Stundin komin til trygdar- og verjupolitiska støðutakan

    

Jaspur Vang
Tvøroyri
????????????
Føroyska samfelagið hevur roynt at gera upp við landspolitiska ábyrgdarloysið, sum fyri ikki so nógvum árum síðani elvdi til seinastu álvarsligu búskaparkreppuna. Sitandi samgonga er farin at taka upp eftir fíggjarliga ábyrgdar-loysið, sum eyðkendi und-anfarnu fullveldissamgongurnar. Stundin er soleiðis eisini komin til at gera upp við trygdar- og verjupolitiska ábyrgdarloysið, sum valdað hevur seinastu mongu árini.
Stjórnin boðaði fyri stuttum frá ætlanum um í stóran mun at skerja virksemið hjá Nato og donsku herdeildunum á føroyskum øki. Løgmaður hevur lagt fram uppskot til samtyktar viðvíkjandi framtíðar verju- og trygdarpolitisku støðu Føroya og hevur ein meiriluti í Uttanlandsnevndina nú tikið undir við uppskotinum. Eftir er bert at vóna, at ein greiður meiriluti á Føroya Løgtingi sær álvaran í, at tað er neyðugt, at vit føroyingar langt um leingi taka støðu til - og ábyrgd av egnari trygd og soleiðis vinna okkum álit, virðing og viðurkenning. Fyrst tá fáa vit neyðuga ávirkan.

Vinstrarák eystaneftir og dupultmoralur
Áðrenn jarnteppið fall og sosialistisku stýrisskipaninar fyri eystan jarnteppið kollsigldu, tóktust sterkar kreftir í Føroyum hava samhug við ? og í mongum førum beinleiðis taka undir við nevndu skipanum. Hetta, saman við tá generella vinstrarákinum, hevur uttan iva verið ein høvuðsorsøk til, at Føroya Løgting ikki hevur verið ført fyri at taka greiða støðu til, hvønn trygdar- og verju- politiskan leiklut Føroyar áttu at átaka sær í ríkisfelagsskapinum og harvið heimssamfelagnum annars. Úrslitið hevur verið ein dupultmoralskur trygdar- og verjupolitiskur sjónleikur, har vit føroyringar, uttan greiða politiska støðutakan, men sum partur av ríkinum, hava verið væl vardir av trygdar- og verjufelagsskapinum NATO.

Settu kílar
Heldur enn at arbeiða fyri ávirkan á trygd og verju landsins, loyvdi undanfarna fullveldissamgonga tá sitandi Uttanlandsnevnd at nýta eitthvørt verjupolitiskt samskifti við stjórnina til at seta kílar millum ríkispartarnar, heldur enn at taka støðu og vinna Føroyum trygdar- og verjupolitiskt álit, virðing og viðurkenning.
Við at krúpa undan støðutakan og annars nýta trygdar- og verjupolitikkin fullveldispolitiskt, vórðu vit soleiðis av okkara egnu fólkavaldu sett uttan fyri alla trygdar- og verjupolitiska ávirkan.

Rákið vent
Sum nevnt vóru tey mong, sum fyri ikki so mongum árum síðani róku við alheims vinstrarákinum og tí vóru ímóti verjufelagsskapin NATO. Seinastu árini, nú Kalda Kríggið er av, og høgrarákið hevur vunnið - og vinnur alt meira fram, tykjast hesi áður so "eysturhallu" hava ilt við at síggja veruleikan í eyguni. Onkur teirra krúpa uttan um trygdarpolitiska veruleikan og krógva seg undir fullveldishattinum. Eftir øllum at døma út frá teirri strategi, at verður villeiðandi boðskapurin endurtikin nóg ofta, trýr almenningurin boðskapinum sum frálíður, verður soleiðis hildið áfram við læruni um, at einki mál kann loysast - og at føroyingar ikki hava ávirkan og kunnu taka ábyrgd, so leingi viðkomandi málsøki ikki er yvirtikið. Hettar hóast veruleikin er ein heilt annar.

