- Í Tjóðveldinum skulu vit ikki rópa ov hart um loysing.
Sjúrður Skaale er valevni hjá Tjóðveldinum, helst bæði til fólkatingsvalið og til løgtingsvalið.
Men á eykaflokstingi sunnudagin um fólkatingsvalið, fekk hann nógv tjóðveldisfólk at klóra sær í nakkanum.
Tá ið hann tók orðið ávaraði hann staðiliga Tjóðveldið ímóti at rópa ov hart um loysing.
Hann helt, at tað kundi tykjast sum eitt rættiliga álopskent herróp at tosa um at loysa frá Danmark.
Men í veruleikanum helt hann, at hetta var rættiliga ússaligt og verjukent, í øllum førum hjá teimum, sum eru eitt sindur burturfrá flokkinum.
- Fyrr í tíðini rópti tjóðveldisfólk ógvuliga har um loysing, men tá var flokkurin heldur ikki so stórur, sum hann er nú.
Hann vísti eisini á fráboðanina hjá Høgna Hoydal, floksformanni, um, at Føroyar skulu loysa í næsta valskeiði og sum vit skriva um í aðrari grein her í blaðnum.
- Vit vita væl, at vit fáa ikki loysing í næsta valskeiði, segði hann og vísti á, at tilsamans hava Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin greiðan meiriluta í Løgtinginum.
- Tí virkar tað at eitt sindur uppgevandi at rópa um loysing nú.
Kortini helt hann, at Tjóðveldi broyttust nógv í 1998, tí tá fekk loysingarhugtakið eisini eitt innihald og tað førdi við sær, at flokkurin hevði stóra framgongd.
Men nú helt hann, at flokkurin í ein ávísan mun var við at detta aftur í tað gamla at rópa hart um loysing-og so onki meir.
- Eg vil ávara staðiliga ímóti at rópa ov hart ímóti at rópa ov hart um loysing, tí tað styggir veljaran langt burtur.
- Veljarin vil ikki hoyra slíkt og tí fara herróp um loysing at fáa veljaran at renna skríggjandi burtur.
Hinvegin helt hann, at okkurt lá eftir frá undanfarnu samgongu og eitt av tí er grundlógin, sum allir flokkar eru samdir um og har tað verður staðfest, at alt vald liggur hjá Føroya Fólki.
Men hesum málið hevur samgongan bølt á í fýra ár, so tað málið er ongantíð komið víðari og Sjúrður Skaale helt, at tað var eitt rættiliga gott mál at fara til val upp á, at fáa grundlógina í gildi.
Tað var skilligt, at hesi orðini komu eitt sindur óvart á summi tjóðveldisfólk.
Men tað vóru eisini tey, sum vóru samd við honum, tí tey hildu, at tað var innihaldið í politikkinum, sum skuldi vinna flokkinum undirtøku hjá veljaranum.
Kortini helt garvaði tjóðveldismaðurin, Heini O. Heinesen, at herrópini um loysing og kvetting var meiri nakað, sum politisk mótstøðufólk høvdu skotið Tjóðveldinum í skógvarnar.
Høgni Hoydal, floksformaður, var samdur við Heina O. Heinesen og hann skoytti upp í, at flokkurin hevði nógv dygdargott tilfar at byggja sín politikk á.