klagur um, at starvsfólk hava brotið tagnarskylduna. – Vit síggja so nógv, at vit síggja onki! Fólk bíleggja alt millum himmal og jørð, og tað er ikki tí, at vit halda tað vera so stuttligt at fáa innlit [...] Men Taks bedýrar fyri Rákinum, at frá teimum lekur onki út. – Fólk kunnu vera púra trygg. Vit hava víðkaða tagnarskyldu, og vit síggja so nógv, at vit síggja onki, vissar Hermann í Stórustovu, deildarleiðari [...] okkum at tolla allar vørur oman fyri eitt ávíst virði. Men á nógvum brøvum og smápakkum við vørum, sum fólk hava bílagt, er ongin faktura á. Var hon á, varð sendingin avgreidd beinanvegin uttan at verða
ár, láta teir at. At okkurt skip er farið at selja íslendskan lunda, halda teir ongan vanda vera. Tann føroyski er bíligari og man fara at verða seldur kortini. Hinvegin hildu teir ikki, at havhesturin tolir [...] tann gamli fyri at tað skuldi mala runt. Hann skuldi fiskað fyri góðar 30 milliónir um árið fyri at bera seg. Og nú báturin hevur verið burtur í næstan fimm mánaðir, kann staðfestast, at higartil hevur [...] hann helst kemur heim. Ætlanin hevur alla tíðina verið at gera ábøtur á verksmiðjuna umborð og reiðarin heldur, at tað kundi verið eitt gott høvi at gjørt tað tá, tí hetta er slakasta tíðin har eysturi.
maðurin hug at koma við til Hetlands. Men tað var ikki bara sum at siga tað at taka mann av skipi á opnum havi. Hetta eydnaðist og kvøldið, vit møttu honum í gongugøtuni, var hann ikki í iva um, at hann hevði [...] av aftur fyri ikki at enda ov frammarliga. Tað var jú einki forgjørt í at vísa, hvussu skjótt báturin í veruleikanum gongur! Meðan vit sigldu suðureftir, ynskti bátafylgið um WHF in, at stavnamaðurin á ferðini [...] Hetlandsferð (3) Í seinasta blaði hoyrdu vit um, at siglararnir høvdu tveir góðar dagar á hetlendsku oynni, Whalsay. Eftir at hava siglt í einar 29 tímar, løgdu vit til bryggju í Symbister stutt fyri midnátt
kirkjugátt? 6) Vitl tú nokta at doypa børn hjá foreldrum, ið liva saman uttan at vera gift ella vígd? 7) Vilt tú nokta fólkum, ið liva saman uttan at vera gift ella vígd, at koma til altarborðið? Guð signi [...] hvussu menn týða hetta ørindið, men út frá Pæt. 2,4-6 síggja vit, at kletturin er Kristus, og at tey trúgvandi eru steinar (klettar) bygdir oman á klettin, Kristus. Hvat eyðkennir klettin? Hann verður standandi [...] størri. Tey hava jú ábyrgd fyri at velja bíbliutrúgvar prestar, sum í samvitsku síni eru bundnir til Guðs orð, og at prestalyftinum, og sum í kærleika og við myndugleika tora at siga: »Skrivað stendur!«? og
um 9 tíðina legði Dannebrog at kei við Bakkafrost á Glvyrum. Har vórðu tey møtt eitt nú av Torbjørni Jacobsen, borgarstjóra, sum helt røðu fyri teimum. Síðani eru tey farin at vitja á Bakkafrost virkinum [...] har krúnprinshúskið fær høvi at skriva navnið á bróstið (Wall of Fame) og í gestabókina. Vitjað verður í kirkjuni, har kingokórið í Tjørnuvík syngur. Aftaná verður ymist at taka sær til, m.a verða epli [...] epli tikin upp, og farið verður oman á sandin. Verður veðrið til vildar, fara fólk at aka á brimfjøl á víkini. Krúnprinshúskið Kl.16.00 Fráferð við tyrlu úr Tjørnuvík til Havnar. Kristina Háfoss, landsstýriskvinnu
