Dýrari hjá ferðafólki við Strandferðsluni

Fólk, sum ferðast ofta, skulu hava bíligari ferðaseðlar tey, sum ferðast sjáldan

 

Nú skal tað verða dýrari hjá ferðafólki at ferðast við strandferðsluni, enn tað skal vera hjá teimum, sum ferðast ofta.

Tað heldur meirilutin í fíggjarnevndini, sum eru umboðini fyri samgonguna.

 

Tey vilja tí hava Strandferðsluna at endurskoða prísskipanina, so at ferðaseðlaprísurin verður bíligari fyri tey, sum ferðast ofta, enn hann verður fyri ferðafólk, sum brúka farleiðina sjáldan.

 

Bárður Nielsen, formaður í fíggjarnevndini, sigur, at tað kann gerast á ymsan hátt.

Tað kann gerast við, at størri avsláttur verður givin fyri at keypa tíggjutúrakort, men tað kann eisini gerast við at geva fólki, sum búgva fast í oyggjunum, skipini sigla til, eitt borgarakort, so at tey fáa bíligri ferðaseðlar.

Men í hesum liggur so eisini, at tað skal verða dýrari hjá teimum, sum ferðast sjáldan, eitt nú útlendskum ferðafólki.

 

- Tað er ógvuliga bíligt at ferðast í Føroyum, nógv bíligari enn aðrastaðni og tað er ongin orsøk til, at ferðafólk, sum ferðast sjáldan, skulu fáa so bíligar ferðaseðlar, sum tey fáa nú, tí tað merkir í veruleikanum, at tey fáa almennan stuðul.

- Ferðafólk eiga at rinda kostprís fyri ferðaseðilin, sigur Bárður Nielsen.

 

Hann sigur, at verður hetta samtykt í løgtinginum, fer tað at standa til Strandferðsluna at kanna eftir, hvussu tað kann skipast best.

Annars vísa nýggjastu metingarnar, at heldur oljuprísurin sær, verða útreiðslurnar hjá Strandferðsluna til olju einar átta milliónir minni næsta ár, enn tær eru í ár.

Hetta er eftir síðsta oljukeypi, men Strandferðslan eigur at virka fyri at prístryggja  oljuna, sigur Bárður Nielsen.

 

Hann sigur, at tí hevur meirilutin skarvað seks milliónir av játtanini á uppskotinum til Strandferðsluna, men restina hevur stovnurin eftir ábøtur á skipunum og annað.


Andstøðan í Løgtinginum heldur, at Strandferðslan skal varðveita játtanina, hóast hon sparir 8-10 milliónir í olju.

Pengarnir skulu brúkast til eykamanning umboð á Smyrli fyri at minka um vandan fyri avlýsingum fyri at kunna halda hvíldfarreglurnar.

 

Restin skal brúkast til ábøtur á skipunum og til eina nýggja prísskipan, so at prísurin á ferðseðlum verður lægri fyri tey, ið búgva og virka í útjaðaranum, meðan onnur, ið bert ferðast av og á, rinda lutfalsliga meira.

- Eisini má ávíst rúm verða fyri møguligum oljupríshækkingum, sigur andstøðan.