Øll í Uttanríkisráðnum
-------------
Tað var ikki sørt skakandi og við stórari sorg, at vit mánadagin 14. mars fingu boðini um, at Kaj brádliga var farin eftir stutta sjúkralegu. Tómrúmið eftir hann í Tinganesi kennist framvegis ikki veruligt. Men harði sannleikin, sum vit tíverri vera noydd at laga okkum til er, at ein reystur varði av breiðari vitan og hugnaligari samveru, okkara kæri starvsfelagi, Kaj P. Mortensen, ikki longur er ímillum okkum.
Kaj hevði langa og ógvuliga samansetta starvsleið aftanfyri seg, ið gav honum hollar royndir. Sum ungur maður stóð hugurin til sjógvin, hann gjørdist skipsførari og sigldi úti í heimi. Seinni kom hann heim aftur til landið, sum var honum kært, og nevnast kann, at Kaj gjørdist fyrsti skipari umborð á Tjaldrinum hjá nýstovnaðu Vaktar- og bjargingartænastuni. Sum frá leið fór Kaj á land og gjørdist embætismaður í landsins fyrisiting, har ið hann røkti ymisk størv, til hann gjørdist fyrsti aðalstjórin í nýstovnaða Fiskimálastýrinum, sum seinni broytti navn til Fiskimálaráðið, og røkti hetta starv í sjey ár til hann í 2004 kom at starvast í føroysku uttanríkistænastuni. Tá ið Uttanríkisráðið varð sett á stovn í 2008, gjørdist Kaj stjóri fyri Altjóðadeildina. Her hevur hann hildið sín áhuga við líka til havið og mál knýtt at tí. Í tí sambandi kann nevnast, at Kaj, nú ið hann so bráðliga doyði, hevði havt ein virknan leiklut í arbeiðinum at gera ein Search and Rescue sáttmála fyri arktiska økið.
Sum umboð fyri Føroyar í nógvum ymsum millumlanda samstarvi og samráðingum gjøgnum árini vann Kaj sær stóra virðing sum ein reiðiligur, álítandi og vinarligur samstarvsfelagi. Tey mongu hjartaligu samkenslurit, ið eru móttikin úr útheiminum seinastu dagarnar, sum spenna vítt, alt frá Russlandi til Kanada, Noregi til Grønlands, eru vitnisburður um hansara serliga eginleika til at røkja persónlig sambond og við hesum menna og styrkja umdømi Føroya sum fiski- og sjóvinnutjóð. Hesar serstøku persónligu dygdir hjá Kaj eiga øll, sum arbeiða við at røkja uttanríkisáhugamál Føroya sanniliga at taka til sín sum eina fyrimynd.
Uttanríkisráðið hevur verið merkt av stórum broytingum seinastu tíðina, ið eisini hava sett sín dám á dagliga arbeiðsumhvørvið. Í allari hesari tilgongd var Kaj ein dýrabar barlast fyri starvsfólkini í ráðnum, yngri sum eldri, leiðarar sum fulltrúar og skrivstovufólk. Við sínum drúgvu royndum í landsins fyrisiting og sínum sinniliga máta at viðgera áleikandi mál, var Kaj altíð til reiðar við pragmatiskum loysnum og skilagóðum ráðum. Vit harmast almikið um, at vit ikki fingu tíð at gera honum nóg greitt, hvussu takksom vit hava verið fyri hansara serligu evni til bæði at stimbra og sissa eitt ofta krevjandi arbeiðslag.
Hjá Kaj hevði familjan altóran týdning. Okkara tankar og hjartaliga samkensla er við tykkum Sigrun, Jan, Heini, Julia og hansara elskaða abbason Pauli.
Missurin og saknurin er stórur eftir Kaj. Vit drýpa høvur í sorg og æra hansara minni.









