okkurt fantastiskt og fær eitt heiðursmerki afturfyri. Hesa ferð kom einki heiðursmerki um hálsin, men tú situr við eini kenslu av, at Pál enn eina ferð hevur flutt mørk. Hann hevur sett norðurlendskt met [...] í Brasil. Tað kann gott vera, at Pál Joensen ikki hevur eitt heiðursmerki um hálsin heim úr Katar, men hann hevur nógvan heiður uppibornan. Hvar ert tú Sun Yang? Í blaðnum fyri eini viku síðan viðgjørdu [...] Hann bleiv í mai mánaði tikin fyri doping og fekk ein umstríddan dóm upp á bara tríggjar mánaðar, men tað kom ikki fram fyrr enn í november, tá hann longu hevði sitið bannið. Hann luttók í september í
at keypa tíggjutúrakort, men tað kann eisini gerast við at geva fólki, sum búgva fast í oyggjunum, skipini sigla til, eitt borgarakort, so at tey fáa bíligri ferðaseðlar. Men í hesum liggur so eisini, [...] oljukeypi, men Strandferðslan eigur at virka fyri at prístryggja oljuna, sigur Bárður Nielsen. Hann sigur, at tí hevur meirilutin skarvað seks milliónir av játtanini á uppskotinum til Strandferðsluna, men restina
óhugnaliga nógva tíð um at fyrireika kappingina og gera útgerð, men so dettur alt niður á gólvið. Vit vildu so hava eina kapping alíkavæl, men tað hevði ikki verið rættvíst, um vit kappaðust tveir móti einum [...] dystardegnum komu tó boð um, at Mikkel Leicht mátti melda avboð vega sjúku. Hann var komin til landið, men tað var ongin kjansur fyri at hann kundi luttaka í kappingini. Hoyr samrøðuna við Jákup Súna Berg við [...] gera nú, greiðir Jákup Súni Berg frá. Í skundi var var roynt at fáa avloysara at koma hendan vegin, men tað gekk ikki. Millum annað passaði flúgvitíðirnar heldur ikki heilt, so tað hevði í besta lagið blivi
og Kristian Blak mynda eisini bólkin Kvonn, men her er tónleikurin meira spælimanskendur enn í Yggdrasil, eisini Mikael Blak á bassi spælir í báðum bólkum, men ljóðið er eitt heilt annað. Umframt hesi trý [...] ikki hevur líka nógv ár á bakið, so hevur bólkurin eisini ferðast nógv uttanlands við sínum tónleiki. Men hóast ymiskan aldur, so hava allir bólkarnir eitt sera høgt toppstøði til felags. AVE Við fyrstu útgávuni [...] linum, og hava samstarva í øðrum sambondum áður, ikki minst á soloútgávum hjá Peturi og Benjamin. Men við AVE er samstarvið vaksið til okkurt heilt serstakt, hetta kundu lurtarar staðfesta, tá teir herfyri
ikki bara fyri sjúkugreining og viðgerð, men hann skuldi eisini spara nógvan pening, tí nú slapst undan at senda so nógvr sjúklingar av landinum til kanningar. Men tað gekkst ikki sum ætlað, tí skannarin [...] Karsten Hansen sigur, at bíðitíðin at sleppa til skanning er tveir ella tveir og ein hálvur mánaði, men bráðmál verða tikin framum. Skannarin verður bara brúktur 14-21 tímar um vikuna og orsøkin til tað [...] hevur tikið málið upp í landsstýrinum og ein máti er at senda fleiri mynir uttanlands at verða lisnar. Men tað er eisini ein spurningur um krónur og oyru og játtanin til Landssjúkraúsið fylgir ikki við tørvinum
fjórðingsfinaluni ímóti Pólland. Ein dystur, ið endaði 1-1 eftir vanliga leiktíð, men sum Portugal vann eftir brotssparkskapping. Men nú verður ivi sáddur um, um Renato Sanches veruliga er 18 ára gamal. Orsøkin [...] eldri enn 18 ár er fyrrverandi franski venjarin, Guy Roux. - Sanches sigur, at hann er 18 ára gamal, men eg haldi, at tað er neyðugt at hyggja eftir fortíðini hjá honum. Har eru falskar upplýsingar. Føðingardagur [...] Føðingardagur hansara varð fyrst skrásett fleiri ár eftir føðingina. Eg haldi, at hann er 23 ella 24 ár. Men kortini er hann sera góður, sigur Guy Roux sambært rumenska Dolce Sport. Tað skuldi tó ikki verið nakar
vekja ans og hava stóran áhuga - ikki minst millum børnini, men eisini millum tey vaksnu og enntá millum uppilagstar fiski-og útróðrarmenn. Men, hvussu kom so hetta í lag? Eyðstein Poulsen, sum er ein av [...] fiskar og annað, eitt nú beiggi mín, Hjaltur og sonur hansara, Pól Eyðfinn, eru ikki heima hesaferð. Men, vit hava eisini aðrar góðar stuðlar í so máta, eitt nú bátarnar, Gudrun og Líðhamar - og Elmar Simonsen [...] hava verið óførir at hjálpa til við at fylla kørini. - Flestu fiska-og krabbasløg liva væl í kørunum, men tað hevur ongantíð riggað nakað serligt við hýsu. Hýsa hevur nevniliga ikki víst seg at liva serliga
árini var tað soleiðis, at teir, sum bøttu skeivt, fingu tíð lagda aftrat, og tað vóru menn ikki altíð fegnir um. Men, her nyttaði einki at grenja. Onkur skuldi skera ígjøgnum, og henda uppgáva var latin [...] teimum fyrimunir fram um teir, sum bøttu rætt allan vegin. Seinnu árini hevur tað verið soleiðis, at menn, sum bøta skeivt, noyðast burtur úr kappingini. Sámal Olsen sigur, at holið í trolstykkinum verður [...] Tað var kanska stuttligari tey árini, tá høvi var at leggja tíð aftrat hjá teimum, sum bøttu skeivt, men eg haldi, at kappingin er rættvísari nú tann, leggur hann aftrat.
roknað við at blíva nummar fýra og roknaði við, at flokkurin fór at fáa trý umboð vald. Men eg gjørdist nummar trý, men flokkurin fekk bara tvey umboð, sigur Jan Christiansen. – Eg kann bara siga, sum tey [...] Christiansen ikki varð afturvaldur seinast. Hann fekk 193 persónligar atkvøður og nummar trý á listanum. Men tað gekk ikki so væl hjá Fólkaflokkinum, sum bara fekk sløk 16 prosent av atkvøðunum í Havn og tí bara [...] tey plaga at siga, at eg havi fingið áheitanir um at stilla upp, og at eg havi hugsað um tað. Men eg havi ikki tikið støðu enn, sigur Jan Christiansen. At býráðsarbeiði liggur í blóðinum hjá Jan Christiansen
ímóti føroyskum grindadrápi. Tað staðfestir oddamaðurin í felagsskapinum, Paul Watson nú um dagarnar. Men hann staðfestir samstundis, at hesaferð verður mannagongdin øðrvísi enn hesi seinastu árini, tá ið [...] r kunnu nokta limum hjá Sea Shepherd at virka í Føroyum uttan so at tey hava fingið arbeiðsloyvi. Men Paul Watson hevur eisini áður staðfest, at í ár ætlar felagsskapurin sær ikki til Føroya við skipum [...] átøkini hjá felagsskapinum fara at verða avdúkað skjótt. Hann upplýsir ikki, hvørji átøkini vera, men eftir tí, felagsskapurin hevur upplýst, verða tey rættiliga umfatandi. Hann staðfestir nevniliga, at