Tað gongur við fullari ferð hjá NSÍ

Eftir trivaligar heimasigrar leygardagin eru teir gulu ovast í báðum teimum ovastu deildunum

Tað gekk sum eftir ánni hjá NSÍ leygardagin. Eftir at besta liðið vann 3-0 á vøllinum við Løkin ímóti ÍF, vann næstbesta liðið 4-0 ímóti HB.

 

Úrslitini bera við sær, at NSÍ er ovast í næstbestu deildini, og at NSÍ – í hvussu so er inntil seinnapartin sunnudagin – er ovast í bestu deildini.

 

At tað er stór kapping um plássini hjá NSÍ sást leygardagin aftur í, at talan var um sera væl mannað lið í næstbestu deildini. Miðvallarin Jann Martin Mortensen, sum leingi hevur verið skaðaplágaður, skoraði síðsta málið í 4-0 heimasigrinum ímóti HB. Tað kundi bent á, at Jann Martin er um at koma fyri seg aftur.

 

KÍ roynir at hanga í NSÍ. Leygardagin vitjaðu klaksvíkingar Giza Hoyvík í Gundadali. Tað endaði málleyst. Serliga fram ímóti dystarenda pressaði KÍ fyri at skora sigursmálið, men tað eydnaðist ikki.

 

Suðringar høvdu vitjan av Víkingi, sum fór til hús aftur við 3-1 sigri. Sigurin varð staðfestur í evstu løtu, tá ið heimaliðið spenti álopsbogan av álvara.

 

B36 hevur ikki staðið seg væl í fyrstu umførunum. Leygardagin vitjaði botnliðið ÍF í Gundadali. Heimaliðið mannaði seg við eitt nú venjaranum hjá Effo-liðnum Jákupi á Borg og miðvallaranum Símuni Joensen, sum áður hevur spælt á besta liðnum í bæði KÍ og B36. Hesir báðir vóru millum málskjúttarnar í trivaliga 5-0 heimasigrinum.

Hinir málskjúttarnir vóru 18 ára gomlu Gilli Samuelsen og Hugin Samuelsen og 21 ára gamli Magni í Køk. Nú eru bara tvey stig frá B36 og fram til Giza Hoyvík, sum er nummar átta.

 

Í kappingini um møguliga at vinna uppflyting vann AB lyklauppgerðina á heimavølli ímóti B68 2-0.

 

NSÍ-HB 4-0 (2-0)

1-0: Aron Knudsen 39.

2-0: Sølvi Sigvardsen 42.

3-0: Jann Martin Mortensen 61.

4-0: Mórits Heini Mortensen 73.

 

B36-ÍF 5-0 (2-0)

1-0: Hugin Samuelsen 21.

2-0: Jákup á Borg 26.

3-0: Magni á Køk 56.

4-0: Símun Joensen 66.

5-0: Gilli Samuelsen 81.

 

Giza Hoyvík-KÍ 0-0

 

AB-B68 2-0 (1-0)

1-0: Jobin Drangastein 8.

2-0: Jónas Stenberg 78.

 

Suðringar-Víkingur 1-3 (1-2)

0-1: Fannhard Skoradal 11.

1-1: Tóki Mortensen 18.

1-2: Hans Jákup Lervig 39.

1-3: Elias Lervig 90.

 

NSÍ 22 stig

KÍ 19 stig

AB 18 stig

B68 15 stig

Víkingur 15

HB 14 stig

Suðringar 10 stig

Giza Hoyvík 9 stig

B36 7 stig

ÍF 0 stig

NSÍ og ÍF hava spælt 10 dystir, B68 og Giza Hoyvík hava spælt 8 dystir, og hini liðini hava spælt 9 dystir

 

10. umfar

Leygardagin 27. mai

KÍ-B68

Víkingur-AB

HB-Giza Hoyvík

B36-Suðringar

28. mars

ÍF-NSÍ 1-7