KÍ skrædlaði heimaliðið

Innskifti Jonn Johannesen var tvífaldur málskjútti, tá ið klaksvíkingar fyri fyrstu ferð vunnu við Margáir

Tað var vorðið sum sigur, tá ið tað loksins eydnaðist KÍ at vinna fyri fyrstu ferð nakrantíð í landskappingini við Margáir.

Úrslitið var 7-0 eftir at KÍ í hálvleikinum var frammanfyri 3-0.

KÍ hevði eina rúgvu av málmøguleikum, meðan Kristian Joensen í KÍ málinum ongantíð nýttist at bjarga. Tíðliga í seinna hálvleiki, tá ið EB/Streymur vísti góðan hugburð og arbeiddi fyri at minka um KÍ leiðsluna, sum tá var 3-0, spældi Niklas T. Kruse seg í góða støðu. Royndin var góð, men bólturin fór við síðuna av málinum.

Alt meðan heimaliðið stríddist fyri at vinna seg aftur í dystin, svaraði KÍ aftur, og so punkteraði tað heilt. Jóannes K. Danielsen, sum aftur í kvøld var í vinstru, skoraði fyri aðru ferð á rað, tá ið hann við fínum máli økti um munin til 4-0. So gjørdi innskifti Jonn Johannesenm av álvara um seg. Hann skoraði til 5-0 og 6-0.

Toppskjúttin hjá KÍ, Jóannes Bjartalíð, setti punktum, so KÍ fyri fyrstu ferð í meiri enn eitt ár vann 7-0. 28. apríl í fjør var úrslitið tað sama, tá ið TB var í Klaksvík.

Páll A. Klettskarð, sum saman við Ole Erik Midtskogen var í álopinum, legði gestirnar á odda í 12. minutti. Patrik Johannesen hevur lagt upp til nógv av KÍ málunum, og í kvåld eyndaðist tað honum loksins at vera millum málskjúttarnar. Hann skoraði til 2-0 í 27. minutti, og tíggju minuttir undan steðginum var tað Deni Pavlovic, sum var málskjútti.

-Vit halda okkum hava møguleika fyri at vinna FM. Tí er tað týdningarmikið at skora nógv mál, og tað gjørdu vit í kvøld. Vit høvdu fleiri framúr góðar royndir, og tað var spell, at áskoðararnir ikki vóru eygnavitni til fínu málini og góðu royndirnar, sigur KÍ venjarin Mikkjal Thomassen.

 

EB/Streymur – KÍ 0-7 (0-3)

0-1: Páll A. Klettskarð 12.

0-2: Patrik Johannesen 27.

0-3: Deni Pavlovic 36.

0-4: Jóannes K. Danielsen 55.

0-5: Jonn Johannesen 70.

0-6: Jonn Johannesen 72.

0-7: Jóannes Bjartalíð 89.

Dómari: Rúni Olsen

EB/Streymur: Rói Zachariasen – Gestur B. Dam, Mikkjal Hellisá, Andras Ó. Olsen, Ragnar Danielsen – Gutti Dahl-Olsen (Magnus Heinason, 69.), Bárður Olsen, Tóki H. Johannesen (Rói H. Olsen, 60.), Hjalti K. Djurhuus, Símun Sólheim – Niklas T. Kruse (Høgni Hummeland, 81.)

Gult kort: eingin

Venjari: Jákup Martin Joensen

KÍ: Kristian Joensen – Jesper Brinck (Boris Dosljak, 66.), Odmar Færø, Heini Vatnsdal (Ólavur Niclasen, 44.), Jóannes Kalsø Danielsen – Jóannes Bjartalíð, Deni Pavlovic, Jákup B. Andreasen, Patrik Johannesen – Páll A. Klettskarð (Jonn Johannesen, 56.), Ole Erik Midtskogen

Gult kort: eingin

 

Venjari: Mikkjal Thomassen