Slatra tollarar?

Summi ræðast tollararnar so illa, at tey aftra seg við at bíleggja persónligar vørur, so sum sexleikur ella undirklæðir, úr útlandinum.

Men Taks bedýrar fyri Rákinum, at frá teimum lekur onki út.

– Fólk kunnu vera púra trygg. Vit hava víðkaða tagnarskyldu, og vit síggja so nógv, at vit síggja onki, vissar Hermann í Stórustovu, deildarleiðari hjá Taks.


Á skrivstovuni hjá Taks á Óðins-hædd kom ein nýggj sending av brøvum heim í morgun. Stakkar av tjúkkum brøvum og smáum pakkum liggja allastaðni: á skriviborðum, á gólvinum og í rullivognum. Hetta eru ikki vanlig brøv, men tjúkkir brævbjálvar við gávum ella vørum, sum tollararnir skulu avgreiða, áðrenn teir verða latnir móttakarunum.

Við hvørt skrivaraborð sita starvsfólk og lata brøvini upp, kaga niðurí, og skriva niður á oyðubløð, sum verða send móttakarum kring alt landið.


Sneyta í brøvini

Eina løtu kennist tað sum eru vit stødd handan jarntjaldið. Tí hvat billa tey sær í roynd og veru inn at sneyta í privatu brøvunum hjá okkum føroyingum? Og hvussu er statt við tagnarskylduni hjá hesum skrivstovufólkunum, sum kenna hvønn ein dildo, sum føroyingar bíleggja sær? Hví skal hetta irriterandi grøna klistrimerkið “latið upp av tollvaldinum” sita á brøvunum?

Vit hava biðið deildarleiðaran á Taks í Tórshavn, Hermann í Stórustovu, forklára okkum um hendan dulda heimin, sum vit finna millum sendara og móttakara.

Hermann leggur fyri við at staðfesta, at tollarar hava ikki bara tagnarskyldu, men herda tagnarskyldu, eins og bankafólk og læknar.

– Fólk kunna líta 100 prosent á okkum og púra trygt bíleggja hvat sum helst, bara tað ikki er ólógligt, sigur Hermann í Stórustovu, sum sigur seg ongantíð hava fingið klagur um, at starvsfólk hava brotið tagnarskylduna.

– Vit síggja so nógv, at vit síggja onki! Fólk bíleggja alt millum himmal og jørð, og tað er ikki tí, at vit halda tað vera so stuttligt at fáa innlit í privatlívið hjá fólki, sigur Hermann í Stórustovu, sum eisini kennir ein útveg fyri allar partar: Móttakarin skal biðja sendaran hefta fakturuna uttan á brævið – so verður onki latið upp!


Men hví lata tit brøvini upp?

– Lógin áleggur okkum at tolla allar vørur oman fyri eitt ávíst virði. Men á nógvum brøvum og smápakkum við vørum, sum fólk hava bílagt, er ongin faktura á. Var hon á, varð sendingin avgreidd beinanvegin uttan at verða latin upp. Men tá hon ikki situr uttaná, leita vit eftir henni inni í pakkanum, so send-ingin kann verða avgreidd skjótast gjørligt. Tá kunnu vit eisini stað-festa, um talan er um tollfríar vørur. Um postverkið í staðin skal senda fráboðan út til móttakarin um, at fakturan manglar ella liggur innií, seinkar tað avgreiðsluni óneyðuga nógv, eisini fyri móttakaran, greiðir Hermann í Stórustovu frá.

Hann sigur víðari, at munur er á brøvum/smápakkum og pakkum. Á pakkum er altíð eitt adressukort og al oftast ein faktura, og tí er ikki neyðugt at lata teir upp.

Men í sambandi við brøv og smápakkar, ið ofta eru vørur, sum privatfólk hava bílagt, skal tollvaldið meta um, hvørt inni-haldið kanska skal tollast, ella um talan kanska er um ólógligar vørur.

– Liggur rætt útfyltur fylgiseðil uttaná, verður brævið ikki latið upp, men tollavgreitt sambært upplýsingunum á fylgiseðlinum. Tí skulu fólk heita á tey, sum tey bíleggja frá, til dømis á internet-inum, um at hefta fakturuna uttan á brævið. So verður ein fráboðan send móttakaranum, sum so kann heinta vøruna og rinda tollin her hjá Taks, sigur Hermann í Stórustovu.


Visa-kortið á internetinum

Fólk, sum keypa vørur umvegis internetið, rinda ofta fyri vøruna beinanvegin við Visakorti. Tá liggur heldur ikki faktura uttan á bræv-inum, tí hon verður send við telduposti. Tá hendir ofta tað, at tey skulu renna frá Pontus til Pilatus fyri at fáa vøruna útflýg-gjaða.

– Eisini í hesum førinum er orsøkin, at ongin faktura liggur við. Men vøran skal tollast, og tí hava vit brúk fyri fakturuni, sum upplýsir, hvat vøran kostaði. Tí verða fólk send heim eftir fakturuni, sigur Hermann í Stórustovu. Vilja fólk tá hava vøruna útflýggjaða beinan-vegin, skulu tey rinda eitt eykagjald upp á 150 krónur til postverkið fyri skjóttolling.

– Annars mugu tey bíða til dagin eftir, tá tey fáa eina fráboðan sendandi frá postverkinum, sigur Hermann í Stórustovu, sum viðgongur, at hetta er rættiliga tvørligt.

– Men ætlanin er at fremja umfatandi broytingar í sambandi við tolling av innflutningi til privatkundar.

– Broytingar, sum fara at lætta munandi um hjá brúkarunum, sigur tollarin at enda.


Nógvar milliónir árliga

• Tollinntøkurnar til landskassan frá innflutningi av vørum til privatfólk og smærri vinnurekandi var í oktober í fjør 4,7 mió. kr.

• Tollurin er umleið 25 prosent.

• Summar vørur eru tollfríar, til dømis bøkur.


Bannaðar vørur

• Ein partur av uppgávunum hjá tollarunum er at forða innflutningi av vørum, sum eru ólógligar at innflyta. Hetta kann til dømis verða rúsevni, rúsdrekka ella heilivágur, sum krevur resept frá lækna. Viðhvørt verða sendingar skannaðar ella hashhundurin verður boðsendur.


YLAKK ...

• Einaferð hevði onkur bílagt eina krukku við hundraðtals av livandi veggjasmyrlum (fårekylling) at fóðra okkurt skriðdjór við. Teir fóru um alla deildina, og tað gekk long tíð, áðrenn starvsfólkini fóru út í køkin aftur, tí har trivust teir so væl. Eina aðru ferð kom eitt øgiligt ýl frá einari skrivstovukvinnu, tá hon fann ein pakka við livandi ormum. Hetta var eisini fóður til okkurt skriðdjór.


Gávur undantiknar

Í lógini stendur, at gávupakkar, hvørs tollur lítið og einki hevur at týða, eru undantiknir toll og avgjald.

Tollur og avgjald skal ikki gjaldast fyri vørur og gávupakkar, sum verða send frá einum privatpersóni uttan fyri Føroyar til ein privatpersón í Føroyum. Hetta eru sendingar, ið:

• bert eru av og á, t.d. føðingardagsgáva, jólagáva o.t.

• bert fevna um vørur, ið eru ætlaðar til móttakaran sjálvan ella familju hansara at nýta, og sum ikki hava vinnuligt endamál.

• Gávurnar mugu ikki kosta meira enn 700 krónur fyri hvørja gávu.