Strussapolitikkur
Sum tá strussurin stingur høvdið í sandin, føra ávísir politikarar eisini fram, at nú Kalda Kríggið er av og hóttanin eystan eftir harvið er burtur, er spurningurin um trygdar- og verjupolitikk ikki so átroðkandi. Væl kann tað vera, at hesin beinleiðis krígsvandið er av. Hinvegin kann støðan skjótt broytast, eins og aðrir vandar, sum støða má takast til, liggja og lúra. Eins og tað altíð er neyðugt m.a. at tillage vinnulívið í einum landi eftir vinnuligu gongdini og marknaðunum í umheiminum og í búskaparliga góðum tíðum at leggja til síðis og brynja seg til búskaparligar niðurgangstíðir, er tað í friðartíðum neyðugt hjá einum landi at laga trygdar- og verjupolitikkin eftir gongdini í umheimi- num og annars fyrireika seg til - og taka hædd fyri møguligum komandi yvirgang- og krígsvandum. Tí er tað neyðugt at vit føroyingar m.a. taka hædd fyri - og støðu til tann ógvusliga altjóða yvirgangin, sum hevur skakað heimin seinastu árini. Soleiðis er tað eisini neyðugt at vit taka støðu til um - og á hvønn hátt vit skulu verja okkum móti altjóða yvirgangi, eins og tað er neyðugt at taka støðu til, hvørt vit saman við teimum londum, vit fegin vilja samanbera okkum við, hvat frælsi, vælferð og fólkaræðiligum støði viðvíkur, taka ábyrgd í stríðnum móti altjóða yvirgangi og møguligum krígsvandum.
Føroyar eru í ríkisfelagsskapi og eiga at taka støðu út frá hesum veruleika. At tengja trygdar- og verjupolitikk at fullveldistráðanini og harvið misnýta trygdar- og verjupolitisku støðuna, eins og ein lutfallsliga lítil minniluti í andstøðu ger tað í løtuni, er ábyrgdarleyst.

Fortreytir fyri trygdar- og verjupolitiskum áliti
Skulu vit sum føroyingar vinna okkum álit og vera við, har upplýsingar um eitt nú altjóða yvirgang og hernaðarligar vandar verða viðgjørdir í trúnaði og har trygdar- og verjupolitiskar avgerðir verða tiknar, krevur tað av okkum, at vit her og nú taka ábyrgd av okkara egna landi og greitt boða frá, at at vit sum partur av ríkinum eru partur av NATO og hava ynski um - og viljan til, saman við stjórnini at vera við í altjóða trygdar- og verjupolitiskum høpi. Tað er umráðandi, at henda fráboðan fær breiða politiska undirtøku á Føroya Løgtingi.
Viðgerð av oman fyri nevndu upplýsingum og tað at taka trygdar- og verjupolitiskar avgerðir á hesum grundarlagið, krevur harumframt, at vit hava eina í allar mátar dugnaliga, støðuga, reiðiliga og álítandi landsfyrisiting, eins og tað av landspolitisku leiðsluni og embætismonnunum krevst ein á einhvønn hátt álitsverdug lívsførsla.

Trygdar- og verjupolitikkur í dag
Frá at vera ein spurningur um tradiotionella verju móti beinleiðis hernaðarligum álopum úr øðrum londum og harvið um beinleiðis krígsførslu millum lond, er trygdar- og verjupolitikkur í dag í størri mun ein spurningur um fleirtjóða trygdar- og friðarvarðveitandi samstarv, so sum fleirtjóða verju móti yvirgangi og kriminaliteti um landamørk. Vit síggja tí, at eitt nú altjóða neyðhjálpararbeiði, - menningarhjálp, - hernaðarlig friðarvarðveitandi átøk og - arbeiði fyri mannarættindum verður alt meira samskipað, eins og løgreglusamstarv tvørtur um landamørk verður alt meira útbygt og samskipað.
Trygdar- og verjupolitikkur í dag er tí ógvuliga førleika- og orkukrevjandi. Hesa orku og hendan førleika hava vit í ríkisfelagsskapinum og eiga vit tí at samstarva um felags loysnir.

