Var so heppin sjálvan framløgudagin at ognast hesa helst bestu bók á sínum øki, sum prentað er á føroyskum síðan tær báðar bíbliutíðingarnar fyrst í tjúgundu øld.
Vit bæði, konan, fóru fáar dagar seinni um Danmark til Los Angeles, og á teirri 16 tíma longu flogferðini eydnaðist mær at lesa bæði hjartanøtrandi og skelkandi søguna um jødarnar úr enda í annan.
Ivaleyst eru mong ummæli longu skrivað; men eg gjørdist so hugtikin av hesi fleiri túsund ára gomlu frásøgn, at eg mátti royna at festa tað á blað ella rættari:á telduna, sum tað nú fyri tað mesta nevnist.
Eitt nágreiniligt ummæli ber næstan ikki til at gera av tí, at hvørt orðið hevur síðu eftir síðu líka stóran týdning, sum tað næsta, fyri ikki at tala um myndir og yvirlitskort.
Hugstoytt er at lesa um, hvussu vit, ið nevna okkum kristin, av fyrstan tíð gingu á odda í týningini av jødunum, har krossferðirnar á allan hátt festu seg sum størsti skammblettur í kristnu átrúnaðarsøguni, fyri ikki at tala um hópdrápini á muslimar á somu ferðum – allar tríggjar trúðargreinir sprotnar av somu rót – jødadóminum!
Ikki nakað ringt um átrúnað at siga, sum hvør í sínum lagi gevur troyst og vón fyri framman og mælir til at fara við næsta tínum, sum tú kundi hugsað tær, at næstin fór við tær sjálvum – nei, orsøkin til ræðuleikarnar í navni Guds liggur uttan iva í valdsgirndini hjá okkum sjálvum, sum enn á okkara døgum við jøvnum millumbilum setir alla mannaættina í vága.
Sonne skrivar í formælinum, at bókin eisini er ætlað sum søguligt tilfar hjá lesandi,og skal eg her bara skoyta upp í og mæla til, at vit øll – ung sum gomul – seta okkum aftur á skúlabonk og lesa bókina, sum í hvørjum húsi eigir at standa lið um lið við halgubók.
I Los Angeles búgva – sambært Hansi og Sonna – uml. ein millión av jødum, sum vit hava ávíst tilknýti til, og fingu vit frá einum teirra hetta frálíka yvirlt yvir upprunan til jødadómin, haðan fyrst Kristnitrúgvin og seinni Islam eru sprottin:
Í miðuni Etz Hayim – Lívsins Træ ella Ygdrasil – tvinnað kring Dávastjørnuna.
Fylgja vit klokkuni, merkir ovasti rundingur høgrumegin Ruben og teir næstu í raðfylgju Simeonn, Levi, Judah, Dan, Napthali, Gad, Asher, Issackar, Zebulun, Joseph og Benjamin, allir synir Jákup patriark, abbasonur Abrahams.
Hetta búmerki jødanna, um ein so kann siga, hongur yvir hurðini inn í Mount Sinai Chapel í Mount Sinai Temple í Los Angeles.
Við hesum vilja vit ynskja øllum eini GLEÐIG JÓL, ALT GOTT Í KOMANDI ÁRI OG Á SO MANGAN HÁTT VIÐ TØKK FYRI 2010
Los Angeles, 14. desember 2010
Kirsten og Heini Olsen