SkúlaFM í íverksetan í Mentanarhúsinum

Fríggjadagin verður finalan í SkúlaFM 2021 í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, har skúlanæmingar í framhaldsdeildini kring landið fara at kappast í íverksetan.

 

SkúlaFM er árliga kappingin millum skúlanæmingar í 8. 9. og 10. flokkum kring landið, har næmingarnir sleppa at royna seg við ítøkiligum vinnuligum verkætlanum. Hetta síðsta árið hava næmingarnir fingið undirvísing í íverksetan og hava arbeitt við at finna hugskot til nýggjar vinnur og fyritøkur.

Næmingarnir hava lært at arbeiða við egnum hugskotum, og hava síðan ment hugskotið frá tanka til lidna vøru ella tænastu, sum skal kunna seljast ella veitast øðrum.

- SkúlaFM er ein vinnulig verkætlan, sum setir stovnsetan av egnum virki í fokus. Ein verkætlan, sum er við til at skapa eina íverksetaramentan í Føroyum og geva næmingum møguleika at royna seg sum sjálvstøðug vinnurekandi.

Á heimasíðuni hjá Fuglafjarðar kommunu verður greitt frá tiltakinum í Mentanarhúsinum í Fuglafirði fríggjadagin. Her verður eisini víst á, at millum luttakandi skúlarnar er eisini Fuglafjarðar skúli. 

- Tað verður spennandi at frætta, hvat okkara næmingar hava funnið uppá. Íverksetan er ein náttúrligur partur av dna'num í Fuglafirði og víðskygdar verkætlanir, sum eitt nú FabLab, sum varð tilnevnt ársins átak í 2018, eru sprotnar úr fyrilestrarøðum so sum Silicone Vallay vs Kambsdalur og øðrum íverksetara samstørvum har vitan, vinna og mentan í felag hava birt undir.

Fuglafjarðar býráð hevur sett íverksetan á breddan og ætlar at arbeiða miðvíst við íverksetan í Fuglafjarðar kommunu komandi árini. SkúlaFM fríggjadagin er ein byrjan at menna samløg og samstørv til frama fyri íverksetan í kommununi.

Tað verður Jenis av Rana, landsstýrismaður í menta- og skúlamálum, sum fer at seta finaluna ií Fuglafirði, og harumframt kemur Dávur Juul, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu, at bera fram røðu. Í finaluni leggja næmingarnir fram fyri einum dómarapaneli, sum velur bestu verkætlanina.

SkúlaFM er eitt samstarv millum Íverksetarahúsið, Mentamálaráðið og skúlarnar kring landið. Vinnandi bólkurin fær, umframt heiðurin at vinna, eisini møguleikan at royna seg í Next Level kappingini í Danmark, sum er líkandi donsk kapping fyri skúlaungdóm.

Meira kann lesast um tiltakið - og um sjálva skránna - á heimasíðuni hjá Fuglafjarðar kommunu - www.fuglafjordur.fo

##med2##