Tá Havnar Jazzfelag skipar fyri tónleikatiltakið í Reinsarínum 22. november verður talan um bæði nýtt og gott gamalt, tí meðan AVE í august gav sína fyrstu útgávu út, so hevur Yggdrasil 33 ár á baki og hevur ferðast kring allan heim við sínum tónleiki. Hóast Kvonn, ið somuleiðis er á skránni ikki hevur líka nógv ár á bakið, so hevur bólkurin eisini ferðast nógv uttanlands við sínum tónleiki.
Men hóast ymiskan aldur, so hava allir bólkarnir eitt sera høgt toppstøði til felags.
AVE
Við fyrstu útgávuni hevur AVE longu vunnið stríðið um útvarpslurtaran og ikki færri enn trý løg hava verið tráspæld, síðan tey komu út, eingin ivi er heldur um, at fleiri onnur fara at verða tað komandi mánaðirnar. Báðir oddamennirnir Petur Pólson og Benjamin Petersen eru royndir á tónleikapallinum, og hava samstarva í øðrum sambondum áður, ikki minst á soloútgávum hjá Peturi og Benjamin. Men við AVE er samstarvið vaksið til okkurt heilt serstakt, hetta kundu lurtarar staðfesta, tá teir herfyri spældu eina fullkomiliga útselda og hjartanemandi vakra konsert í Reinsarínum, og tað verður ein frægd at fáa teir aftur á gátt.
Yggdrasil
Yggdrasil er Norðurlendskur bólkur, ið seinastu 33 árini hevur havt eitt ótal av ymiskum samansetingum av tónleikarum úr ymiskum londum. Yggdrasil vera í næstum fløguaktuellir við fløguni Dímun, har allir tónleikararnir eru føroyingar. Tað verður henda manning, ið mannar Yggdrasil hetta kvøldið.
Sum altið er tað Kristian Blak, ið er ein av berandi kreftunum í Yggdrasil, og eru tað hann og Angelika Nielsen, ið hava skrivað tónleikin á útgávuni. Tey sum manna Yggdrasil eru: Angelika Nielsen (violin) – Kristian Blak (klaver) – Mikael Blak (bass) – Per Ingvaldur Højgaard Petersen (trummur).
Kvonn
Angelika Nielsen og Kristian Blak mynda eisini bólkin Kvonn, men her er tónleikurin meira spælimanskendur enn í Yggdrasil, eisini Mikael Blak á bassi spælir í báðum bólkum, men ljóðið er eitt heilt annað. Umframt hesi trý spæla Ívar Bærentsen (mandolin, gittar) og Sharon Weiss (blokkfloyta) við Kvonn.
Kvonn hevur sum sagt spælt nógv uttanlands og í mars/apríl er aftur konsertferð á skránni, tá Avstralia fær vitjan av teimum.
Tað er í øllum førum greitt, at hetta kvøldið verður kýnt fyri tónlistarligu gourmet gómunum í Tórsgøtu.