endaði við 3-2 sigri í Riga. Í kvøld endaði tað við 3-2 tapi í fyrsta europeiska dystinum nakrantíð í Klaksvík. So var neyðugt við longdari leiktíð, og tá skoraði RSF avgerandi málið í seinna hálvleiki, og [...] var tað í kvøld, at fýra mál fór ígjøgnum hjá KÍ. Tað er sama talið av málum ímóti, sum eru farin ígjøgnum í øllum landskappingardystunum higartil í ár. KÍ hevði yvirvág í seinna hálvleiki í vanligu [...] avgjørdur í brotssparkskapping fram ímóti midnátt. Hetta var alt annað enn hugaligt kvøld fyri føroyskan fótbólt. Fyri einari viku síðani megnaði NSÍ málleysan javnleik í Finnlandi, og KÍ vann 3-2 í Riga.
skipað fyri ólavsøku á Norðurbyggjuni í Keypmannahavn. Og aftur í ár er gjørt eitt stórt kunningararbeiði millum føroyingar heima og í Danmark. Hóast ólavsøkan hoyrir til í Havn, so er tað ein sannroynd, at [...] og tí hava góð fólk í Danmark nú í fleiri ár skipað fyri eini alternativari ólavsøku úti á sermerktu Norðurbyggjuni í Keypmannahavn. Herfyri vóru tveir av føroysku høvdingunum í Keypmannahavn, Martin [...] Fjallstein og Heine Davidsen á sjarmuoffensivi í Føroyum fyri at finna sponsorar og fyri at kunna um tiltakið. Teir stukku sum vera man eisini inn á gólvið í Miðlahúsið í Vágsbotni og greiddu frá spennandi ætlanunum
Hoydal, floksformanni, um, at Føroyar skulu loysa í næsta valskeiði og sum vit skriva um í aðrari grein her í blaðnum. - Vit vita væl, at vit fáa ikki loysing í næsta valskeiði, segði hann og vísti á, at tilsamans [...] at loysa frá Danmark. Men í veruleikanum helt hann, at hetta var rættiliga ússaligt og verjukent, í øllum førum hjá teimum, sum eru eitt sindur burturfrá flokkinum. - Fyrr í tíðini rópti tjóðveldisfólk [...] Javnaðarflokkurin greiðan meiriluta í Løgtinginum. - Tí virkar tað at eitt sindur uppgevandi at rópa um loysing nú. Kortini helt hann, at Tjóðveldi broyttust nógv í 1998, tí tá fekk loysingarhugtakið eisini
ein so kann siga, hongur yvir hurðini inn í Mount Sinai Chapel í Mount Sinai Temple í Los Angeles. Við hesum vilja vit ynskja øllum eini GLEÐIG JÓL, ALT GOTT Í KOMANDI ÁRI OG Á SO MANGAN HÁTT VIÐ TØKK FYRI [...] liggur uttan iva í valdsgirndini hjá okkum sjálvum, sum enn á okkara døgum við jøvnum millumbilum setir alla mannaættina í vága. Sonne skrivar í formælinum, at bókin eisini er ætlað sum søguligt tilfar hjá [...] vit, ið nevna okkum kristin, av fyrstan tíð gingu á odda í týningini av jødunum, har krossferðirnar á allan hátt festu seg sum størsti skammblettur í kristnu átrúnaðarsøguni, fyri ikki at tala um hópdrápini
seg inn aftur í dystin og upp í støðuna 11-11. Nú stóð á gomlum nøglum hjá báðum pørtum, men ÍF var kaldari og megnaði at taka seinastu stigini og við góðari hjálp frá Fleyr í dystinum í Klaksvík, kundi [...] koma upp á pláss, og leygardagin gjørdi ÍF sína skyldu, og vann. 2 góð sett í part ÍF legði harðliga fyri í dystinum ímóti Fram. Í fyrsta settinum vóru fuglfirðingar alla tíðina frammanfyri, og Fram hevði [...] tað Boban hjá ÍF, sum vann nógv í álopinum, men eisini hinir á ÍF-liðnum sluppu upp í part, tí móttøkurnar lógu væl, og tí hevði hevarin Odd Eliasen nógvar álopsmøguleikar. Í øðrum setti var gongdin nógv
