ger samtakið eitt sindur viðbrekið fyri sveiggjum í føroyska búskapinum. Hvussu verður og ikki, so skal P/F SMS egna at laga seg til umstøðurnar og arbeiðir tískil støðugt við at minka um allar váðar, skrivar leiðslan í roknsskapinum.

 

Tað eru P/F Enniberg og P/F NM Holding, sum eiga allan partapeningin í SMS. Nevndarformaður er Christian Andrasen. Nevndarlimir eru Kaj Johannesen, Niels Johannesen og Mogens Nielsen. Stjóri í SMS er Niels Mortensen.

 

SMS hevur tvey høvuðsvirksemi:

 

1) Felagið eigur og rekur 12 matvøruhandlar: 7 Bónushandlar og Miklagarð í SMS við slaktaradeild. Harafturat hevur felagið 4 Mylnur og rekur egið bakarí.

 

2) Rakstur av sølumiðstøðini SMS: Felagið leigar sølumiðstøðina frá P/F Fastogn og framleigar handilshøli til handlarnar í sølumiðstøðini.

 

P/F SMS eigur:

  • 100% av partapeninginum í P/F Miðlon
  • 50% av partapeninginum í Sp/F 3'arin
  • 50% av partapeninginum í í P/F Dvøljan
  • 50% av partapeninginum í P/F Burn Fitnes
  • 50% av partapeninginum í P/F Burn Finans
  • 80% av partapeninginum í Sp/F Thetis.

 

Felagið hevur goldið partaeigarunum 6 milliónir krónur í vinningsbýti.