Ikki-hernaðarliga tilbúgvingin
Umframt at vera við til at verja vesturheimin undir kalda krígnum, verja limalondini móti altjóða yvirgangi og m.a. hava fiskiveiðueftirlit og verja havumhvørvið móti dálking, hava herdeildirnar á okkara leiðum verið - og eru framvegis ein týðandi liður í okkara ikki-hernaðarligu tilbúgving.
Hesar deildir eru væl útbúnar og væl vandar, eins og tær hava dygdargóða bjargingsútgerð um hendi. Tí eru deildirnar sera væl skikkaðar at luttaka, tá talan eitt nú er um:

?bjarging á sjógvi og landi,
?leiting á sjógvi og landi,
?burturbeining av vandamiklum spreingievnum og spreingiknøttum,
?sjúkraflutning v.m.

Harumframt hava vit frá flogvallarleiðsluni í Føroyum fingið at vita, at radarstøðin í Mjørkadali er av avgerðandi týdningi fyri flogferðsluna um okkara leiðir, eins og upplýst verður, at radarstøðin er av stórum týdningi í samband við eitt nú bjarging við tyrlu á sjónum.
Trygdar- og verjupolitiskar skipanir eru sostatt ein týðani patur av ikki-hernaðarligum skipanum í Føroyum.

Altjóða yvirgangur
Hóast tað er lítið sannlíkt, at altjóða yvirgangur fer at raka Føroyar, ella at tey, ið fyriskipa og fremja yvirgang, halda til - ella fara at halda til í Føroyum, kann eingin veita trygd fyri, at hettar ikki fer at gerast - ella er veruleiki. Sum njótarar av globaliseringini ynskja vit at kunna ferðast trygt úti í heimi, eins og vit ynskja at kenna okkum trygg her á klettunum. Samanumtikið hava vit tí eisini skyldu at taka globala ábyrgd og geva til kennar, at vit ítøkiliga ynskja at vera við til at tryggja heimsfriðin. Alt annað er dupultmoralur, undanførsla og ábyrgdarloysi.

Hvør er okkara leiklutur?
Uttanríkispolitikkur og verjupolitikkur eru ríkismál. Tí er tað púra nattúrligt, at ríkisfelagsskapurin rindar fyri raksturin av hesum málsøkjum, eins og ríkisfelagsskapurin í dag rindar fyri eitt nú løgreglu og rættarskipan.
At vit leggja land til egna verju er ikki annað enn nattúrligt.
Hvat herskyldu viðvíkur, eru Føroyar eins og eitt nú Ísland eitt ógvuliga lítið samfelag - uttan her- hernaðarliga siðvenju. Hóast tað, ber væl til at vera partur av einum verjufelagsskapi, uttan at seta í verk tvungna herskyldu.
Tað kundi verið áhugavert at kannað, í hvønn mun hernaðarlig útgerð og hernaðarlig starvsfólk kundu verið ein meira skipaður partur av føroysku tilbúgvingini á sjógvi og landi, eins og tað tá kundi verið ein samráðingarspurningur, í hvønn mun Føroyar rindaðu ein part av hesi tilbúgving.

Altjóða samfelagið hevur tikið ábyrgd
Við m.a. friðarvarðveitandi og uppbyggjandi arbeiði í ófriðarherjaðum og tilafturskomnum økjum í heiminum og við at stuðla eitt nú fyrrverandi sosialistisku londunum fíggjarliga í teirra búskaparligu neyð, hevur altjóða samfelagið tikið ábyrgd og arbeiða londini í felag fyri at tryggja fólkaræði, framburð og frið í heiminum. Tí er at vóna, at breið undirtøka verður á Føroya Løgtingi fyri einari skilagóðari og ábyrgdarfullari verjusamtykt, har tann veruleiki, at Føroyar øll árini hava verið - og eru partur av trygdar- og verjusamgonguni NATO, formliga verður staðfestur.