ferð í meiri enn eitt ár vann 7-0. 28. apríl í fjør var úrslitið tað sama, tá ið TB var í Klaksvík. Páll A. Klettskarð, sum saman við Ole Erik Midtskogen var í álopinum, legði gestirnar á odda í 12. minutti [...] fyrstu ferð nakrantíð í landskappingini við Margáir. Úrslitið var 7-0 eftir at KÍ í hálvleikinum var frammanfyri 3-0. KÍ hevði eina rúgvu av málmøguleikum, meðan Kristian Joensen í KÍ málinum ongantíð nýttist [...] meðan heimaliðið stríddist fyri at vinna seg aftur í dystin, svaraði KÍ aftur, og so punkteraði tað heilt. Jóannes K. Danielsen, sum aftur í kvøld var í vinstru, skoraði fyri aðru ferð á rað, tá ið hann
vaks og mentist, og skurðkvøldið í Dalinum sat hann eina góða løtu í hoyggjhúsinum og eygleiddi lombini, eins og segði hann teimum farvæl. Fyri okkum brøðurnar heimi í Horni var hann ikki bara Gubbi [...] Í einari løtu sum hesari kennast orð so fátæk, og tað skulu góð orð til at geva eina mynd av Gubba, sum vit nú fylgja til gravar. Fyri knappliga 14 døgum síðani vóru 82 ár, síðani Gubbi var her í kirkjuni [...] fremmand ferðafólk komu framvið. Gubbi var náttúrumenniskja sum fáur. Hann sá tað stóra í tí minsta og tað vakra í tí, sum vit onnur kanska halda vera minni vakurt. Hann var ein av teimum, sum skaldið sigur
embætismaður í landsins fyrisiting, har ið hann røkti ymisk størv, til hann gjørdist fyrsti aðalstjórin í nýstovnaða Fiskimálastýrinum, sum seinni broytti navn til Fiskimálaráðið, og røkti hetta starv í sjey ár [...] ár til hann í 2004 kom at starvast í føroysku uttanríkistænastuni. Tá ið Uttanríkisráðið varð sett á stovn í 2008, gjørdist Kaj stjóri fyri Altjóðadeildina. Her hevur hann hildið sín áhuga við líka til [...] tí. Í tí sambandi kann nevnast, at Kaj, nú ið hann so bráðliga doyði, hevði havt ein virknan leiklut í arbeiðinum at gera ein Search and Rescue sáttmála fyri arktiska økið. Sum umboð fyri Føroyar í nógvum
Føroyskur fótbóltur vann aftur í kvøld úrslit, sum eigur at vekja ans eisini aðrastaðni enn í Føroyum og í Malmø og í Svøríki. Og Árni Frederiksberg skoraði aftur í kvøld tvey mál við deyðbóltum og hann [...] Frederiksberg, sum skoraði til 2-2 og 3-2. Í báðum førum var tað við Árnasparki, sum teir nevna tað har norðuri. Í fyrra førinum var tað við beinleiðis horna úr høgru, og í seinna førinum var tað við frísparki [...] uppleggið til fyrsta málið. Nú er Árni Frederiksberg alt, tá ið altjóða toppskjútti í føroyskum liðfótbólti. KÍ hevur aftur í kvøld vunnið føroyskum fótbólti heiður og æru, og uppaftur meiri týdningarmikið
NSÍ er ovast í næstbestu deildini, og at NSÍ – í hvussu so er inntil seinnapartin sunnudagin – er ovast í bestu deildini. At tað er stór kapping um plássini hjá NSÍ sást leygardagin aftur í, at talan var [...] sigri. Sigurin varð staðfestur í evstu løtu, tá ið heimaliðið spenti álopsbogan av álvara. B36 hevur ikki staðið seg væl í fyrstu umførunum. Leygardagin vitjaði botnliðið ÍF í Gundadali. Heimaliðið mannaði [...] liðnum í bæði KÍ og B36. Hesir báðir vóru millum málskjúttarnar í trivaliga 5-0 heimasigrinum. Hinir málskjúttarnir vóru 18 ára gomlu Gilli Samuelsen og Hugin Samuelsen og 21 ára gamli Magni í Køk. Nú