Jens. Tey náddu at vera gift í 65 ár! Børn teirra eru Heðin, Sigrun, Elsuba og Hjørdis. Lagnan vildi tað so, at vit bæði gøtufólkini komu at búgva í sama “kvarteri” í Havn og eru komin at kennast sera væl [...] annars sermerkt av, at her altíð vóru nógvir gestir. Petra eigur/átti eini 50 systkinabørn bert í faðirættini, og tá farast skuldi til Havnar, hvat var so meira náttúrligt enn at fara at gista hjá skyldkonuni [...] Julionnu, ættað úr Leirvík, og Johan Salomon Gregersen fyri oman Oyruna. Johan Salomon var ein av teimum gøtumonnum, sum í 1910 tóku stig til at stovna Fiskimannafelagið. Tískil er Petra javngomul við FF
kappróðrarjakkum, tey gudiligu og tey sum bara vilja ballast. Hetta er akkurát sum tað eigur at vera á einum festivali. At so nógv ymisk fólk kunnu finna saman um tónleik, og bara hugna sær. Ein reinur festivalur [...] fyriskipað reingerðing; at sjálvboðin fólk megna at halda vesiskúrðar á einum festivali væl reinari enn vesini á summum matstovum er ótrúligt. Á sandinum fer fyrsti bólkur á stóra pallinum at spæla, fólk leggja [...] leggja ikki so nógv í at góðskan kundi verið betur, vit vita, at tær góðu tónleikaupplivingarnar nokk skulu koma, og har er so nógv annað at ganga upp í. Tombola og hoppiborg G-festivalurin hevur nógv sølutelt
sannlíkt, at altjóða yvirgangur fer at raka Føroyar, ella at tey, ið fyriskipa og fremja yvirgang, halda til - ella fara at halda til í Føroyum, kann eingin veita trygd fyri, at hettar ikki fer at gerast [...] boða frá, at at vit sum partur av ríkinum eru partur av NATO og hava ynski um - og viljan til, saman við stjórnini at vera við í altjóða trygdar- og verjupolitiskum høpi. Tað er umráðandi, at henda fráboðan [...] Uttanlandsnevndina nú tikið undir við uppskotinum. Eftir er bert at vóna, at ein greiður meiriluti á Føroya Løgtingi sær álvaran í, at tað er neyðugt, at vit føroyingar langt um leingi taka støðu til - og ábyrgd
árini hevur hon búð á Lágargarði, hon letur sera væl at, at her er framúr gott at vera. Her skal eisini sigast, at tað hevur nógv at siga fyri Ellen, at umframt aðrar vitjanir so vitjar dóttir hennara Anni [...] javngamla Mogens Lützen, sum doyði í 2006. Tað kann vera nevnt, at tey náddu at vera gift í ikki færri enn 73 og eitt hálvt ár. Hetta man helst vera met í Føroyum. Komu saman av einum grasstrái Tað er [...] aftur Tað var skjótt, at tey bæði fingu børn, og tá í tíðini var tað jú tað mest vanliga hjá konum at vera heima at passa heimið. Hetta gjørdi Ellen eisini. Men hon man í dag vera elsta sjúkrasystir í Føroyum
fyrst. Einki við at fara at leita í seinastu løtu, og nú er tað soleiðis, at tú ikki bara gongur og spyr, hvar ein bøssabarr er. Hvat munnu tey halda, um eg spyrji soleiðis? Set nú fyri, at øll í Keypmannahavn [...] servera innanfyri. Eg manni meg upp og fyri at rættvístgera, at eg eri komin inn, sigi eg, hvør eg eri. Royni so sannførandi, sum eg dugi, at siga teimum, at eg eri journalistur og skal gera eina samrøðu [...] Skeltið oman fyri hurðina stendur eitt sindur smæðið og glitrar í vesturskininum. Eg eri komin á rætta stað uttan hjálp frá nøkrum og fyltur av viðføddum fordómum takki eg innantanna, at eg slapp frá at biðja